fríggjadagur 14. september 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2007
7
nr 1
2007 nr 2.
44
2007
nr 1
Rákið2007
nr 2.
Forelskað í málarínum
Sjarmerandi úttalan, við teimum eyðkendu ur-endingunum, avdúkar, at konan er úr Suðuroy. Hon
flennir ofta og hart við breiðum, reyðum munni í eini appilsinlittari stovu í appil-singula og reyða
húsinum við bláa fjørðin yviri við Strond í Havn, har hon býr saman við manni, kettu og hundi.
Seinni í heyst fer 57 ára gamla listakvinnan Rannvá Holm Mortensen til India at mála í fimm
mánaðir, og tað er í hesum sambandi, at vit hava prátað við hana um um lívið og listina.
KP: Hví India?
RM: Eg var har í tríggjar mánaðir í fjør og
hevði tá høvi til at uppliva eina heilt aðra
mentan enn okkara. Tað er so sera gott fyri
sinnið. Eg hevði frælsi til at gera júst tað, eg
vildi. Kundi eygleiða lívið har og bara vera
til. Eg fór hagar fyri at samla orku og tøma
høvdið, tí eg veruliga trongdi til okkurt tá.
Hesi seinastu árini hava verið strævin; eg
havi arbeitt hart við mínari list og hevði
tørv á, at okkurt nýtt skuldi henda.
Rannvá slær út við báðum hondum,
meðan hon tosar, fyri at undirstrika síni orð.
Tað ger hon ofta, men hon er alt annað enn
tilgjørd, tá hon greiðir frá, hví ferðamálið
júst bleiv Goa:
– Nógv hugtekur meg við India, men tað
var altso mest tí, at har er heitt og bíligt.
Og so vóru einar dyr eisini opnar, tí vinur
mín Eivindur í Gongini, býr har. Hesa ferð
fari eg undan, síðan kemur maðurin Jóanes
í januar, sum fer at royna at skriva har í seks
vikur. Tað er so spennandi at uppliva munin
millum lívið her og har. Seinast bleiv eg
ómetaliga inspirerað og málaði nógvar
vatnlitsmyndir og skitsutekningar, sum
eg síðan sýndi fram í Smiðjuni í Lítluvík.
Í India valdar ein øgiligur stættarmunur,
og kastuskipanin, sum skuldi eitast at
vera avtikin við Ghandi, livir enn í øllum
góðum. Tað er brutalt, men samstundis er
har ein lívsgleði og ein opinleiki, sum tú
slett ikki finnur her.
KP: Tú fer til Goa?
RM: Ja, eg fari aftur til Goa, sum er ein
gamal portugisiskur statur. Evropiska árinið
sæst aftur har, eitt nú á arkitekturinum og
á tónleikinum. Her er nógv ferðafólk, og
livistøðið er sum heild hægri enn aðrastaðni
í India. Men kortini síggjast sosialir
mótsetningar millum okkum vesturlendsku
ferðafólk og á indarum, sum streyma til frá
øðrum statum - Kashmir, Nepal og Tibet,
fyri at arbeiða í Goa.
Sosialt medvit
Tað er eyðsæð, at Rannvá hevur ein
brennandi sosialan og politiskan áhuga.
Eg spyrji, hvaðani sosiala og politiska
medvitið stavar:
– Mamma mín var passionerað tjóð-
veldiskvinna uttan at gera so nógv burtur
úr tí, og hjá mostur míni Morid í Havn var
nógv tosað um politikk og republikkina.
Prentsmiðjan hjá 14. September var
bygt uppí hús hennara í Hornabø, og vit
børn gingu og deildu fjúrtanda út. Tað
feministiska medvitið kom kanska serliga,
tá eg var niðri og las til ídnaðarlaborant.
Tað var ikki nakað beinleiðis akademiskt
miljø eg var í, men tá í 80unum var
nógvur aktivitetur í Føroyahúsinum. Har
hildu feløg sum til dømis Framin, Komm.
