Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 179 - 17. september 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Fríggjadagin skipar Vinnumálaráðið fyri ráðstevnu í Norður­ landahúsinum um møguleikar fyri betri javnvág millum arbeiðslív og familju­ og frítíðarlív RÁÐSTEVNA Tíðindaskriv Á almennari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum kom­ andi fríggjadag kl. 14.00 til 16.30 verður ljós varpað á spurningin um, hvussu vit fáa vit betri javnvág millum arbeiðs- og familjulívið. Vaksandi krøvini til tann einstaka á arbeiðsmarknað­ inum gera, at traditionella lívsmynstrið á mangan hátt er í broyting, ja kanska hótt. Hesi viðurskifti ávirka familjumynstrið og gera, at vaksandi ynski er um at skipa síni heimligu viður­ skiftini soleiðis, at betur samsvar verður millum arbeiðs­ og familjulívið. Hesi viðurskifti fara at seta stór krøv til allar partar av føroyska samfelagnum. Í sambandi við tær broyt­ ingar, sum eru á arbeiðs­ marknaðinum, verður mett, at ávís tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at laga ar­ beiðsmarknaðin og familju­ lívið til broyttu umstøðurnar. Fyri at fremja góðu javn­ vágina millum arbeiðs­ og familjulívið er týdningar­ mikið, at samfelagið er skip­ að liðiligt og rúmligt, soleiðis at familjan og hin einstaki hava møguleika at skipa síni viðurskifti á best­ an hátt. Hetta er neyðugt fyri at røkka vælskipaða og produktiva samfelagnum, har atlit verða tikin at tí parti av lívinum, sum hoyrir familjuni og tí einstaka til. Áðrenn slík arbeiðsmarkn­ aðarlig tiltøk kunnu verða sett í verk er tó neyðugt, at øll viðurskifti, sum hava týdning fyri javnvágina mill­ um arbeiðslív og familjulív, verða gjølla lýst. Fyri at røkka hesum enda­ máli hevur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í arbeiðs­ marknaðarmálum, sett eina kommissión, sum skal lýsa tey krøv, sum bæði arbeiðs­ marknaður og familjur vænt­ andi fara at seta samfelag­ num í framtíðini, herundir krøvini til ein liðiligan arbeiðsmarknað og liðiligari almennar og privatar tænast­ ur. Ætlandi verður arbeiðið skipað soleiðis, at kommis­ siónini heldur fundir, har ymsar hagtalskanningar, við­ gerð av upplýsingum, kjak o.a. er á skránni. Vinnumála­ ráðið, ið skal virka sum skrivari hjá kommissiónini, fyrireikar hesar fundir. Rokn­ að verður við, at kommissi­ ónin hevur ein fund um mán­ aðin, tilsamans 10 fundir árliga. Arbeiðið skal vera liðugt til ársskiftið 2008/09. Yvirlit yvir limirnar í a r b e i ð s m a r k n a ð a r ­ kommissiónini er hjálagt. Á ráðstevnuni fara Linda Nielsen, professor dr. jur. í familju­ og arvarætti á Køb­ enhavns Universiteti og formaður í donsku Familie­ og Arbejdslivskommissi­ onen, Kristine Stricker Hest­ bech, sóknarprestur, fyri­ lestrahaldari og eisini limur í donsku kommissiónini, og Hege Storhaug, journalistur, rithøvundur og kunningar­ leiðari hjá Human Rigths Service, Noreg, at luttaka við framløgum og fyri­ lestrum. Ráðstevnan verður hildin 21. september 2007 kl. 14 til 16.30 í Norður­ landahúsinum Hege Storhaug gav í 2006 út bókina “Men størst av alt er friheten”, sum viðger ringu støðuna hjá mongum innflytarakvinnum í Noreg. Bókin var mest selda bók í Noreg í 2006. Ráðstevna um javnvág millum arbeiðslív og familjulívið Yvirlit yvir limir í Kommissiónini Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, Tórshavn (Formaður) Lis Mortensen, forkvinna í felagnum “Heim og skúli”, Hoyvík Jógvan Fríðriksson, sóknarprestur, Innan Glyvur Barbara Vang, løgfrøðingur, Tórshavn Bergtóra Høgnadóttir Joensen, sosialráðgevi og HR- mennari, Argir Gissur Patursson, stjóri, Tórshavn Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari, Hoyvík Kalpana Vijayavarathan, lærari á Føroya Handilsskúla, Tórshavn Katrin Dahl, sjúkrarøktarfrøðingur og fyrrverandi leiðari á hvíldarheiminum Naina, Hoyvík Jákup Danielsen, sølustjóri á Føroya Tele, Tórshavn Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, Tvøroyri Rósely Reynstind, dagrøktarleiðari, Miðvágur Jancy Olsen, skrivstovukvinna, Toftir Sámal Matras Kristiansen, sosiologur, Hvalvík Rigmor Dam, lærari og journalistur, Tórshavn FISKISKAPUR Christian í Grótinum er á veg til Noregs við 700 tons­ um, og Norðborg trolar sam­ an við 50 skipum innan fyri 30 fjórðingar. Eftir at tað seinastu vik­ una hevur verið smáligt hjá sildaskipunum norðanfyri, hilnaðist vikuskiftið heilt væl. Christian í Grótinum er á veg til Noregs við 700 tonsum av feskari sild. Fyrstu vikuna partrolaðu teir saman við Carlton, og síðani hava teir trolað sam­ an við Norðborg. Fiskaríið var fyrra partin av túrinum smáligt. Í vikuskiftinum hava teir rokast. Christian í Grótinum roknar við at vera inni í Måløy í Noregi í dag. Norðborg fór nýggjan túr 31. august. Eftir at Christian í Grótinum er farin at sigla til Noregs, trolar Norðborg við lemmum. Norðborg hevur verk­ smiðju, og teir høvdu í dag 600 tons av frystum silda­ fløkum í lastini. Á heima­ síðuni hjá Christian í Gróti­ num siga teir á Norðborg, at tað skrivar, og at tað eru nógv skip, sum trola á ein­ um ógvuliga avmarkaðum øki. Teir hava talt eini hálvt hundrað skip innan fyri 50 fjórðingar. Talan er um íslendsk, russisk og grøn­ lendsk skip umframt før­ oysku skipini. Fríggjadagin landaði Jupi­ ter 450 tons av feskari sild til matna í Vaerøy í Noregi. Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu partrola. Teir rokast á sildafeltinum Christian í Grótinum