Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2007 7 nr 1 2007 7 nr 2. 46 2007  nr 1 Rákið2007  nr 2. Øll eru vælkomin at vera við, tá ið lesi- bólkurin á Klaksvíkar bókasavni 25. september fer at kjakast um skaldsøguna Burtur eftir Bergtóru Hanusardóttir Eins og í fjør fer Klaksvíkar bókasavn at hava ein lesibólk í vetur, har áhugað hittast at tosa um eina skaldsøgu. Ætlanin er at hittast fyrstu ferð 25. september kl. 19.30 og síðani annan hvønn mánað fram til apríl mánað. Hetta fyrsta kvøldið fer bólkurin at kjakast um skaldsøguna Burtur eftir Bergtóru Hanusardóttir. Hvørjar aðrar skaldsøgur verða lisnar seinni, ger bólkurin av í felag. Burtur kom út beint fyri jól í fjør, og er einasta føroyska skaldsøgan, sum kom út í 2006. Søgan fer fram í 1970 árunum, og snýr seg um Róa og Sólju, sum fara til Danmarkar at lesa. Tilveran burturi verður tó ikki heilt, sum tey høvdu væntað. Tey skulu kunna seg við eitt nýtt land og royna at lofta sær í tí fremmanda. Tað svárasta er tó at halda fram sum par undir heilt øðrum umstøðum, enn tey eru von við. Klaksvíkar bókasavn eigur fleiri eintøk av Burtur. Í sambandi við tiltakið verður lánitíðin tó 14 dagar fyri at so nógv, sum gjørligt skulu hava møguleika at lesa bókina. Hevur tú brúk fyri at kopla úr í góðum selskapi, so krúp inn undir teppið og inn á pubbina á Maple Street Sharon owenS, BelfaSt tríverkið: tehuSet på MulBerry Street, DanSeSalen på Magnolia Street og puBBen på Maple Street, Schultz, 2007 Øll, ið hava sett síni bein á eini veruligari írskari pub, vita, at her kanst tú hitta heimsins fittastu, stuttligastu og løgnastu menniskju. Sum fólkaligur gestur mást tú tó lata tær lynda bert at eygleiða sjarmerandi typurnar og gita teg til, hvør goymir seg aftan fyri vinarligu smílini, morreyðu søgurnar, syngjandi røddirnar og skálrópini. Lívið í pubbini Ikki so løgið, at tað var í hesum umhvørvinum, at írski høvundurin Sharon Owens fekk hugskotið til bókina Pubben på Maple Street, ið er 3. bindið í hennara vælumtókta Belfast tríverki, ið júst er týtt til danskt. Saman við henni sleppur lesarin at vera við, meðan eitt sera undirhaldandi gallarí av sorgblíðum lagnum ferðast inn og út úr lívinum hjá hvørjum øðrum og pubbini á Maple Street. Í miðdeplinum av hendingum stendur parið Lily og Jack Beaumont, ið framvegis eru líka forelskað eftir 20 ára hjúnalag. Øll hesi árini hava tey rikið og hjúklað um sína hugnaligu, viktoriansku pubb á Maple Street í einum av gomlu býarpørtunum í norðurírska høvuðsstaðnum Belfast. Her sita teir tríggir gomlu gubbarnir, Barney, Joey og Francy, ið flýggja frá einseminum við at brúka pubbina sum sítt heim, rithøvundurin Liam, ið roynir at upploysa sína skriviblokering í whiskey og kona hansara, sum bíðar eftir, at hann skal skriva ein metseljara, so hon kann fáa enn eina plastiska skurðviðgerð. Fyri bert at nevna nakrar av føstu gestunum á pubbini. Friðurin órógvaður Sjálvandi slepst ikki undan, at friðurin á Maple Street brádliga ein dagin verður órógvaður. Uttan at nakar veit av, kunnger stóri byggiharrin í býnum eina stórfingnað ætlan um at gera hálvkeðiligu Maple Street til eina stásiliga handilsgøtu. Jack og Lily vita, at hetta kann gerast endin á teirra lívsverki og ein vannlukka fyri sterka samanhaldið millum fólki á gøtuni. Lily kastar tískil alla sína orku í eina bjargingarætlan við at seta í starv fýra vakrar og eiggiligar kvinnuligar barrvørðar og tveir sexutar sangarar í eini vón um, at gamla pubbin fer at hóska betur inn í tjekkaða stílin hjá byggiharranum. Bjargingarliðið vísir seg tó skjótt at vera