Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 178 - 14. september 2007 Nýggjur biskupur skal veljast í fólkakirkjuni og hóskandi er at spyrja, hvussu ein nýggjur biskupur fer at ávirka og mynda fólkakirkjuna, sum júst er vorðin føroysk burturav – fyrisitingarliga og fíggjarliga. Hægsti myndugleiki í fólkakirkjuni Biskupur er hægsti mynd­ ugleiki í fólkakirkjuni. Hann hevur ávísar áset­ ingar at halda seg til í arbeiði sínum. Hetta kunnu vit lesa um í lógini um fólkakirkjuna: Biskupur er sóknarprestur, sum umframt orðsins tænastu hevur fingið litið til evstu umsjón og umsorgan við biskupsdøminum, og er vígdur til hesa tænastu. Biskupur hevur umsjón við sóknarprestunum og embætisførslu teirra. Biskupur hevur umsorgan við kirkjuliðunum Biskupur hevur umsjón við kirkjuráðunum Biskupur hevur umsorgan fyri einleika kirkjunnar. Biskupur vígir sóknarprest, innsetir próst og vígir biskup. Biskupur vígir kirkjur fólkakirkjunnar. Savnandi og kveikjandi Ein hóskandi spurningur at seta sær í samband við valið av nýggjum biskupi er, hvat tað er fyri ein persónur, sum skal sita á ovastu rók í kirkjuni? Biskupur skal vera savnandi og kveikjandi í kirkjuni – í orði og í verki! Innihaldið í kirkjuni Hvat er tað sum hevur størstan týding í okkara kirkju? Vit hava í mong ár tosað um ytru karmarnar í fólkakirkjuni sum t.d. um bygnað og figging. Hesu málini eru nú avgreidd. Nú er tíðin av álvara komin at tosa um innihaldið í kirkjuni og at lýsa, hvat kirkjan er og at vísa á týdningin, sum kirkjan hevur í okkara samfelag í orði og í verki. Hvør er so størsta upp­ gávan hjá fólkakirkjuni? Størsta uppgávan hjá fólkakirkjuni er áhaldandi at boða boðskapin um Kristus sum Harra og frelsara – í orði og í verki! Trý mál Í samband við biskupsvalið havi eg m.a. sett mær fyri at virka fyri hesum trimum málunum: 1. Góð kor og góðar karm­ ar hjá kirkjuliðunum at boða orðið 2. Kristilig upplæring og upplýsing. 3. Góðar karmar hjá prestum og øðrum starvsfólki í kirkjuni 1. Góð kor og góðar karmar hjá kirkjuliðunum at boða orðið Ein háttur er at lata kirkj­ una vera meiri opna, meiri atkomuliga og meiri við­ komandi í dagliga lívinum – ikki bara við sunnudags­ gudstænastum, men eisini við øðrum tiltøkum bæði um dagin og um kvøldið. At kirkjurnar kunnu vera opnar til andaktir, bøn og sálmasang. At menna sang­ og tónleikalívið á staðnum soleiðis at hetta kann verða við at styrkja um sálmasangin og tónleikin í gudstænastuni. Hetta kann gerast við at stimbra leik­ mannaarbeiðið á staðnum. Kirkjuráðini størri myndugleika og avgerðarrætt Arbeiðið í kirkjuráðunum er ov tungt – ov stirvin skipan. Nógvar avgerðir kundu verið tiknar í kirkju­ ráðunum, sum nú verða lagdur til Próstadømisráðið og Stiftsstjórnina. Tað er ov langt millum kirkju­ ráðini og hægra kirkjuliga myndugleikan. Fleiri mál áttu at verið latin til kirkju­ ráðini at umsita, t.d. at fáa frið at umsita kirkjuna innan og uttan og at fáa størri ávirkan at velja nýggjan prest! Styrkt eigur at verða um kirkjuligu tænasturnar hjá deknum, urguleikarum og klokkar­ um í teimum smáu kirkju­ liðunum. 2. Kristilig uppaling og upplýsing Kirkjan eigur at gera meiri við kristiligu uppalingina og upplýsingina. Eigur at brúka teir hentleikar sum eru til taks – eisini tá ið tað er talan um fjølmiðlarnar: útvarp, sjónvarp, alnótina og bløðini. Kirkjan eigur at vera meiri viðkomandi fyri børnini og tey ungu. Barna­ og ungdómsarbeiði eigur at styrkjast. Kirkjulig samstarvs­ nevnd fyri børn, ung og familjur eigur at verða sett, soleiðis at kirkjan enn betur kann náa hesum bólkum í kirkjuni. Vit eiga at seta prestar at gera arbeiði millum okkara ungdóm, sum er í læru