fríggjadagur 14. september 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2007
7
nr 1
2007 nr 2.
31
Rákið2007
nr 1
Rákið2007
nr 2.
– Ein boðskapur, sum verður lisin upp, er drepandi
fyri áhoyrararnar. Hugsa heldur um at fáa samband
við áhoyrararnar, og at gera tær greitt, hvat ið tú
hevur upp á hjarta, sigur Hildur Patursson.
Tey, sum kundu hugsað sær at fingið Hildur
Patursson út at halda skeið í ein dag, kunnu
lesa meira á skeiðstænastu hennara á: www.
forleikamenning.fo
Hon gongur spakuliga niðan móti røðarapallinum.
Tað ørar fyri eygunum, og pallurin, veggirnir, ja, alt
siglir fyri henni. Knappliga angrar hon meira enn
nakað annað, at hon játtaði at leggja fram. Er um at
detta, tí beinini skelva og hjartað dukar, so tað sæst
gjøgnum blusuna. Muðurin er turrur, og varrarnar
klepruttar, og hon vil bæði kukka og spýggja í senn.
Men nú er ov seint, tí áðrenn hon varnast tað, stendur
hon við røðarapallinum og finglast við pappírið, sum
hon dugdi uttanat, tá ið hon vandi og vandi framman
fyri manninum í gjárkvøldið. Slættar tað niður á pultin,
skeitir í tað, men alt rennur bara saman fyri henni,
og hon veit ikki, hvat hon skal gera av hondunum.
Alt er burtur, og hon ánar ikki, hví hon stendur her.
Knappliga er tað yvirstaðið. Fólkini klappa, og ein
onnur kvinna aftast í salinum ger seg til reiðar at
trína niðan á røðarapallin.
At trína fram er ein vanasak
Tá ið Hildur Patursson úr Havn var forkvinna í Føroya
Pedagogfelag í tíðarskeiðinum 1986 – 1998, varnaðist
hon, at nógvar kvinnur aftraðu seg við at taka orðið,
tá ið avgerðirnar skuldu takast.
– Tær høvdu nógv áhugaverd sjónarmið, og vóru
væl orðaðar, tá ið tosað var í kaffistovuni. Men tá ið
sjónarmiðini skuldu út til eina størri fjøld, til dømis
á aðalfundi, so tagdu tær, greiðir Hildur Patursson
frá. Hon heldur, at tað er ein álvarsligur trupulleiki
fyri demokratiið, at ein stórur partur av fólkinum ikki
hættar sær at taka orðið og grundgeva fyri sínari søk.
Tí demokratiið virkar bara, tá ið øll koma fram.
Hetta var eisini orsøkin til, at Hildur gjørdi av at bjóða
út tori- og taluskeið fyri lærara- og pedagoglesandi og
fyri álitisfólkum og nevndarlimum í fakfeløgum.
– Eg havi staðið við kvinnum, sum hava verið um
at detta av berum nervøsiteti, men tá tær so hava
gjøgnumført tað, eru tær fantastiska glaðar. Og
longu næstu ferð tær taka orðið, er tað nógvar ferðir
lættari.
Vit verða ongantíð fullkomnar
Hildur Patursson sigur, at fólk, sum ikki tora at taka
orðið, eru bangin fyri at gera seg fyri skommum, og
at hini kanska fara at flenna.
– Veruleikin er tann, at fólk lurta, tá ið onkur hevur
okkurt upp á hjarta. Størsti fíggindin er í veruleikanum
tú sjálv, og tí er stóra avbjóðingin at møta tær sjálvari,
og tí, sum tú ímyndar tær, sigur hon.
Ofta fýlast fólk á, at so fáar kvinnur eru í politikki,
og at sokallaðu bleytu virðini koma ikki nóg væl til
sjóndar í politiska orðaskiftinum.
– Men tað er avgjørt eisini okkum sjálvum fyri at
takka. Tí tá ið vit tiga, so kunnu vit ikki rokna við, at
nakar annar talar søk okkara, sigur Hildur Patursson,
sum heldur, at um kvinnurnar halda, at tær mugu bíða
til tær eru perfektar, so verður tað ongantíð.
Tá ið prátið fellur á hugburð okkara til kvinnur,
sum taka orðið, sigur Hildur Patursson, at tað kostar
at stinga høvdið fram.
– Jantelógin er sterk, men ikki sterkari enn tú
sjálv gert hana. Hana kanst bara tú venda og broyta.
Hon er ikki samtykt í løgtinginum, men av hvørjum
einstøkum okkara, sigur hon.
Normalt at vera bangin
Ongin er deyður av at taka orðið. Og hvat er tað ringasta
sum kann henda. Soleiðis spyr Hildur Patursson, sum
heldur, at tað ræður um at vera góð við teg sjálva.
– Lat summarfuglarnar flaksa, men sama veg. Tí
tað er í lagi at vera nervøs, tað er tekin um, at tú tekur
uppgávuna í álvara og vilt gera títt besta, sigur hon.
Og hon vísir á, at tað er púra vanligt, at tey sum hava
talað, ikki minnast, hvat ið tey søgdu aftaná.
– Tað er eisini í lagi at gloyma okkurt burturímillum,
tí at kjarnin í boðskapinum kemur sum oftast fram
hóast alt, sigur hon.
