fríggjadagur 14. september 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2007
7
nr 1
2007 nr 2.
7
40
2007
nr 1
Rákið2007
nr 2.
Eisini innan hárrøkt vindur
grøna rákið upp á seg. Vit hava
verið í Klaksvík og litað hárið
blóðreytt. Men hóast reyði litu-
rin sær ordiliga syntetiskur út, so
er hann bæði vistfrøðiligur og
umhvørvisvinarligur.
Seinasta árið hevur Hansa Vest av Tvøroyri átt
og rikið hárfríðkanarstovuna Hárlist í Klaksvík.
Tað sermerkta við Hárlist er, at allar vørurnar
eru vistfrøðiligar. Liting, sjampoo, smyrsl og
annað, sum verður brúkt á hárfríðkanarstovuni,
er alt vistfrøðiligt.
Tað var beinanvegin greitt fyri 30 ára gomlu
Hansu, at skuldi hon reka eina hárfríðkanarstovu,
so skuldi so nógv, sum gjørligt vera vistfrøðiligt.
Tað eru bert nakrar heilt fáar hárfríðkanarstovur í
Føroyum, sum bara brúka vistfrøðiligar vørur.
– Ongin ivi er, at tað bæði er betri fyri frisørarnar,
kundan og umhvørvið, sigur Hansa, og greiðir
frá, at tá ið vit siga vistfrøðiligt, merkir tað, at
97 prosent av framleiðsluni stavar beinleiðis frá
plantum. Einki amoniakk er í hárlitingini, og
eingi gass eru í hárspreyinum. Harumframt eru
øll íløt og pakkar úr endurnýtslutilfari.
– Hetta ger, at bæði kundin og frisørarnir eru í
minni vanda fyri at fáa ovurviðkvæmi, umframt
at inniluftin er reinari, sigur Hansa, sum heldur,
at vistfrøðiligu vørurnar eru minst líka so góðar
sum tær evnafrøðiligu, og prísurin er áleið tann
sami, og viðhvørt eisini bíligari.
– Litirnir eru bæði blankari og halda betur.
Men teir eru bert til í høvuðslitum, so vit blanda
sjálvar allar nuansur, og tað krevur, at vit hugsa
meira teoretiskt, sigur Hansa.
Í Íslandi á skeið
Hansa samstarvar nógv við íslendingar, hiðani
vistfrøðiligu vørurnar verða innfluttar. Hon er
eisini javnan í Íslandi á skeið, har hon millum
annað hevur tætt samstarv við føroyska Jógvan
Hansen frá X-factor.
Hann hevur sína egnu hárfríðkanarstovu
í Reykjavík, Unique, har tey eisini brúka
vistfrøðiligar vørur.
Hansa droymir um at víðka hárfríðkanarstovuna
til eisini at fevna um aðra vakurleikaviðgerð, har
alt sjálvandi eisini skal vera vistfrøðiligt.
– Tað liggur ein heil hugsjón aftan fyri Aveda,
sum merkið eitur. Hetta er ein hin mest selda
hárseria í heiminum, og har fæst alt til spa og
vakurleikarøkt, líka frá sápu til krem og smyrsl.
Kundi hugsað mær at latið eina spa-stovu upp her
í Klaksvík, men enn er hetta bara ein dreymur, tí
her í hølunum er ikki pláss fyri meira virksemi,
sigur Hansa Vest. n
Reytt
Skrivað hevur: Ragnhild Dam
Myndir: Jens Kristian Vang