ella undir útbúgving og til alt okkara unga fólk, sum er ógvuliga virkið í frítíðini. Kirkjan eigur at hava eitt stað, har alt fæst at vita um kirkjulig viðurskifti. Prestar við serligum uppgávum Vit eiga at fáa fleiri prestar við serligum uppgávum. Í dag hava vit deyvaprest, sjúkrahúsprest, orlogsprest og samstarva um sjómans­ prest. Tíðin er komin at vit eisini taka upp annan tátt á øðrum økjum t.d. í skúlu­ num, í tróttinum og í stuttleikalívinum, sum stórur partur av okkara unga fólkið er virkið í. Hetta kann væl lata seg gera í tøttum samstarvi við kirkjuráðini og staðbundnu prestarnar, ítróttarfeløgini og ungdómsfeløgini. 3. Prestarnir eiga at fáa betri kor Prestarnir eiga at fáa betri og sømdir, tá ið tað er talan um bústað og arbeiðstíð. Skal prestur í framtíðini hava skyldu at búgva í prestagjaldinum, eigur prestagjaldið at syrgja fyri og hava ábyrgdina av, at prestur ella prestarnir í tí einstaka prestagjaldinum hava bústað. Prestarnir eiga eisini at hava góðar møguleikar til eftirút­ búgving og at granska Guðs orð. Uppgávurnar hjá prest­ unum økjast. Prestarnir hava nógv samskiftið við fólk bæði í prestatænastuni og fyrisitingarliga. Tí eiga fleiri prestastørv at verða normerað. Um neyðugt eiga prestarnir eisini at fáa skrivstovuhjálp, soleiðis at teir betur kunnu røkja prestastarvið. Tað er neyð­ ugt við eini útbygdari vikar­ skipan fyri prestarnar í øllum stiftinum. Hirðatænasta Prestaembætið er ein hirðatænasta, sum prest­ urin er kallaður til í tí einstaka prestagjaldinum. Biskupsembætið er eisini ein hirða­ og umsjónartænasta fyri øll 14 prestagjøldini, teir 22 prestarnar og stívligu 400 kirkjuráðslimirnar. Biskupurin er ein vanligur prestur, men fyri at geva starvinum tign, siga vit um biskupin, at hann er primus inter pares: fyrstur millum líkamenn/ kvinnur… Við øðrum orðum: biskupurin er fyrst og fremst útbúgvin prestur. Tað er av stórum týdningi, at biskupurin eisini er prestur millum prestarnar í stiftinum. Trúar- og læru- grundarlagið Høvuðsuppgávan hjá biskupsembætinum er at syrgja fyri, at trúar­ og lærugrundarlagið hjá kirkjuni verður hildið, og at ásettar lógir og fyiskipanir í kirkjulógu­ num verða hildnar. Samskifti og samstarv Biskupurin eigur at seta samskiftið og samstarvið høgt við allar myndug­ leikar, sum hava við kirkjuna at gera. Tí er tað av stórum týdningi við góðum samskifti við øll, sum hava eina uppgávu ella eina tænastu í kirkjuni. Í dag eru tað hesir stovnar og persónar: ­ kirkjuráðini ­ kirkjuráðsfelagið – sum er áhugafelag hjá kirkju­ ráðslimum ­ prestarnir ­ prestafelagið – sum er áhugafelag hjá prestu­ num ­ dómpróstur ­ próstadømisráðið – sum er umboðað av dómpróstinum og limum, sum eru valdir av kirkjuráðslimunum ­ Føroya Stiftsstjórn, sum er meginfyrisitingina hjá fólkakirkjuni, ­ politiski myndugleikin sum er umboðaður av Mentamálaráðnum. Prædikuembætið Tað er av størsta týdningi, at góðir og skipaðir karmar eru um alt virksemi hjá fólkakirkjuni. Hetta eigur biskupsembætið at syrgja fyri, at soleiðis fer at vera eisini í framtíðini. Tað er neyðugt við kørm­ um og skipaðum viður­ skiftum, men biskupurin skal eisini tryggja boð­ anina og boðanarfrælsi í kirkjuliðunum. Prædikan, orðsins tæn­ asta, ella gudstænastan, eigur sentralan leiklut í luthersku kirkjuni. Biskupurin eigur at tryggja, at umstøðurnar eru góðar at fremja gudstæn­ astuna. Hann eigur at ganga undan sum inspira­ tor ella hug­ og andkveikj­ ari í fólkakirkjuni. Hetta verður gjørt best við: ­ at virka fyri góðan samstarvi millum kirkjuráðslimir og kirkjutænarar ­ at ferðast úti í stiftinum við regluligari vitjan í prestagjøldunum ­ at hava gott samstarv við