Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2007 nr 1 nr 2. 6 2007  nr 1 Rákið2007  nr 2. Fudge brownies 36 petti 115 gr. av góðari, myrkari sjokolátu 125 gr. av smøri 125 gr. av bleytum smøri 400 gr. av sukri 3 stór egg 1 tsk. av vaniljusukri 125 gr. av hveitimjøli 1 knsp. av salti 100 gr av hakkaðum valnøtukjarnum Smelta sjokolátuna saman við 125 gr. av smøri. Píska tað væl og set til viks at kølna. Píska restina av smørinum væl og leingi saman við sukrinum. Lat eggini í – eitt í senn – og píska til deiggið er lætt og luftigt. Rør vaniljusukur og sjokosmørblandið í. Blanda salt og nøtir í mjølið og rør hetta í deiggið. Rør deiggið og legg tað í eitt lítið fat (25x35cm) við bakipappíri á botninum. Baka køkuna í ovni við 180 stigum í 30-40 min., ella til hon er hampiliga føst, tá ið tú trýstir á hana. Tak køkuna út og lat hana kølna, áðrenn tú sker hana. Tak ímóti heystinum og nýt høvið til at bjóða vinkonunum heim til ein super- leskiligan drekkamunn við lekrum ameri- kanskum smákøkum. Ella forkela teg sjálva í einum friðarligum króki við einum sterkum kaffimunni, syndigum brownies og einari góðari bók. Tá eru regn og rusk endiliga vælkomin. Smákøkur við jarðnøtum Uml 25 smákøkur 120 gr. av grovthakkaðum jarðnøtusmøri 120 gr. av smøri 120 gr. av sukri 120 gr av ráum rørsukri 1 egg 175 gr. av hveitimjøli ½ tsk. av bakipulvuri ½ tsk. av natron 75 gr. av saltaðum peanuts - jarðnøtum 100 gr. av góðari, myrkari sjokolátu Píska jarðnøtusmørið saman við smørinum. Piska bæði sløgini av sukri sera væl í. Lat eggið í og píska til kremið er tjúkt. Blanda mjøl, bakipulvur og natron og lat í deiggið saman við grovthakkaðu jarðnøtunum og tí grovthakkaðu sjokolátuni. Skeiða smákøkurnar við einari súpuskeið á plátuna við bakipappíri. Trýst køkurnar flatar við skeiðini. Baka við 175 stigum í uml. 12 min. Lat køkurnar kølna á ristini, og goym tær væl í einari dós. Feitar freistingar Lagt til rættis: Dorit Hansen