Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2007 7 nr 1 nr 2. 22 2007  nr 1 Rákið2007  nr 2. Vit elska kjerligheit Hóast summarið er farið at halla, og hugurin til hugna, hekkling og heitt kakao aftur er í hæd- dini, skulu vit ikki gloyma at minnast at hjúkla um hvønn annan. Tað er so nógv lættari at vera forelskað um summarið, tá ið blómurnar spretta, kjólarnir leiftra og amorinurnar flákra í luftini. Veruligur og inniligur kærleiki er framhaldandi heitur, tá ið summarið er av, og hann heldur hitanum bæði heyst og vetur. Romantikkur er ikki bara nakað mann lesur um í bløðunum, hann er eisini her hjá okkum. Men hjørtu, blómur og sjokolátu hava vit líkasum sæð fyrr – hjarta er so amerikanskt, blómur eru tekin um ringa samvitsku, og sjokolátan verður handað víðari til onkra vinkonu, sum er alt ov kløn. Tí verður tú hervið boðin inn í ein heim av øðrvísi romantiskum listum, sum bæði eru herligari og kjerligari, tá ið tað snýr seg um at halda lív í kærleikanum, ella fáa lív í aftur kærleikan í parlagnum. Lagt til rættis: Rigmor Dam l Majoneshjarta í matpakkan l Eina góða bók við til skips – við einum lítlum lepa í l Ein muss á ein serviett í matpakkan l At seta myndir í album saman l At lesa søgur fyri hvørjum øðrum l At skypast í arbeiðstíðini l Skiftið um kodda! l Læra eitt fremmandamál á kvøldskúla saman l Skulka og liggja í songini saman allan dagin l Lat teg í troyggju hansara og njót angan av honum l At fara á seiðaberg saman l At liggja í tjaldi við Leynavatn l At hoyggja saman l Lumpa eina karamellu í jakkalumman l Koyra túr við prutlinum l At fríggja í eini kavafonn l At eta høsnarunga við fingrunum saman, meðan tit hyggja inn í ey- guni á hvørjum øðrum alla tíðina – kann vera bæði stuttligt og frekt!! ...Og um hann ikki er serliga romantiskur: l Legg ein parfumuprøva í jakkalumman hansara l Skriva “eina reyða rósu” á innkeypslistan, tá ið tú sendir hann í býin ...Ein neyðloysn, um hann heldur ikki skilur skemt