fríggjadagur 14. september 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2007
7
nr 1
7
nr 2.
8
2007
nr 1
Rákið2007
nr 2.
Í ár eru 100 ár síðani
upphavskvinnan til Pippi
Smokkulegg, Astrid Lind-
gren, varð borin í heim.
Umframt søgurnar um hesa
festligu fyrimyndina hjá
øllum herligum gentum,
skrivaði hon eisini bøkurnar
um Emil, Ronju, brøðurnar
Leyvuhjarta og mangar
aðrar. Við at binda troyggjuna hjá Pippi og
lata børnini ganga í henni, eru vit øll somul
við til at hátíðarhalda hundrað ára dagin.
Stødd: 4 - 6 mðr.
tógv: 2-tráða frá Navia
Hvítt: 100 gr.
Blátt: 100 gr.
Reytt: 100 gr.
Stokkar: Rundstokkur nr. 3
Bulur:
Kasta 120 eygu av bláum upp á rundstokk nummar 3 og bind 4 umfør
rond (1 rætt, 1 rangt) av bláum. Skift til hvítt og bind 8 umfør. Tá ið
rondin er liðug tak javnt upp á til 140 eygu. Bind 10 umfør av hvítum,
skift sídani til reytt og bind mynstrið 4 umfør, sídani 10 umfør hvítt
og skift til blátt o.s.fr. Bind soleiðis til bulurin er 18 cm.
FramStykkið:
Být bulin í tvey og halt fram við mynstrinum, til forstykkið er 23
cm. Tak tey 18 mittastu eyguni og lat tey hvíla. Bind víðari og læs
eitt eyga av annaðhvørt umfar móti hálsinum Tá ið forstykkið er 30
cm, verða restin av eygunum læst av.
BakStykkið:
Bind til bulur og ryggur eru 28 cm. Tak tey mittastu 30 eygu, og lat
tey hvíla og bind 4 umfør og læs 1 eyga av annaðhvørt umfar móti
hálsinum. Bind hina síðuna líka. Læs av.
HálSurin:
Tak tey eyguni, sum hvíla framman og aftan á ein rundstokk. Bind
8 umfør rond og tak av.
Ermar:
Kasta 36 eygu við bláum á stokkar nummar 3 og bind 4 umfør
rond. Skift síðani til hvítt. Tá ið rondin er liðug tak javnt uppá til
46 eygu. Bind á sama hátt, sum tú bant buluin. Tak eitt eyga uppá
annaðhvørt umfar. Tá ið erman er 20 cm verður læst av og erman
seymað saman.
tilgErð:
Seyma forstykkið og bakstykkið saman. Um tú hevur bundið hálsin
í tveimum - bind hann eisini saman. Seyma ermarnar í.
5 5 5 5 5 5
5 5 5 5 5 5
5 5 5 5 5 5
5 5 5 5 5 5
5 5 5 5 5 5
5 5 5 5 5 5
design: Klassiskt svenskt mynstur model: Julian Tørnroos
mynd: Inna Tørnroos og Swedish Imagebank lagt til rættis: Inna Tørnroos
Bind klassisku troyggjuna
hjá Pippi Smokkuleggi
Tað ber til at binda troygguna við tvei-
mum ymiskum mynstrum – tað ovara
er mynstrið okkara troyggja er bundin
við, meðan tað niðara mynstrið er tað,
ið nógvar aðrar "Pippi-troyggjur" verða
bundnar við – millum annað hon til
vinstru her.
Vel sjálv hvat tær dámar betur.
tvey ymisk mynstur