fríggjadagur 14. september 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 14. september 2007
31
Húsini standa við ein blindveg í góða
umhvørvinum í Hvalsoyargøtu í vestur
býnum í Tórshavn. Tá tú koyrir niðan
eftir Grønlandsvegnum og snarar til
vinstru inn í Hvalsoyargøtu, merkir tú
alt fyri eitt, at hetta er eitt friðarligt og
barnavinarligt umhvørvi. Her er gott
at búgva bæði hjá ungum sum eldri
familjum.
Talan er um eini sera vælhildin og
hugnalig hús við romantiskum stíli. Her
býr ein familja, sum leggur dent á trivna
og hugna í heiminum.
Stutt er oman í býin til handlar. Nær
hendis liggur Dagstovnurin í Øksnagerði,
Dagstovnurin við Landavegin og
Dagstovnurin við Velbastaðvegin.
Somuleiðis er stutt til Venjingarskúlan,
Læraraskúlan og eisini til Handilsskúlan
og Tekniska skúla.
Fram við húsunum í erva eru flísar
lagdar á túnið við høvuðsdyrnar og grót
garður er gjørdur fram við græsplenuni
við fleiri sera vøkrum blómubedum.
Húsini eru í trimum hæddum. Í mið
hæddini er ein gongd, tvey baðirúm,
køkur, ein stór stova og trý kømur. Í
báðum baðirúmunum er hiti í gólvinum.
Køkurin er ljósur og arbeiðsvinarligur og
her hevur tú gott pláss til ein spísikrók.
Stovan er sera stór og gevur nógv pláss
bæði til fólkini, sum búgva í húsinum og
til at hava nógvar gestir. Út frá stovuni
er útgongd til eina frálíka altan, sum
er so mikið stór, at tú hevur møguleika
at hava havamøblar, grill, snórastativ
o.a. úti. Her er góður sólargangur. Í
midhæddini eru øll gólvini furugólv.
Loft og veggir eru úr træi, eins og
innhurðarnar eisini eru úr træi. Eisini er
ventilatiónsskipan í miðhæddini.
Á loftinum er ein hugnaligt atmosfera.
Her er ein hugnalig loftsstova og tvey
stór og góð rúm við skrálofti. Her er
nógv pláss til eina stóra familju við
børnum í ymsum aldrum.
Í kjallaranum er eitt stórt bilhús og
eitt sera rúmligt kjallararúm, sum kann
nýtast til nógv ymiskt.
Tú fært meira at vita um ognina við at
ringja til Skyn á tlf. 35 74 00.
Ia[#(*,)%%ÕIgh\³iV&+Õlll#h`nc#[d
Fakta:
Byggiár:
1987
Hæddir:
3
Stødd innan:
300 fermetrar
Grundøkið:
508 fermetrar
Prísuppskot:
kr. 2.500.000
K²a]^aY^cd\]j\cVa^\hZi]h
=kVahdnVg\³ijIgh]Vkc
lýsingar