fríggjadagur 14. september 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
2007
nr 1
Rákið2007
nr 2.
Stuttligast at gera mat
Danmark, Svøríki, Noreg og Finnland eru øll á
einum máli um, at tað er stuttligast at gera mat
og at vatna urtapottarnar. Tað vísir ein kanning,
sum elkketan Bosch Húsarhald – BSH hevur
gjørt. Tey hava spurt fólk í Norðurlondum, hvat
ið er stuttligast og keðiligast at gera í húsarhal-
dinum. Tað keðiligasta eru londini ikki líka samd
um – í Danmark og í Noregi er tað keðiligasta
arbeiðið í húsarhaldinum at rulla løk, meðan tað
í Svøríki og í Finnlandi er at vaska ovn, køliskáp
og frystiboks.
Soleiðis svaraðu danir spurninginum , hvat sum
er keðiligast at gera:
1. Rulla løk.
2. Vaska ovnin, køliskáp og frystiboks.
3. Pussa vindeygu.
4. Vaska gólv.
5. Dustsúgva.
Soleiðis svaraðu danir spurninginum, hvat sum
er stuttligast at gera:
1. Gera mat.
2. Vatna urtapottar.
3. Vaska klæði
4. Vaska upp.
5. Strúka klæði.
Rákið 2007
Postboks 76, 110 Tórshavn
Teldupostur:
post@sosialurin.fo
BlaðSTjóRn
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
MynDaMenn
jens kristian Vang
álvur Haraldsen
lýSingaR
gudny langaard
joan abrahamsen
Henrietta Hammer
UMBRóTing
inna Tørnroos
ÚTgeVaRi
Sp/f Sosialurin
Í Rákinum hesa ferð lesa
vit um fólk, sum hava
fylgt dreymum sínum. Vit
lesa um listakvinnuna
Rannvá Mortensen, sum
flytur til India at mála.
Um jogalæraran og vega-
tararnar, sum droyma um
eitt sunnari lív og ein betri
heim. Og vit lesa um,
hvussu vit kunnu hjúkla
um kærleikan í parlagnum,
so vit varðveitahendan
størsta dreymin av øllum,
kærleikan.
Vinkonan, sum er fólka-
skúlalærari, hevur seina-
stu mongu árini nomiðsær
kravmikla útbúgvinguttan-
lands, umframt starvið sum
lærari. Tí ferhon javnan av
landinumí lestrarørindum.
Spurdi hana, hvussu hon
fekk ráð til hetta. Jú, hon
leggir 1000 krónur í ein
cigarkassa hvønn mánað.
Hvørja ferð nóg nógvir
pengar eru í kassanum,
fer hon uttanlands á
skeið! Hon droymir ikki
bara um lívlanga menningog
læring, men hevur sett sær
fyri, at alt lívið skal vera ein
avbjóðing.
Vón okkara er, at Rákið
hesa ferð bæði kveikir
dreymar, og ikki minst,
eggjar til at gera teir til
veruleika.
--
at droyma
er at liva
lagt til rættis: Rigmor Dam & Inna Törnroos
Anna, Dorit, Ragnhild, Rigmor, Inna
og Gudny
grátt heyst
Grátt er tað nýggja svarta siga tey mótakunnigu. Í heyst
skulu bæði troyggjur, buksur og jakkar helst vera gráir.
Vero Moda nýtir supermodellina Gisele Bundchen til
at marknaðarføra sín gráa móta.
Orgasma er eitt djúpt egoistiskt fyribrigdi –
at koma í senn er ein myta!
Sitat: Karin Dahl, sexologur
Blusan og
vesturin eru frá
Hennes & Mauritz
Flúgvandi veskur
Síðani bretar steðgaðu yvirgangsmonnum, ið
vóru á veg umborð á flogfør við spreingjievni i
veskum, er tað blivið sera torført at taka vatn,
krem, baðiskúm og annað flótandi umborð á
flogfør.
Nógv okkara hava keypt dýrt krem, sum tolla-
rin hevur tikið av trygdarávum.
Men nú er ein lítil loysn komin – toilettaskan One Litre – við tveimum fløskum
og tveimum íløtum rúmar einum litri, ið er tann loyvda mongdin av vesku, ein fær
tikið við umborð.
So nú er bara at fylla ta lítlu fløskuna og íløtini við tínum yndis kremi og luktilsi.
luksus Hennes & Mauritz
Erstatta HM tekstin við hendan - har vóru nakrir feilir í: COS - Collection of style er
heitið á nýggjasta handlinum hjá mótaketuni Hennes & Mauritz.
Meðan Hennes & Mauritz er kent fyri at vera bíligir við lágari góðsku, skal COS
vera lítlasystirin, sum selur betri góðsku og er eitt sindur dýrari.
Fyrsti COS handilin er longu latin upp í Regent Street í London, og bara í ár
vænta tey at lata einar tíggju nýggjar COS handlar upp í Týsklandi, Belgia og Hol-
landi.
Nær vit í Norðurlondum fáa fyrsta COS handilin, sigur søgan einki um.
7