týsdagur 18. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 180 - 18. september 2007
Hann er dømdur fyri
umfatandi sølu av
rúsevnum í Føroyum,
men nú finna hvørki
løgreglan í Føroyum
ella í Danmark
mannin og sostatt er
hann higartil sloppin
undan einum stórum
parti av revsingini
Narkokomál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Høvuðsmaðurin í Føroya
størsta narkotikamáli, er
horvin.
Seinastu tíðina hevur løg
reglan bæði í Føroyum og í
Danmark leitað eftir mann
inum, men alt til fánýtis.
Og tað elvir nú til trupul
leikar, tí umframt langa
fongsulsrevsing, varð mað
urin eisini dømdur at rinda
fleiri hundraðtúsund krónur.
Men nú maðurin er horv
in, ber heldur ikki til at fáa
fatur á pengunum.
Maðurin varð nevndur
sum høvuðsmaður í stóra
rúsevnamálinum, sum var í
Føroyum í 2002.
Umframt drúgva fongsuls
revsing, varð hann eisini
dømdur at betala 550.000
krónur, men tær hevur løg
reglan onki sæð til enn.
Vanliga er fyrningarfreist
in fimm ár, so fyri at sleppa
undan at kravið móti mann
inum skal fyrnast og sostatt
detta burtur, er málið aftur
nú lagt fyri rættin.
Og bú hevur rætturin so
avgjørt, at fyrningarfreistin
verður longd, til maðurin er
funnin.
Men tað kann vísa seg at
vera torført.
Seinastu tíðina hevur løg
reglan í Føroyum og í Dan
mark leitað eftir manninum,
men hann er farin undir
jørð og er sostatt heldur
ikki at finna.
Talan er um ein dana,
sum hevur búð í Føroyum í
mong ár.
Men hann hevur ongan
skrásettan bústað, hvørki í
Føroyum ella í Danmark og
tí kann hann verða torførur
at finna.
Men nú skal so løgreglan
so leita meiri gjølla eftir
honum, tí ætlanin er ikki at
sleppa málinum.
Høvuðsmaðurin
Narkomálið, sum hann varð
høvuðsmaður í, vardi tað
mesta av 2002 og tað endaði
við, at hann var dømdur at
sita í trý ár og at betala
550.000 krónur, sum varð
mett at vera tann inntøka,
hann hevur havt av søluni í
Føroyum.
Harafturat skuldi hann
betala sakarmálskostnaðin,
sum varð ásettur til 140.000
krónur.
Men
løgreglan
hevði
onga hóming av, hvar pen
ingurin var goymdur og enn
hava tey so heldur ongan
pening sæð.
Hetta var tað mest um
fatandi rúsevnamálið í Før
oyum nakrantíð og í hesum
samband vóru húsarannsókn
ir bæði í Føroyum og í Dan
mark og ein rúgva av fólki
vórðu handtikin og ákærd í
málinum,
har
løgreglan
avdúkaði eitt heilt kervi av
seljarum, smugglarum og
keyparum í Føroyum.
Úrslitið var ein røð av
dómum,
men
høvuðs
maðurin fekk so nógv tann
harðasta dómin.
Talan var bæði um hassj,
amfetamin og kokain og
eitt vitni í málinum kallaði
hann tann ”leiðandi rúsevna
seljaran í Føroyum” og rætt
urin var samdur í, at tað í
stóran hann, sum skipaði
fyri at smuggla og selja rús
evni í Føroyum ígjøgnum
langa tíð.
Tá ið málið var fyri, helt
ákæruvaldið fast við, at
hann hevðu forvunnið 1,3
millión uppá rúsevnasølu,
men óvissa er um nøgdir og
prísir og tí varð avgjørt, at
hald
skuldi
leggjast
á
550.000 krónur.
