fríggjadagur 14. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 178 - 14. september 2007
Navnið og búmerkið
eru broytt, umframt
at 5 nýggj hjartamál
eru komin á skránna.
14. september lat
Tjóðveldisflokkurin
seg úr fortíðini og
legði fram eyðsýndar
broytingar
Politikkur
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
- Vit vilja á hesum søguliga
degi hyggja frameftir og
endurnýggja flokkin, heldur
enn at fastlæsa okkum í for-
tíðina. Føroyskur politikkur
hevur alstóran tørv á dag-
føring, og Tjóðveldi gongur
nú náttúrliga á odda fyri at
nútímansgera
føroyskan
politikk. Men hóast broyt-
ingar, so er frælsi og full-
veldið framvegis grundar-
lagið undir politikki okkara,
segði Høgni Hoydal, eftir
framløguna í morgun.
Nýggja navnið
Annita á Fríðriksmørk legði
fram um nýggja navnið.
Hon segði, at tað sjálvsagt
er uppkallað eftir gamla
navninum, men hetta er eitt
lættari, meiri nútímansgjørt
og hóskiligari navn enn tað
gamla.
- Tjóðveldi fer longur
enn bert at vera ein flokkur.
Flokkurin setir fólk í bás,
men nýggja navnið er ein
hugsjón, sum øll, ið ynskja
fullveldi og tjóðveldi kunnu
fylkjast um. Tað er pláss
fyri fleiri fólkum undir Tjóð-
veldinum, greiddi Annita
frá.
Víðari segði hon, at tey
tilvitað hava valt at hava
navnið óbundið, tí tað er
ein symbolikkur í sjálvum
sær.
- Tá eitt orð ikki er bundið
er tað meiri opið. Vit vilja
vísa, at øll eru vælkomin í
Tjóðveldi, og vit hava hava
pláss fyri øllum fólkum.
Nýggja búmerkið
Tjøldrini, ið so trúliga hava
flogið síðu um síðu, eru nú
skift út við eitt nýtt búmerki,
ið tekur støði í eini vanligari
føroyskari bygd, og súm-
boliserar vanliga føroyingin.
Torbjørn Jacobsen vísti á
fundinum eina mynd av
Funningi, sum so líðandi
varð kókað meiri og meiri
saman, inntil bert sterku
litirnir sóust eftir. Hareftir
var so floksbókstavurin E
flættaður inn í.
- Nýggja búmerkið vísir,
at Tjóðveldi hevur eitt lit-
ríkt, fjølbroytt og margfalt
innihald, har pláss er fyri
øllum, greiddi Tobbi frá.
5 nýggj hjartamál
Á fundinum vóru 5 sonevnd
hjartamál avdúkað. Hetta
eru málini, ið flokkurin ser-
liga ætlar at arbeiða fyri.
Altjóða Samstarv
Hergeir Nielsen greiddi frá
um
fyrsta
hjartamálið.
Hann segði, at vit eru noydd
at dagføra okkum, so vit
betri kunnu taka avbjóð-
ingarnar í altjóðagerini.
- Skulu vit hava nakram
møguleika at standa okkum
í alheimsgerini, eru vit
noydd at hava góðar útbúgv-
ingar allan vegin, heilt frá
barnaskúlanum og upp til
hægru skúlarnar. Føroyskur
ungdómur skal hava møgu-
leikan at útbúgva seg í
útlondunum ókeypis, eins
og vit noyðast at raðfesta at
fáa eitt altjóða universitet í
Føroyum. Ikki fyrr enn vit
hava vitanina her á landi,
kunnu vit byrja at tosa um
at fáa eitt kappingarført
vinnulív, sló Hergeir Niel-
sen fast.
Hann helt áfram og segði,
at vit noyðast at fáa sam-
starv í lag við aðrar tjóðir
og felagsskapir. Og skulu
vit tað, eru vit noydd at
kappa bondini við verandi
felagsskap, sum forðar okk-
um vegin til onnur sam-
starv.
Samleiki
- Tað er einki sum eitur
stórar ella smáar tjóðir. Tað
eru bert tjóðir. Og tað er
samleikin í tjóðini, sum ger,
um fólk vilja búgva har ella
ikki. Eingin býr í Føroyum
av praktiskum áðum, og tí
kunnu vit staðfesta, at vit
hava ein sterkan samleika,
sum vit verða noydd at taka
í álvara og røkja, segði
Tobbi í síni framløgu um
næsta hjartamálið.
Undir okkara samleika
koma mál sum tón- og sjón-
leikur,
myndlist,
søvn,
sjálvbodnir felagsskapir og
ítrótt. Serligur dentur var
lagdur á skúlaverkið.
Full ábyrgd
Full ábyrgd er eitt ofta nýtt
orð, men tað er eitt hugtak,
sum vit alt ov sjáldan síggja
framt í verki. Vit noyðast at
standa til svars og taka av-
leiðingarnar fyri okkara
gerðir. Vit síggja ofta stórar
gølur, men hvar eru avleið-
ingarnar,
spurdi
Høgni
Hoydal í samband við triðja
hjartamálið.
Finnur Helmsdal vísti á,
at vit hava ábyrgd av at
tryggja teimum veikastu í
samfelagnum betri kor.
- Sum samfelagið menn-
ist, er neyðugt, at vit fáa
lóggávuna at fylgja við. Vit
hava eina forsorgarlóg sum
fyllir 50 ár fyrsta dagin, og
sum hevur stóran tørv á
ábótum. Vit mugu kunnu
klára at taka ábyrgdina av
okkara ungu brekaðu og
sálarsjúku, ístain fyri bert
at senda tey av landinum,
legði Finnur dent á.