Ú. og Kvinnufylkingin til. Eg var limur í
Kvinnufylkingini í nógv ár, og vit skipaðu
fyri nógvum fundum og fleiri 8. mars
tiltøkum. Tað er jú framvegis soleiðis, at
menn fáa hægri løn enn kvinnur. Patriarkatið
situr enn á fleskinum, og tað ekkóar
eisini inn í listaheimin, har listamenn eru
yvirumboðaðir á listasøvnum, eins og teir
hava fleiri framsýningar enn kvinnur.
Myndlistin
KP: Nær byrjaði tú at fáast við
myndlist
RM: Eg havi altíð teknað og dugað at
visualiserað. At tekna gevur mær eina
sovorðna lukkukenslu. Tað er so óavmarkað
og gevur eitt stórt frælsi. Óendaligir
møguleikar eru í myndum, og tað er júst
hetta, sum er so fantastiska dragandi.
Myndlist er fullkomiliga markleys. Eitt
lørift er sum eitt rúm, tú granskar. Mann
blívur púra burtur í tí og vil alla tíðina hava
meir. Tað er sum at vera forelskað. Mær
dámar at fáast við litir og litsamanseting,
og við árunum havi eg fingið eina ávísa
rutinu.
Rannvá tykist so yvirhugað, tá hon tosar
um málarí, at tað er ringt at skilja, at hon
kom so seint í gongd við listini, sum hon
gjørdi og at hon enn stendur skrásett sum
sjúkrahjálpari í telefonbókini
– Eg havi altíð vitað, at tað, eg gjørdi
var fyribils og havi bara bíðað, til eg slapp
at mála. Hví tað kom so seint, veit eg ikki
ordiliga, men har hevur verið so nógv
annað, skúli, familja og børn. Tað er so
fíggjarliga óvist við listini, og nú eru vit jú
tvey í húsarhaldinum, sum fáast við list.
KP: Men ikki er óvanligt, at kvinnur
raðfesta seg sjálvar síðst
RM: Nei, tað er tíverri rætt. Støðan er
sjálvandi lutvíst lívfrøðiliga treytað við
tað, at vit føða børn. Tað, at vera listafólk
krevur veruliga, at tú ert super egoist.
Tað riggar yvirhøvur ikki at ganga í
atelierinum og hugsa um, hvat familjan
skal hava til døgurða. Eisini er tíðin
undan eini framsýning serliga krevjandi
fyri familjuna, sum verður tveitt út í eina
kensluliga sentrifugu. Tú ert so ótólin og
húðaleys, og tá er tað heilt øgiliga ringt at
sameina familjulív við lívið sum listafólk.
Samstundis er familjan bardunin, sum
heldur tær niðri á jørðini, og sum veruliga
stuðlar.
Politisk list
Meðan vit tosa um myndlist í rúmari
merking, nevnir Rannvá eina langa røð av
listafólkum, millum annað Michelangelo,
Rembrandt, Goya og Dali. Hon kemur
í samrøðuni javnan inn á frælsi, bæði
persónligt, politiskt og listarligt frælsi,
eins og hon tosar nógv um haft og um
at vera bundin. Hetta eru eyðsýniligt
grundmótsetningar, ið hava ávirkað hennara
lív, men sum eisini spæla ein høvuðsleiklut
í list hennara. Hon var lutfalsliga tilkomin,
tá ið hon í 1997 fór at savna seg um
listina, hugkveikt av einum uppihaldi á
listaháskúla.
– Í fyrstani málaði eg abstrakt
ekspressionistisk landsløg, men síðani
leitaði eg víðari.
Rannvá hugdi í bøkur og gekk á
framsýningar og gjørdist eitt nú hugtikin av
týska grafikaranum Käthe Kollwitz (1867-
1945), sum millum annað gjørdi eina
figurativa røð av ekspressivum myndum
við heitinum “Bóndakríggið”, ið mynda
líðingarnar og stríðið, sum uppreisturin
hevði við sær. Frida Kahlo (1907-1954),
sum eins og Kollwitz var kommunistiskt
áhugað, er eisini ein viðurkend fyrimynd.
