fríggjadagur 14. september 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2007
7
nr 1
2007 nr 2.
34
2007
nr 1
Rákið2007
nr 2.
Tekstur: Súsanna Olafsdóttir
Myndir: Jens Kristian Vang
Joga, pilates, og ymisk
sløg av meditatión. Sum
útboðið og eftirspurningurin
eru vaksin við árunum, kann
tað onkuntíð tykjast sum, at tess
meira strongt býarlívið er, tess fleiri
tilboð eru. Møguliga speglast longsulin
eftir at rýma eina løtu frá strongdini og
finna andliga og kropsliga hvíld frá einari
verð, ið áhaldandi býður alt ov nógva stimbran
í eftirspurninginum eftir slíkum tilboðum. Í øllum
førum er hendan 5000 ára gamla siðvenjan úr Fjareystri
vorðin vanligari í stórbýunum kring heimin.
Eisini í Føroyum eru alsamt fleiri, ið hava áhuga fyri at
íðka joga. Harímillum 32 ára gamla havnarkvinnan Sóley
Hermansen, ið hevur nomið sær vitan innan joga, sum ein
lið í útbúgvingini innan dans í Danmark. Eisini undirvísir
hon í joga í Havn.
– Tað var á dansiháskúlanum Oure á Fyn, at eg spak-
uliga kom at kenna joga. Lærararnir sóu tað sum ein
týdningarmiklan lið í at gerast ein sterkur og góður
dansari, og tí var tað ein partur av undirvísingini. Nógvar
kropsíðkanir snúgva seg antin bert um at venja styrki ella
bert um at venja smidleika. Joga er bæði um styrki og um
smidleika. Harumframt snýr joga seg um at finna javnvág,
bæði á einum andligum og á einum kropsligum støði. Tí
er gott at venja joga, um tú vilt gerast ein betri dansari ,
men eg haldi, at joga er týðandi fyri øll.
Tilvitað um kroppin
Longu sum trý ára gomul íðkaði Sóley fimleik og hevur
roynt seg bæði innan reiðskaps- og estetiskan fimleik.
Hetta helt hon áfram við, til hon sum 25 ára gomul valdi at
fara á dansiháskúla. Eftir hetta gekk leiðin til ein dansiskúla
í Århus, har hon av álvara fekk áhuga fyri joga og fór at
venja meira miðvíst. Tá upplivdi hon eina sálarliga og
kropsliga vælveru, sum henni ikki hevði verið fyri áður.
– Eg havi íðkað ítrótt og arbeitt við kroppinum, alt tað
eg kann minnast, men eg hevði ikki áður roynt at sameina
hetta við tað sálarliga. Hetta at savna seg um andadráttin
og at hvíla sálarliga gav mær eina so ótrúliga vælveru
– eg kendi meg fullkomiliga avstressaða og harmoniska
eftir jogatímar, sigur Sóley.
Fyri tey, ið hava roynt joga, er tað kanska fleiri, ið undrast
á, at teimum enn ikki er unt eina slíka uppliving. Tí fyri
mong, ið royna joga, tykist tað í fyrstani heldur at vera
eitt baks við ymiskar ómøguligar legur, sum heldur elva
til strongd, tí tær eru so krevjandi og torførar. Her greiðir
Sóley frá, at fyri at joga skal vera gevandi er neyðugt, at
ein hevur rokkið eitt ávíst støði av kropstilvitsku. Joga
var beinanvegin gevandi fyri Sóley, av tí at hon í áravís
hevur arbeitt so miðvíst við kroppinum gjøgnum dans og
fimleik. Tó heldur hon, at tað kortini kann vera gagnligt
at gera hesar kropsíðkanir, tí tær hjálpa einum at fáa størri
kropstilvitsku, óansæð hvussu væl fyri ein er kropsliga..
– Joga krevur hugsavning og áhaldni, og er hart fyri
tey, sum ikki eru von at arbeiða við kroppinum. Men í
síðsta enda gevur tað nógv, tí man fær betri samband við
kroppin, og tað er við til at geva tað, sum á enskum kallast
“grounding”, ella eitt betri jørð samband. Hetta ljóðar
kanska løgið, men um tú eygleiðir fólk og gongulag teirra,
so sæst ofta, at strongd fólk og onnur, ið ikki eru væl fyri
sálarliga, ei heldur eru “groundað”.
Tá ið ein hevur vant seg við at arbeiða við kroppinum,
megna vit at savna okkum um tað sálarliga. Hetta merkir,
at ein skal savna seg um andadráttin og tað meditativa í at
lurta eftir egnum andadrátti.
Tá ið hetta málið er rokkið, og kroppurin flytur seg,
samstundis sum rútman í andadráttinum, verður joga sera
gevandi, og tú upplivir, at kroppurin og andadrátturin
verður ein fullkomin eind.
At merkja núið
Meditativa partin av joga hevur Sóley fingið innlit í, tá ið
hon fjakkaði í Asia.
– Í Tailandi valdi eg at fara á eitt meditatiónsskeið, sum
vardi í tíggju dagar. Tað var bannað at tosa á skeiðinum
og kravt varð, at tú vendi tær inneftir, hugdi inni í teg
sjálva.
