mánadagur 17. september 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 179 - 17. september 2007
- Ferðamannaskriv-
stovan, sum seldi
okkum bussferða-
seðlarnar, hevði beint
tá sent vinmenn
okkara við vanlukku-
flogfarinum. Men
av tí, at vit vildu
spara pengar, ynsktu
vit heldur at koyra
10 tímar við bussi,
sigur Durita Waag
Høgnesen, sum
saman við trimum
vinkonum er stødd í
Phuket. Til alla lukku,
komu teir báðir
svensku vinmenninir
frá vanlukkuni við
lívinum
Flogvanlukka
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Vinmenninir hjá fýra før
oyskum fjakkarum í Tai
landi komu til alla lukku úr
vanlukkuflogfarinum, sum
kravdi eini 90 mannalív
sunnumorgunin. Teir fýra
føroysku fjakkararnir Elin
Hansen, Anna Berg, Gunn
va Brockie og Durita Waag
Høgnesen høvdu avtalað at
hitta svensku vinmenninir í
Phuket, og kundu tær fýra
eins væl verið við sama
flogfari.
Ferðamannaskrivstovan,
sum seldi okkum bussferða
seðlarnar, hevði beint tá
sent fleiri fólk við vanlukku
flogfarinum. Men av tí, at
vit vildu spara pengar,
ynsktu vit heldur at koyra
10 tímar við bussi, sigur
Durita Vaag Høgnessen.
Teir báðir svensku vin
menninir sótu beint við
neyðdyrnar, og sluppu úr
flogfarinum í evstu stund. Í
dag verða teir skírdir hetjur
í heimlandinum Svøríki, tí
teir bjargaðu fleiri ferða
fólkum úr brennandi flog
farinum.
Vit fingu boðini um
vanlukkuna í sjónvarpinum
á ferðamannaskrivstovuni,
men tá vistu vit ikki fyri
vist, um tað var teirra flog
far, ella eitt annað av teim
um mongu, sum skuldi fara
um somu tíð. Tað var sera
vánaligt veður, toran gekk
og tað regnaði illa. Meðan
vit koyrdu í bussinum til
Phuket, ringdi systir Gunn
vá, at kanna um alt var í
lagi, tí tey høvdu longu
frætt um vanlukkuna heima
í Føroyum. So meðan vit
koyrdu við bussinum, sótu
familjurnar í Føroyum og
kannaðu á internetinum fyri
okkum, um vinmenninir
vóru við í flogfarinum.
Nógvir útlendingar
Tað var sunnumorgunin um
10 tíðina føroyska tíð at ein
syndarlig
flogvanlukka
hendi á flogvøllinum í
Phuket í Tailandi. Í flogfari
num vóru 123 ferðafólk,
harav í minsta lagi 91 lótu
lív. 55 av teimum deyðu
vóru útlendingar, og 36 tai
lendingar. Tilsamans vóru
umleið
70
útlendingar
umborð. Sambært vitnum,
var veðrið sera vánaligt har
um leiðir í gjár, við nógvum
vindi og ógvusligum ælingi.
Roknað verður við, at kraft
igur síðuvindur var orsøk
til vanlukkuna.
Sambært svenskum miðl
um, eru tveir svenskir tann
áringar millum tey deyðu.
Ein teirra er longu funnin,
meðan hin framvegis er
saknaður. Millum tey deyðu
eru eisini borgarar úr Ísrael,
Írlandi, Austalia og Bret
landi.
Fingu boð úr
Føroyum
Vit vóru ræðuliga bangnar,
tí vit vistu onki. Og meðan
vit koyrdu í bussinum til
Phuket, fingu vit boðini
um, at tað var flogfar teirra,
og at øll helst vóru deyð.
Vit royndu at ringja og
sms’a til teir, men fingu
onki svar, og tá fingu vit
sjálvandi illgruna um, at
tað var enda galið, og vóru
púra knústar. Men seinni
fingu vit boð úr Føroyum
um, at tveir sviar um 25 ár
vóru á lívi. Tá vóru vit øgi
liga gleðar, tí vit roknaðu
ikki við at tað vóru so nógv
ir sviar í tí aldurbólkinum í
flogfarinum.
Vinmenn vóru við
Vit lærdu sviarnar at
kenna fyri trimum døgum
síðani í einum lítlum býi utt
an fyri Bangkok, har vit
búðu saman í einum hús
báti. Allan tann fyrsta dagin
hugnaðu vit okkum saman,
vaskaðu fílum og fóru síð
ani at ríða við fílum úti í
skóginum saman. Síðani
fóru vit við hvør sínum
bussi til Bangkok, har vit
avtalaðu at møtast. So har
fingu vit eisini ein dag sam
an, vóru úti og ótu góðan
mat og fóru í býin saman
um kvøldið, til einaferð um
trítíðina um náttina. Dagin
eftir skuldu vit øll til Phu
ket, har vit skuldu møtast
aftur. Vit keyptu ferðaseðil
á somu skrivstovu, men fyri
at spara pengar, vildu vit
heldur koyra við bussi, með
an teir vildu við flogfarið,
sigur Durita.