kirkjuligu­ og missións­ felagsskapirnar í fólka­ kirkjuni sum gera eitt stórt andligt og sosialt arbeiði í okkara kirkju. ­ biskupsembætið eigur eisini at hava góðan dialog/samrøðu við kirkjur og samkomur uttan fyri fólkakirkjuna. ­ at biskupsembæti eisini eigur at røkja millum­ tjóða­ og altjóða sam­ starv á kirkjuliga øki­ num í tøttum tilknýti til kirkjurnar í okkara grannalondum og alheims kirkjuligu felagsskapirnar. Tað er eisini av stórum týdningi, at biskupsem­ bætið og øll kirkjuliga fyrisitingin mennist og hevur góðar umstøður at virka fyri alt stiftið. Føroyska fólkakirkjan Eftir at fólkakirkjan nú er á føroyskum hondum burturav, er tað neyðugt, at vit fáa avgreitt tey mongu málini, sum eftir eru at gera. Tað er neyðugt við miðvísum, skilagóðum og skjótum arbeiði á hesum økinum. Nógv er at taka støða til, og tað liggur ein tung ábyrgd og stór upp­ gáva á biskupsembætinum og kirkjuligufyrisitingini. Tað er at vóna, at allir myndugleikar eru sinnaðir til gott samstarv og at játta neyðuga peningin til dygdargott arbeiði við serkønum fólki, so ikki stígur kemur í lóggávu­ arbeiði hjá fólkakirkjuni. Kirkjan, samfelagið og umhvørvið Kirkjan hevur stóran leiklut í samfelagnum. Serliga í sambandi við tær kirkjuligu handlingarnar ella tænasturnar og umsitingina er kirkjan við prestunum í tøttum tilknýti við kirkjufólkið/borgarar­ nar. Tað er tí eisini av stórum týdningi, at kirkjan hevur møguleikar at fylgja upp í tí sum boðað verður í orði og í verki í tí einstaka kirkjuliðnum. Tí má eitt ynski vera at fáa fleiri prestar, og stig eiga at vera tikin til at hava aðrar tænastur í kirkjuni t.d. diakontænastu. Sosiala arbeiðið hjá kirkjuligu felagsskapunum eigur at verða styrkt. Kirkjan eigur at vísa stóra ábyrgd við at verja skaparverkið og minka um stóru dálkingina. At umsita tað rætt sum okkum er litið til at røkja, t.d. umhvørvið og alt tilfeingið á sjógvi og landi. Ítøkiligt kann hetta eisini gerast við t.d. Agenda 21 ætlanini og orkusparandi tiltøkum í øllum kirkjum í landinum. Kirkjan hon er eitt opið hús… Gamli Grundtvig syngur: Kirkjan hon er eitt gamalt hús… Og … Í húsi Guðs og kirkju nú vit eru livandi steinar… Stór semja er um, at kirkjan er eitt gamalt hús. Men í okkara tíð verður spurt, um kirkjan er eitt opið hús? Tá ið tað er talan um vanligar gudstænastutíðir og kirkjuligar tænastur – er kirkjan eitt opið hús! Men spurningurin í okkara tíð er, hvat verður lagt í orðini, tá ið spurt verður, um kirkjan er eitt opið hús? Kirkjan skal fyrst og fremst verða kirkja: at boða gleðiliga frelsuboðskapin. Men kirkjan skal eisini verða staðið, har øll mál, sum hava við lív og læru at gera verða umrødd. Kirkjan skal vera viðkomandi í øllum lívsins viðurskiftum. Kristiligi arvurin Tað er umráðandi fyri biskupsembætið, at tað røkir og umsitir væl tann kristiliga arvin, vit hava fingið frá kirkjunnar Harra at boða. At umsita er eisini at verja kirkjunnar læru. Tað er eisini at búgva seg út til at møta teimum lærdómsvindum, ið blæsa inn yvir okkara land, og at kirkjan kann skilja ímillum hvat er røtt og hvat er rong læra í Jesu Kristi kirkju. At vit eru livandi steinar merkir, at sum kirkju eru vit sendiboð í Krists stað. Biskupur, prestar, kirkju­ ráðslimir og kirkjunnar tænarar eru sendiboð í Krists stað. Og kirkjunnar sendiboð hava eini gleði­ boð at bera. Tað eru hesi gleðiboðini, vit eru sett at bera fólki okkara í øllum viðurskiftum, hvat so fyri eitt mannborið heiti vit hava ella hvat mannborið heiti onnur seta á okkum. Við ynskjum um Guðs signing yvir kirkjuna og Føroya fólk! viðmerkingar Nýggjur biskupur – kveikjari og oddafiskur sóknarprerstur, Fuglafjørður Uni næs,