Ríkt umhvørvi
Heidi Petersen hevði stutta
framløgu um umhvørvis-
politikkin hjá Tjóðveldinum.
Hon segði, at umhvørvis-
politikkurin leingi hevur
verið forsømdur í Føroyum,
og at altjóða avtalur sum
Agenda 21 og Kyoto fram-
vegis ikki eru galdandi í
Føroyum.
- Vit noyðast at kortleggja
og varðveita nátturuna, og
at nýta vind- sól og aldu-
orku. Men umhvørvi røkkur
eisini
longri,
t.d.
skal
arvbeiðsumhvørvið bøtast,
soleiðis, at til ber at liva eitt
gott arbeiðs- og familjulív.
Skúlaumhvørvið skal eisini
bøtast við betri innbúgvi og
hølum, umframt heilsugóð-
um kosti, greiddi Heidi frá.
Hon vísti eisini á góðu
møguleikar
okkara
at
granska í umhvørvinum.
Veruligt frælsi
Høgni Hoydal legði sjálvur
fram seinasta hjartamálið,
sum er veruligt frælsi. Hann
greiddi frá, at tað ikki nyttar
nakað, at vilja hava frælsi
úteftir, um frælsi ikki er
inneftir. Her sipaði hann
serliga til, at tað skal vera
persónligt frælsi til at liva
eftir egnum sannføringum
og við egnari trúgv.
- Kvinnufrælsi er eisini
sett á dagskránna, m.a.
mugu vit kanna hvussu
stendur til við lønarlagi,
starvsstatusum og leiðara-
postum
í
samfelagnum.
Tjóðveldið fer at gera sín
part, við at hava helvt um
helvt av kvinnum á listu-
num, og at kynsbýta álitis-
postarnar í flokkinm, slóð
Høgni Hoydal at enda fast.
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Nýggja Tjóðveldi
Nýggj heimasíða
Ein av mest kollveltandi avdúkingunum hjá Tjóðveldi-
num í morgun var tó nýggja heimasíðan, sum eitur
www.tjodveldi.fo.
Á hesi síðuni ber til hjá veljaranum at koma í samband
við sítt umboð umvegis mail, blogg ella sonevndar
“youtube”-kykmyndir.
-Vit vilja hava samband við veljaran. Tað gongur ikki
í 2007 bert at seta ein kross 4. hvørt ár, og so ikki hava
nakra ávirkan á politisku avgerðirnar næstu fýra árini.
Tí hava vit valt at gera hesa heimasíðuna, her lætt er at
kjakast, koma við persónligum hjartamálum og geva
okkum politikarum viðmerkingar, segði Høgni Hoydal,
formaður í Tjóðveldinum.
Hann heldur, at hetta samstundis er ein upplagdur
møguleiki at náa ungdóminum, sum við hesum møgu-
leikunum framyvir ikki bert verða áskoðarar, men kann
gerast aktivur í flokskjakinum og harvið fáa onnur mál
á dagskránna.
Heidi Petersen
Hvørja ávirkan fer broyt
ingin at hava á veljaran?
- Eg vóni, at vit við hesi
broytingini
hava
latið
flokkin meira upp fyri
fólkinum. Boðskapurin er
jú, at Tjóðveldi er fyri øll,
sum ynskja eina frælsa
tjóð. Tí vóni og vænti eg
eisini, at undirtøkan fer at
verða góð. Og við heima-
síðuni lata vit jú eisini enn
meiri upp fyri almenningi-
num.
Hvønn týdning fer
heimasíðan at hava?
- Hon fer heilt víst at
hava stóran týdning. Tað
verður jú nógv lættari at koma í samband við veljaran á
henda hátt. Tað er kanska ikki so lætt hjá øllum at ringja
ella koma á vitjan, fyri at siga okkum sína hugsan. Tá er
tað er jú nógv lættari at skriva nakrar reglur á bloggin.
Hetta fer at lætta munandi um samskiftið, og eg gleði
meg at fara í gongd.
Hergeir Nielsen
Er ikki vandi fyri, at tit sum flokkur missa ein part av
samleikanum, nú tit hava gjørt so umfatandi broyting
ar?
- Tað var mín fyrsta hugsan, ja. Men nú, tá man hevur
vant seg við navnið og búmerkið, haldi eg skiftið vera
gott. Tað er meiri rúmd í hesum navninum. Tjóðveldis-
flokkurin er bara tað, sum stillar upp til val. Tjóðveldi
fevnir nógv longri og hevur eina meiri savnandi ávirk-
an.
Nú skulu tit eisini svara spurningum á heimasiðuni.
Fer hetta ikki at vera steinum oman á arbeiðsbyrðuna?
- Heimasíðan verður eitt sera spennandi arbeiði. Eg
havi havt heimasíðu í fleiri ár, so fyri mær er hetta ikki
so nýtt. Tað er gott at fáa
reaktiónir og at kunna
svara aftur. Tey, ið eru
upptikin av politikki sleppa
at geva sína meining og at
set aspurningar. Hetta fer
heilt víst at hjálpa okkum
politikarum
at
stinga
fingurin í jørðina av og á,
og hugsa um hvat tað er,
vit gera. Fólk kunnu eisini
koma við hugskotum, sum
vit so kunnu hugsa víðari
um. Hetta fer at hjálpa
okkum at taka støðu alla
tíðina.
Á tíðindafundi í morgun vórðu navn, hjartamál, búmerki og heimasíða hjá nýggja Tjóðveldinum avdúkað
Mynd: Jens Kristian Vang