Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2007 7 nr 1 2007 nr 2. 4 2007  nr 1 Rákið2007  nr 2.  Telefon-tyranni Var til handils ein dagin. Bíðirøðin var long, og fólk suffaðu um tær báðar ungu kassadamurnar, sum heilt víst ikki arbeiddu akkord. Men brádliga ringdi tel- efonin innan fyri diskin. ½ ferð náddi hon at ringja, so hevði onnur kassadaman tikið hana. Kundan, ið hon júst avgreiddi, læt hon bíða. Hon tosaði eina løtu og fór so út í handilin at leita eftir onkrum, sum viðkomandi í hinum endanum helst hevði spurt eftir. Ímeðan gjørd- ist langa bíðirøðin støðugt longri. Men vit máttu brynja okkum við toli, tí tað var jú telefonin, sum ringdi. Hví finna vit okkum í hesum? Dømini um slíkan telefon-hugburð eru ótald. Tvey fara út at eta, og annar parturin situr og tosar í telefon mestsum allatíðina. Vinkonur hittast á café, og ein situr støðugt og sms’ar. Ja, sjálvt i kirkjuni loyva fólk sær nú at taka telefonina, tá ið hon ringir, fara út at tosa og koma síðani inn aftur til restina av prædikuni. Ful- lkomiliga uttan virðing! Hví verða tey, sum ringja/ sms’a, altíð tikin fram um tey, ið eru til staðar? Kanska skuldi ein ve- gleiðing um høviska nýtslu fylgt við, tá ið telefonir verða seldar. Ein tøknilig vegleiðing og so ein skynsemis vegleiðing. Tí tað má væl bera til at knýta bara eitt minstamark av skili og vanligum fólkaskikki at telefonini. Ella hvat? Eg mótmæli í øllum førum harðliga at fólk, sum ringja skulu verða hægri raðfest enn fólk, ið eru til staðar. Tí vil eg nýta høvið at vísa á nýggja mótan: Latið telefon vera telefon, um fólk hava ómakað sær til handils ella á vitjan hjá tær. Tað er vorðið IN at hava nóg mikið av samvitsku og sjálvsáliti til at sløkkja telefonina. Ella í minsta lagi at gera hana ljóðleysa av og á. Tí um tað veruliga er okkurt lívsneyðugt, so ringja tey púra vist aftur Ein kvinna við ongum dellum, er sum ein song við ongum koddum Vísdóms-Rák Litríkt heyst hjá børnum Barnamótin í heyst er óvanliga litríkur! Kjólar, sum tann hjá Miss Piggy, og ljósareyðir regnjak- kar og gummistilvar eru at finna í handlinum. Spælirúmið verður tað næsta Hvat hevði tú sagt til ein privatan heimabiograf við barr og popcorn-maskinu? Ella eitt time-out rúm við poolborði og spæli- maskinum? Einaferð skuldu øll hava stóran samrøðukøk. Síðani kom klædnarúmið, og herfyri varð vesið umbygt til lekkurt vælverurúm. Nú skal kalda kjallararúmið innrættast til lek- kurt spælirúm til alla familjuna. Rákfrøðingar rokna við, at nýggi savningardepi- lin hjá familjuni verður stuttleikarúmið, har børn og vaksin kunnu taka sær av løttum við alskyns undirhaldi. Hugsa tær eitt heilt rúm, har øll hava fríar ræsur til dømis við einum feitum tónleikastudio, klaver- rúmi ella surround-anleggi, venjingartólum, tram- polinum, litríkum puffum, pútum, sekkjastólum og diskokúlum... Eydna Skaale, blaðkvinna Hesin kjólin er frá Hennes & Mauritz Fittu børnini eru í klæðum frá Name It ABSOLUT ICEBAR mitt í Keyp- mannahavn er avgjørt tað coolasta og mest psykodeliska in-staðið í øllum býnum. Alt innbúgv, barrdiskur, veggir, gólv, borð og beinkir, ja, sjálvt gløsini eru úr reinum og klárum ísi úr Torne Älv í Norðursvøríki. Har er altíð bítandi kalt og minus fimm stig í Absolut Icebar. Men tað ger onki, tí at øll verða væl ílatin í heitar kápur og handskar, áðrenn dyrnar lata upp fyri einum hugvek- jandi og ógloymandi ævintýra- heimi. Og annars bara at njóta ein av mongu litríku Absolut sjussunum, sum eru at fáa í ísbarrini. – Vit bjóða eina heildarup- pliving av ísi, sum eggjar allar sansir. Soleiðis skapa vit eina heilt serliga og absolut spennandi barruppliving, sum ikki er at finna aðrastaðni í Danmark, siger Agnetha Lund, leiðari fyri ICEBAR International í Keypmannahavn. ABSOLUT ICEBAR er eitt nú eisini í Stokkholmi, London og Tokyo. Í Keypmannahavn liggur barrin á Hotel Twentyseven á Løngangstræde 27. Cool ísbarr Tað nyttar onki at vera ov skikkilig, um tú veruliga ætlar at gera teg galdandi. Hetta er boðskapurin í metsølubóku- num ”Pæne piger når ikke til tops!” og ”Pæne piger scorer ikke kassen!”, sum Lois P. Frankel hevur skrivað. Bøkurnar eru ótømandi keldur við brúkiligum ráðum til kvinnur, sum av álvara satsa upp á karrieruna. Ráðini eru bæði reiðilig og minni reiðilig, men samanumtikið snýr tað seg um at koma langt uttan at vera ein bitch! Gev skikkiligu gentuni mønustingin, og set teg í leiðarasessin við stíli. Skikka tær (ikki) pent!! Lois P. Frankel hevur skrivað nakrar av best umtóktu coachingbókunum til kvinnur. Bøkurnar um skikkiligar gentur eru altjóða metsølubøkur og týddar til fleiri enn 25 mál. Lagt til rættis: Rigmor Dam & Inna Törnroos