týsdagur 18. september 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 180 - 18. september 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Seinnapartin í
gjár var sjáldsamt
omanlop. Sjáldsamt,
tí hetta hendi niðri
í sjálvari Havnini
á Bryggjabakka í
Vágsbotni. Tíbetur
var onki fólk á
staðnum, tá tað hendi,
men tveir bilar fingu
skaða
OmanlOp
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Í føroysku náttúruni eru
omanlop alt annað enn
ókend fyribrigdi. Heldur
ikki oman yvir bygdir, men
um hetta nakrantíð er komið
fyri inni í bygdum øki -
tíansheldur mitt í Havnini -
man vera ivasamt.
Seinnapartin í gjár leyp
grót úr sjálvum Bryggju-
bakka í Vágsbotni oman
yvir eitt parkeringspláss,
har nakrir bilar stóðu park-
eraðir.
Tíbetur
hendi
ongin
mannskaði,
men
grótið
gjørdi skaða á tveir bilar.
Serliga tann eini bilurin
fekk fitt av skaða. Talan var
um ein jeep-líknandi bil hjá
felagnum aftanfyri Stjóru-
tjørn, sum er stjórabilur hjá
Bárði Nielsen, ið sum
kunnugt
er
fyrrverandi
landsstýrismaður í fíggjar-
málum.
Skaðin á bilin hjá Bárði
Nielsen var tó ikki størri
enn so, enn at hann kundi
koyrast beinleiðis á verkstað
til umvælingar.
Av tí at lopið er undan
garðinum í Rektaragøtu,
hevur kommunan fyribils
sett betongsperrur upp, so
ferðslan eftir gøtuni ikki
elvir til, at tað lýpur meiri
grót undan. Harafturat eru
betongsperrur settar út á
parkeringsplássinum,
so
ongin
fær
parkerað
á
økinum og harvið koma í
vanda, um tað skuldi lopið
meiri grót undan.
Boði Haraldson, býar-
verkfrøðingur, sigur, at ætl-
anin er gera eina verju
uppundir verandi gar, sum
er einar 30 metrar langur.
- Garðurin er gamal, og tí
vita vit ikki, hvussu væl
hann er armeraður, og hvat
hann sostatt kann halda til,
sigur býarverkfrøðingurin.
Økið er privat ogn, og tí
skal eisini finnast útav, hvør
skal gjalda fyri ábøturnar.
- Í fyrstu atløgu er tað
týdningarmiklasta, at vit
tryggja økið. Spurningin
um hvør kemur at gjalda,
mugu vit so venda aftur til,
sigur Boði Haraldson.
Omanlop í
Vágsbotni
Bilurin hjá Bárði Nielsen, stjóra í Stórutjørn, sá knapt so gott út, aftan á at grót var lopið
omanyvir hann í Vágsbotni
Mynd: Jens Kristian Vang
Fitt av gróti leyp undan Rektaragøtu á Bryggjubakka oman yvir parkeraðar bilar í Vágbotni
Mynd: Jens Kristian Vang