fríggjadagur 14. september 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2007
7
nr 1
2007
7
nr 2.
18
2007
nr 1
Rákið2007
nr 2.
Rákið innan mótaheimin er sera einfalt fyri
tíðina: Alt er loyvt!
Tí er eisini upplagt at brúka klæði og lutir,
sum onnur ikki tíma at eiga longur.
Endurnýtsluhandlar vinda tí eisini alt meira
upp á seg.
Endamálið við at keypa endurnýtsluvøru er ikki í sjálvum sær at
spara pening, men at finna sín egna stíl, lita, seyma um og seta
saman á ein persónligari hátt.
Í Havn eru tríggir endurnýtsluhandlar, sum eru sera væl umtóktir
og vitjaðir: Bláakrossbúðin í Kongagøtu, Folkekirkens Nødhjælp
í Tróndargøtu og Reyði Krossur á Bryggjubakka.
Endurnýtsluklæði eru sum oftast brúkt, men eisini eru
mótahandlar, sum lata spildurnýggj klæði til handlarnar.
At yvirskotið fer til vælgerandi endamál, ger tað bara betri.
Vit hava vitjað í handlunum, og viðganga, at vit eru sera nøgdar
við fongin.
Lagt til rættis: Ragnhild Dam Myndir: Álvur Haraldsen Smyrsl: Cosmeto
Second-hand
hond í hond
Ruth
Pink kjóli frá Blákross 40 kr.
Svart belti - privat ogn
Rúna
Skipstroyggja frá Blákross 50 kr.
Stuttur cowboyniðurdeilur frá Reyða Krossi 25 kr.
Reyð taska frá Reyða Krossi 25 kr.
Hervør
Brúnur toppur/
kjóli við prikkum
frá Iktys 20 kr.
Svartar gamassjur
– privat ogn
Ruth
Reyður frakki við hek-
klaðum ermum og hettu
frá Iktys 60 kr.