Narko
barónur
horvin
Føroya størsti narkobarónur
er nú horvin, men løgreglan
bæði í Føroyum og í Danmark
leitar eftir honum, tí hann
hevur framvegis ikki avgreitt
alla revsingina. Her er hann
á veg úr rættinum í størsta
rúsevnamáli í Føroyum
nakrantíð, har løgreglan
avdúkaði eitt heilt kervi av
smugglarum, seljarum og
keyparum
Nú skal ein umfatandi
kanning vísa, hvussu
tað er at liva við
krabbameini
kaNNiNg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fer Føroya felag ímóti
krabbameini
undir
eina
umfatandi kanning sum
skal lýsa, hvussu tað er at
liva við krabbamein.
Felagið staðfestir at fleiri
og fleiri fáa krabbamein, og
í flestu førum hevur tað
stórar avleiðingar við sær,
eisini hjá teimum, eru søgd
at vera frísk.
Og ætlanin við hesi
kanningini er at lata tey,
sum eru rakt av krabbameini,
sjálvi sleppa til orðanna at
greiða frá, hvussu tey hava
tað.
Kanningin er gjørd við
spurnarbløðum, har sjúk
lingurin skal greiða frá,
hvussu hann er fyri likam
liga, sálarliga og sosialt, tað
vil siga, hvussu familju
viðurskifti, vinir og tilknýti
til onnur, eru.
Spurt verður eisini um,
hvussu sjúklingurin er fyri,
tá ið hann má í annað land í
viðgerð og má samskifta á
øðrum máli enn móður
málinum.
Og at enda verður spurt,
hvussu sjúklingurin er fyri,
tá ið tað ræður um inntøku,
fíggjarviðurskifti sum heild,
bústað, arbeiði, trygging og
annað í sama viðfangi.
Føroya
Felag
ímóti
krabbameini sigur, at jú
fleiri, ið svara, jú betur
verða trupulleikarnir lýstir
og tí heitir felagið á øll
áhugað, um at seta seg í
samband við felagið og fáa
meiri kunning um kann
ingina.
Fleiri hava longu svara
spurnarblaðnum og fleiri av
teimum fáa møguleika at
útgreina nakrar av spurn
ingunum munnliga, tí nú
byrjar næsta stigið í kann
ingini, har sjúklingar og
næstu avvarðandi verða
biðin at greiða frá teirra
royndum.
Tað er góð orsøk at lata
tey sjúkuraktu sjálvi greiða
frá síni støðu og lata tey
svara
spurninginum,
tí
kanska kunnu sjúklingar og
teirra avvarðandi eisini læra
fakfólk eitthvørt í hesum
sambandi.
Annars fæst meiri at vita
um kanningina á www.
krabbamein.fo og á www.
rehab.fo.
Føroyingar við krabbameini fáa orðið
Studningur til týðingar
Í hesum døgum verður nýggj avtala gjørd um at týða bókmentir á norðurlendsku málunum. Í nýggjari skipan,
har norðurlendskir bókmentamiðdeplar og umboð fyri heimastýrdu londini skulu virka, verður komandi árini
studningur til týðingar millum grannamálini viðgjørdur og avgreiddur. Tað er Kulturkontakt Nords Kunst og
Kulturprogram, sum stovnar trý ára stuðulsskipan (20072009) við tí endamáli at tryggja útbreiðslu og
kunnleika til norðurlendskar bókmentir, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi. Endamálið við
studningsskipanini er at fáa fleiri norðurlendskar dygdarbøkur týddar til onnur mál enn upprunamálið. Við at
lata upprunalondunum heimildirnar og umsitingina av studninginum, røkir skipanin endamálið at styrkja og
økja útbreiðsluna av týddum norðurlendskum bókmentum. Tað er NORLA, sum er umsitingarstovnur fyri
norskar bókmentir uttan fyri Noreg, ið er samskipari í skipanini og netverkinum. Fakliga verður skipanin
umsitin av hesum serkønu í einstøku londunum. Í Føroya er tað ein nevnd undir Rithøvundafelagnum.