Tá ið Hildur hevur hildið skeið fyri kvinnum
brúka tær videoupptøkur, so tær kunnu spola aftur
og síggja seg sjálvar aftur saman við einum lítlum
hyggjaraskara.
– Tá verða tær púra paff, tí at nervøsiteturin sæst
ikki aftur. So hóast tær hava hjartabankan og beinini
ristast, so sæst hetta ikki, slær hon fast.
Tala til allar streingir
Tá ið tað snýr seg um at taka orðið, halda eina røðu og
at fyrireika eitt upplegg, eru ávísar reglur, ein eigur at
hugsa um. Retorikkur, ella læran um at argumentera,
er elsta lærugrein sum er til, og stavar hon heilt afturi
úr fornari grikskari mentan.
– Skal eitt innlegg vera gott, so mást tú eisini arbeiða
við tí. Argumentini skulu halda, og boðskapurin skal
vera greiður. Tú skalt sjálv trúgva upp á tað, sum tú
sigur, og boðskapurin skal koma innanífrá. Tú skalt
vísa, at tú brennr fyri sakini, so tú nertir við fólk. Men
allar fyrst mást tú tora, greiðir Hildur Patursson frá.
Og hon vísir staðiliga á, at ein boðskapur, sum
verður lisin upp, er drepandi fyri áhoyrararnar.
– Um tú veruliga hevur tørv á at hava eitt pappír,
so skriva bara setningin, sum tú endar við og kanska
nøkur fá punkt niður. Hugsa annars um at slappa av
og at fáa samband við áhoyrararnar. Fremst av øllum:
Ger tær greitt, hvat ið tú hevur upp á hjarta og sig við
teg sjálva: Tað, sum eg vil siga er, at...og so boðskapin
púra greiðan, sigur Hildur Patursson.
Eisini greiðir hon frá, at tú skalt tora at endurtaka
tað, sum tú sigur, og ikki minst at hava smáar steðgir
í innlegginum.
Tá ið Hildur Patursson talar um retorikkin, so hevur
sambandið við áhoyraran alt at siga. Tí hevur tað eisini
alstóran týdning, at tú nemur allar streingir, um tú vilt
verða hoyrd. Og hon greiðir frá, at vit tosa um tríggjar
appelformar: Logos, sum er fornufturin; pathos, sum
er til hjartað og so ethos, sum snýr seg um útstráling.
Ein væl framborin og fyrireikað røða, sum fær fólk at
lýða á og kanska eisini at flyta seg, hevur allar hesar
tríggjar partar í sær.
Ríkari við fleiri áskoðanum
Eitt annað, sum Hildur Patursson hevur góðar royndir
við, er at stuðla kvinnum positivt, tá ið tær bjóða seg
fram. Hon sigur, at vit kvinnur skulu venja okkum við
at stuðla hvørja aðrari, og at viðurkenna og koma við
positivum viðmerkingum til hvørja aðra.
– Eisini teimum, sum vit eru ósamdar við, tí tað er
eisini ein avbjóðing hjá teimum at taka orðið, sigur
hon. Og hon heldur, at vit føroyingar hava lyndi til at
ræðast ósemjurnar í staðin fyri at fegnast um, at øll
koma fram við sínum sjónarmiðum, og at taka tað sum
eina gávu at sleppa at hoyra aðrar áskoðanir.
– Okkum nýtast ikki at vera samd. Størstan týdning
hevur tað, at øll sjónarmið koma til orðanna. Tí nústani
tá kunnu vit veruliga rópa okkum eitt demokrati,
har øll eru við, bæði kvinnur og menn, sigur Hildur
Patursson.
Hon lítur út á fjøldina. Hómar mannin á fremsta
bonki. Hann smílist og nikkar til hennara. Áh, sum
tað er gott, at onkur har niðri lítur á, at hon fer at
klára tað. Hon andar djúpt inn. Blundar, meðan
boðskapurin kemur fram fyri hana. Nú er nú. Hon
lítur út aftur á fjøldina, sum situr og bíðar, smílist
eitt sindur og onkur nikkar tigandi. Summarfuglarnir
í búkinum flúgva sama veg nú, og meðan hon festir
eyguni á góðu vinkonuna mitt úti í salinum, tekur
hon armarnar upp á røðarapallin, og heldur fast um
kantin. Nú stendur hon har og fer ongan veg. Tað,
sum eg vil siga er.. hugsar hon, og letur mikrofonina
varpa út alt tað, sum hon hevur uppá hjarta. Hon
hugsar seg væl um. Lítur av og á upp í loft, fyri at leita
fram orðini og tankarnar. Gevur sær góðar stundir.
Undirstrikar sjónarmiðini við hondunum, og letur
einglarnar flúgva gjøgnum rúmið viðhvørt. Tí at hon
er púra greið um, hvat hon hevur uppá hjarta, og hon
vil, at áhoyrararnir skulu náa at sodna tað, sum hon
sigur. Áðrenn hon veit av tí, geva lógvabrestirnir
afturljóð í stóra salinum, og hon trínur niður, meðan
onkur tekur í hond hennara og takkar fyri. Og ein
onnur kvinna aftast í salinum ger seg til reiðar at
trína upp á røðarapallin.
tora!
At vága ella at tora er at missa fótafestið eina løtu.
Ikki at vága ella tora er at missa sjálvt lívið
Kierkegaard