fríggjadagur 14. september 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 14. september 2007
27
tíðindi
Marita
Christophersen sínir í
hesum døgum myndir
fram í Smiðjuni í
Lítluvík
List
Dagfinn OLsen
dagfinn@sosialurin.fo
Marita Christophersen hev
ur 25 myndir á sýningini.
Talan er um akrylmálningar
og myndir við pastellkriti á
velourpappír.
Marita er sjálvlærd, men
hevur tó verið á skeiðum í
Danmark á kunsháskúlanum
í Holbæk og hevur eisini
gingið í kvøldskúla.
Hon hevur listina sum
ítriv og myndirnar á sýning
in eru myndir, ið hava sæð
dagsins ljós so við og við.
Opið er í Smiðjuni í Lítlu
vík í dag og fram til
týsdagin, allar dagar frá
klokkan 15 til 20.
Jonhild Bech og
Solveig Størkersen
hava verið pennavinir
síðani 1957. Ongantíð
hava tær hitst og
ongantíð so mikið
sum tosað í telefon
saman, men hesa
vikuna hevur Solveig
vitjað Jonhild, og tær
hava histst og hugnað
sær saman á fyrsta
sinni tey 50 árini, tær
hava verið pennavinir
Pennavinir
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Jonhild Bech úr Porkeri og
Jonhild Størkersen úr Noreg
hava verið pennavinir síðani
1957. Í hesi 50 árini hava
tær bert skrivað saman og
sent myndir. Ongantíð hava
tær hitst, tosað í telefon, og
teldubrøv eru framvegis
ikki ein møguleiki.
Men hesa vikuna hittust
tær báðar á fyrsta sinni, tí
Solveig kom úr Noreg til
Porkeris at vitja. Og onki
løgið var í hesum, tí tær báð
ar kennast sum bestu vinkon
ur, tí við brøvum og mynd
um hava tær og familjur
teirra fylgt við í øllum, sum
er hent hvør hjá aðrari.
Tað var Norsk Ugeblad,
sum sendi Solveig til Før
oya saman við einum blað
manni, tí blaðið metti søg
una vera so hugvekjandi.
Barnablað
Tað var Danbjørg lærarin,
sum setti børn úr Porkeri í
lýsing í norskum barnablað.
Greitt varð frá, at 4. flokkur
vildi fegin hava samband
við børn í Noreg, sigur Jon
hild.
Jonhild gekk sjálv tá í
real, so tað var Selma
Weihe, ið fekk nógv brøv
úr Noreg, og Jonhild fekk
eini tvey frá henni.
Eg skrivaði til Solveig
og
eina
aðra,
men
sambandið við hesa slitnaði
seinni, sigur Jonhild.
Fyrsta brævið frá Jon
hild er frá 27. maj í 1957,
sigur Solveig, sum enn eig
ur brævið.
Tær báðar hava hildið
sambandið øll 50 árini, men
hava ongantíð tosað saman,
bert skrivað.
Eg ætlaði at koma til
Føroya at vitja í 1959, men
tað varð av ongum, sigur
Solveig.
Vit hava ofta skrivað í
brøvunum, at vit mugu
síggjast skjótt, siga Jonhild
og Solveig, sum bóru gentu
eftirnøvnini Borg og Horne
land.
Solveig er úr Stord, men
býr nú í Lofoten.
Trúfastar
Sigast kann, at vit eru
trúfastar bæði í vinskapi og
arbeiði. Vit hava t.d. báðar
verið á sama arbeiðsplássi
longi. Solveig síðani 1970
og Jonhild síðani 1977.
Báðar hava felagsáhuga
mál í hondarbeiði, kirkju
ligum arbeiði og í bókum.
Báðar kenna tað, sum tær
kennast rættiliga væl, tí tær
hava sent hvør øðrum brøv
og myndir og gávur, og
familjurnar hava eisini livað
við í samskiftinum.
Nork Ugeblad skipaði fyri,
at tær báðar nú hittist at halda
50 ára hald fyri vinskapinum.
Solveig fór avstað aftur til
Noregs í dag.
Vit hava bert skrivað
við hond. Onki við teldu
brøvum og slíkum. Vit eru
rættir pennavinir, siga Jon
hild og Solveig, sum báðar
eru 65 ára gamalar, og vóna
at halda fram við samskift
inum í mong ár, og at hittast
aftur.
Pennavinir síðani 1957 hittust
fyri fyrstu ferð
Mynd: Jens Kr. Vang
Jonhild Bech úr Porkeri og Jonhild Størkersen úr Noreg hava verið pennavinir síðani 1957. Í hesi
50 árini hava tær bert skrivað saman og sent myndir. Ongantíð hava tær hitst, tosað í telefon, og
teldubrøv eru framvegis ikki ein møguleiki
Mynd: D. Olsen
Marita
Christophersen
í Smiðjuni