Rannvá er hugtikin av Kahlo, sum málaði
sín veruleika á ein primitivistiskan,
surrealistiskan hátt, ið virkar so sterkt:
– Myndir hennara eru í veruleikanum
samansettar við fleiri hendingagongdum í
einum lørifti, og hetta haldi eg vera serliga
áhugavert og hugkveikjandi. Eg eigi eina
plakat, sum avmyndar kendu myndina
“Fjórða Stættin” hjá italska listamanninum
Guiseppe Pelizza da Volpedo (1868-1907),
og hesa brúkti eg í einum stórum verki, eg
sendi inn til Várframsýningina í 2003.
Tað skulu koma dagar
Áhugaverda verkið “Tað skulu koma dagar”
er samansett av 12 løriftum, sum tilsamans
mynda eina monumentala, avlanga heild, ið
er miðsavnað kring arbeiðararnar úr mynd
Volpedos, ið eru settir á eitt heimskort.
Tøknin er blandað foto, grafikkur og
kollasja, sum málað er á. Litavalið
spennir frá reydligum dokumentarlíkum
til blóðreytt, sum óivað skal fatast
symbolskt sum liturin á hjartablóði,
kærleika og tílikum. Í hendingagongdini
dregur listakvinnan umráðandi myndaliðir
og staklutir fram á ein hátt, sum sameinir
persónligar og almennar hendingar, ið allar
verða samantvinnaðar av einum blóð- og
rørkervi. Hugburðurin er sosialistiskur og
feministiskur. Hetjurnar í hesum myndum
eru verkafólk, kvinnur og menn og teirra
alheimsmegi og offur. Verkið er viðvíkjandi
stødd, tøkni og innihaldi heilt óvanligt í
føroyskari list og vísti seg eisini áhugavert,
tá kuratorarnir Frederikke Hansen og Tone
Olaf Nielsen leitaðu eftir einum føroyskum
íkasti til NIFCA verkætlanina “Rethinking
Nordic Colonialism”, sum eitt nú var sýnd í
Listaskálanum í fjør. Henda seinna myndin
minnir um ta fyrru, hóast hon er enn størri
í vavi. Hugburðurin er eisini sosialistiskur
ella humanistiskur og feministiskur og setur
millum annað fram aktuellar spurningar
til ríkisfelagsskapin. Føroya Tele valdi
sera hóskandi at keypa myndina, ið hevur
heitið “Samskifti” og sum kann skoðast í
kantinuni í Føroya Tele, har hon hongur sera
væl. Samskifti er sum heild sera umráðandi
fyri Rannvá, bæði samskifti við áskoðarar
og listafólk, gallaríir og listasamtøk. Hon
heldur, at listafólkalívið er heldur einsligt
í Føroyum og kundi hugsað sær at gjørt
royndir eitt nú við vidolist og líknandi, men
heldur, at tað vantar eitt stað, har listafólk
kunnu arbeiða við slíkum:
– Eg eri sjálvlærd og havi gjøgnum árini
lært meg handverkið. Tí eri eg kanska eisini
farin at gera meira figurativar myndir.
Meira tú dugir, fleiri úttrykksmøguleikar
eru. Hetta krevur dissiplin, og tað haldi
eg, at eg havi. Ikki minst av tí, at eg kom
nokk so seint í gongd. Eg eri drigin at tí
surrealistiska, av møguleikanum at seta
fleiri veruleikar við síðuna av hvørjum
øðrum. Verkið “Hin langa ferðin”
myndaði ein grønan undirsjóvarheim við
menniskjaverum, ið hingu í træðrum, sum
binda tey ikki bara til lívið og frælsi, men
sum samstundis kunnu vera eitt haft. Ein
grønur, organiskur og fruktagóður heimur,
har tú samstundis ikki fært anda. Hetta var
Skrivað hevur: Kinna Poulsen