– Hetta var ómetaliga gevandi fyri meg. Tað gav eina
aðra andliga dimensjón, ið áður ikki hevði verið eins
sjónlig ella týðandi í lívi mínum. Serliga at venda mær frá
tí materiella og inneftir er gevandi. Tá gerst einki spakuliga
alt. Í staðin fyri at hugsa um alt tú vilt hava ella skal gera
og náa, so var uppgávan á meditationsskeiðinum at vera
til staðar her og nú. At merkja núið. Hetta ljóðar kanska
lætt, men er tað als ikki. Tankarnir ferðast alla tíðina, og
tað krevur stóra hugsavnan at vera til staðar í núinum.
– Hetta leggi eg eisini dent á at læra tey, ið eru við í
tímunum, tá ið eg undirvísi. Og tað stendur sum ein stór
andsøgn til vanligu fatanina í dag, at ein helst skal vera
fleiri staðni í senn og gera eini fimm ting samstundis,
sigur Sóley.
Meditatiónsskeiðið, ið Sóley var á í Tailandi bygdi á
buddistiskar grundreglur . Eitt nú, at lívið og alt í lívinum
er impermanent ella endaligt.
– Tá ið tú veruliga grunar um, hvussu alt fær ein enda og
einki varir við, gerst tað enn meira týdningarmikið at læra
at vera til staðar í núinum, tí núið er tað einasta, tú eigur.
At liva er at pínast
Eitt annað týdningarmikið hugtak, sum Sóley lærdi, var
fatanin av lívinum sum nakað, ið býður øllum livandi
verum pínu. Hon greiðir frá, at pína er ein týðandi partur
av lívinum, bæði ítøkilig kropslig pína, og eisini hvørja fer
vit missa í lívinum. Vit hava hjartasorg, gerast sjúk, eldast,
og um vit ikki doyggja ung, fara vit einaferð at missa øll
okkara kæru, og síðani doyggja vit sjálv.
– Hugsar tú um tað, so býður lívið okkum øðiliga sorg
og pínu. Hetta kunnu vit ikki gera nakað við. Men vit
kunnu gera nakað við hugburðin til pínuna og sorgina,
sigur hon. Og hon vísir á, at á skeiðinum lærdi hon hvussu
hon skuldi bera seg at við pínuna, ístaðin fyri at flýggja
undan henni.
– Eg skuldi royna at kanna hana, grunda um hana og
merkja hana. Hetta var ein hugsunarháttur, ið var ótruliga
gevandi fyri meg, og sum eg brúki nógv, eitt nú, tá ið eg
átti dóttur mína. At føða er at pínast, og tá ið eg royndi
at kanna og merkja pínuna, ístaðin fyri at flýggja undan
henni, sum so mangar gera, so fekk eg minni ilt. Tað ljóðar
kanska løgið, men tað snýr seg um at góðtaka pínuna og
arbeiða við kroppinum og andadráttinum heldur enn ímóti,
leggur Sóley afturat.
Hvussu vit bera okkum at við pínuna, kann ein læra, tá
ið ein íðkar joga.
– Í joga sita ella liggja vit viðhvørt í legum, har vit kenna
pínu, um vit ikki eru von at nýta kroppin. Tá skulu vit
heldur fara inn í pínuna og kanna hana, enn at flyta okkum
úr leguni - er pínan ein stingandi kensla ella kanska meir
ein heit kensla?
Soleiðis kann ein lata kroppin arbeiða, til hann er
vorðin smidligari og sterkari. Hesin hugsunarháttur verður
ítøkiliga brúktur í joga, men kann eisini førast víðari á
hugburðin til lívið og gerandisdagin sum heild, greiðir
Sóley frá.
Er ikki ókristiligt
Spurd, hvat ið føroyingar halda um tað, sum Sóley ger,
svarar hon, at tey allar flestu halda tað vera áhugavert.
Summi hava hug at flenna og halda tað vera eitt sindur
komiskt. Viðhvørt er eisini nøkur, ið halda tað vera eina
sekt.
– Eg havi møtt føroyingum, ið halda hetta vera eina kult
ella læru, ið stríðir ímóti kristindóminum, men tað er ikki
so. Joga, ið flestu vesturlendingar íðka í dag, hevur onki
við religión at gera. Tað snýr seg um at reinsa kroppin og
sinnið fyri strongd og spenningar.
– Faktiskt haldi eg, at tú verður betur før fyri at savna
teg um tað andliga, tá ið ongar spenningar eru. Tú kanst
saktans tilbiðja Kristus og Gud, ella hvønn Gud tað skal
vera við joga. Ella tú bara íðkar joga. Tað er upp til tann
einstaka at leggja tað í tað, sum hann ella hon vil hava
burturúr, sigur Sóley at enda. n
Joga og meditatión eru aldargamlar eysturlendskar siðvenjur, sum hóska væl til strongda livihát-
tin í vesturheiminum. Tørvurin á andligari og kropsliga hvíld gerst alt meira vanligur, eisini her hjá
okkum.
Fyri 32 ára gomlu Sóley Hermansen úr Havn, sum millum annað undirvísir í joga, er tað ein natúrli-
gur partur av gerandisdegnum at gera joga.
Eg verði sterkari
J