Og hon greiðir víðari frá,
at í Phuket fingu tær at vita,
at tey deyðu vórðu send á
eitt sjúkrahús, meðan tey
livandi vóru á einum øðr
um.
Vit fóru so at leita, og
við góðari hjálp frá starvs
fólkunum á sjúkrahúsinum,
funnu vit útav, at svensku
vinirnir vóru farnir haðani
til gongu. Og hóast tey
ikki vistu, hvagar teir vóru
farnir,
settu
tey
eina
kanning í verk, so vit fingu
navnið á hotellinum, sum
teir fóru á.
So nú hava vit lagt eini
boð á hotellið, har teir hava
skrivað seg inn, tí teir eru
farnir á flogvøllin at fáa
nýtt pass og líknandi, sigur
ein lætta Durita, sum nú
bíðar eftir at sviarnir seta
seg í samband við tær.
Krasjaði við lending
Svenska blaðið Aftonbladet
hevur prátað við 25 ára
gamla
Christoff1er
Marken, ið var millum tey
fáu, sum komu undan
flogvanlukkuni
við
lívinum. Eisini vinur hans
ara Erik Nihlén slapp úr
flogfarinum í evstu stund.
– Tað kendist sum um, at
trupulleikar við lendingini
gjørdu,
at
flogskiparin
royndi at fáa flogfarið at
fara uppfrá aftur. Í staðin
krasjaði tað uttanfyri lend
ingarbreytini, sigur Christ
offer Marken, sum varð inn
lagdur á eitt lasarett í
býnum. Beint sum flogfarið
rendi á, fór tað sundur í
tvey og eldur kom í. Bert
eini 20 ferðafólk komu út,
nógv teirra illa meiðsla og
brend.
Av tí at Christoffer og vin
maðurin sótu næst neyðút
gongdini,
eydnaðist
tað
teimum at fáa hurðina upp
og at leypa út á vongin.
Meðan Christoffer fekk
hurðina upp, hjálpti Erik
ræðsluslignu fólkunum út
og burtur frá hurðini.
– Har var nógvur vindur
og ógvuligur ælingur. Kort
ini fingu vit fleiri skríggj
andi og skelkaði fólk yvir í
tveir
sjúkrabilar,
sigur
Christoffer, sum misti brill
urnar, og tí ikki sá so væl.
Teir báðir ungu sviarnir
komu frá vanlukkuni við
smærri snuddum.
– Men vit eru sjálvandi
sera skelkaðir báðir tveir,
sigur Christoffer.
Góð tíðindi til kvinnurnar
Fundurin, sum ein bólkur av kvinnum skuldi hava við løgmann um
at broyta vallógina so at tað verður lættari hjá kvinnum at koma inn
á ting, er útsettur eina viku, tí løgmaður vil hava landsstýrismannin
í innlendismálum við á fundin.Fyrireikararnir halda, at hetta eru
góð tíðindi, tí tey taka hetta sum eitt tekin um, at ætlanin er at gera
nakað við trupuuleikan. Upprunaliga var talan um ein bólk av
javnaðarkvinnum, sum skuldi á fund við løgmann um evni, men nú
er greitt, at kvinnur úr øðrum flokkum verða eisini við. Endamálið
er at broyta vallógina, so at tað verður lættari hjá sama flokki at
hava fleiri listar í einum valdømi við tí endamáli at gera
kvinnulistar burturav
Seinasta uppstillingin
Í annaðkvøld kl. 19 fara limirnir í Norðoya Fólkafloksfelag á
fund í róðrarneystinum í Árnafirði at gera av, hvussu listin hjá
felagnum til løgtingsvalið næsta ár skal síggja út. Hetta er tann
triði og seinasti uppstillingarfundurin hjá felagnum. Aftan á tann
fyrsta fundin vóru løgtingsmenninir Annfinn Kallsberg og Jógvan
við Keldu á listanum saman við varaborgarstjóranum í Klaksvík,
Jákupi Mikkelsen, og á øðrum fundi komu trý valevni afturat.
Absalon í Buð er formaður í Norðoya
Fólkafloksfelag (Mynd: Norðlýsið)
Vit kundu verið við í flogfarinum
Tann 24. august fóru tær fýra, Elin Hansen (22) úr Kvívík, Anna Berg (20) úr Havn, Gunnva Brockie (21) úr Havn, og Durita
Waag Høgnesen úr Vestamanna á fjakkaraferð kring heimin. Ætlanin er, at tær verða heima aftur tann 20. desember. Tær fara at
vitja India, Kina, Tailand, Ný Sæland, Avstralia, Tahiti, Cook oyggjarnar og Los Angeles
– Tað kendist sum um, at
trupulleikar við lendingini
gjørdu, at flogskiparin royndi
at fáa flogfarið at fara uppfrá
aftur, sigur 25 ára gamla
Christoff1er Marken