sett saman av minst líka løgnum og kiksaðum sniglum, sum vanliga halda til í pubbini. Sum lesarin ivaleyst hevur gitt, er bókin sera undirhaldandi. Serliga løturnar við bjarginarroyndini minna ikki sørt um sera skemtiliga filmin The Full Monty, har seks arbeiðsleysir stálarbeiðarar í Sheffield byrja at strippa fyri at tjena sær nøkur oyru. Tað er eisini her, rithøvundurin letur sínar persónar trína inn á pallin og vísir sína styrki sum menniskjalýsari við óvanliga góðum hegni at fáa fram persónlig sereyðkenni. Skýli Tað tykist kanska nakað løgið, at ófriðurin í Norðurírlandi og serliga í Belfast næstan ikki spælir nakran leiklut í hvørki hesi ella hinum báðum bókunum, Tehuset på Mulberry Street og Dansesalen på Magnolia Street, í Belfast tríverkinum. Orsøkin er uttan iva, at hesi savningarstøðini skulu virka sum skýli, ið vísa, at sjálvt í mest krígsherjaðu umstøðum royna menniskju at liva teirra vanligu menniskjaligu lív. Tehúsið, Dansistovan og Pubbin gerast samstundis einasta fasta haldpunktið, tá alt annað tykist at standa fyri hóttafalli, við tað at tey eru karmur um nøkur ævigt galdandi virði. Tí var fyrsta bókin til dømis í uppskoti sum ársins kærleiksskaldsøga í Bretlandi 2006. Ein slík lesing fær Belfast tríverkið at ljóða heldur klisjékent. Men at bólka tær undir lættisoppa, sum fleiri hava gjørt, meti eg ikki vera heilt rætt. Víst er bygnaðurin í so siðbundin og lættur at spáa um, men lýsingarnar av huglagnum og umhvørvinum eru so livandi, at tú smakkar matin, hesi sorgblíðu menniskju eta og hoyrir teirra røddir fyri tær. Belfast tríverkið hevur ongar ambitiónir um at vera skaldskapur á høgum støði. Hevur tú hinvegin brúk fyri at kopla úr og hugna tær í góðum selskapi, so krúp inn undir teppið og síðurnar á Pubben på Maple Street. Ella eina av hinum báðum bókunum, tí tær kunnu saktans lesast hvør sær.  Eitt forførandi gys leonora chriStine Skov, chaMpagnepi- gen, athene, 2007 Eitt fitt petti inni í bókini Cham- pagnepigen eftir Leonora Christine Skov hevur lesarin framvegis eina trygga kenslu av at flóta ekkalayst runt í eini ópliktandi skaldsøgu. At rithøvundurin er ein av hvassastu ummælarum á Weekendavísini og í send- ingini “Smagsdommerne” átti at boða frá øðrum, men kortini. Bókin snýr seg um rithø- vundan Linn, sum er gift við tí deiliga sjónvarpssálar- frøðinginum Isak, sum hartil hevur tvey so fitt og ker børn við sær í hjúnar- lagið, at tú skuldi trúð, tað var lygn. Tað sýnist, at tey liva eina dreymatilveru. Tey eru vøkur, rík og javnan at síggja í fjølmiðlunum. Men tá ið enn ein journalistur vil hava eitt petti av glans- myndini, støkkir myndin sundur. Spakuliga avdúkar journalisturin ein ræðuleika fyri og annan eftir um parið. Millum annað dyrka tey eitt sjúkligt sexlív, sum fyri tað mesta snýr seg um at misnýta onnur. Hvøkkurin av knappliga at vera fangaður í einari ele- gantari sálarligari ræðubók ger, at Champagnepigen er trupul at rista av sær aftur. Lesarin kennir seg snøgt sagt forførdan. Tað er langt síðani, eg havi lisið eina so sann- førandi og neyva lýsing av sjálvssviki, tá ið tað stingur allar djúpast. Málsliga er bókin ein fragd at lesa, og bygnaðarliga darrar hon av spenningi og ógvusligum sexleiki líka til endan, tá ið søgan fær eina heilt óvæn- taða vend. Champagnepigen gjørd- ist alt fyri eitt metseljari, tá ið hon kom út í vár. Um- mælararnir býttu seg tó í tveir partar. Kvinnurnar fegnaðust, meðan mannfól- kini hildu bókina innihalda alt ov nógv sex ... Sorgblíðar lagnur í Belfast Lesibólkur kjakast um Burtur Lagt til rættis: Anna V. Ellingsgaard