Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 18. september 2007 23 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Málið endaði á bilum Tað var fitt av vindi, tá GÍ og B36 skuldu spæla í Sarpugerði sunnudagin. Og longu undan dystar­ byrj­an høvdu onkrir av spælarunum hj­á B36 fingið sær ein lítlan skelk. Málini, sum verða brúkt til spæl um hálvan vøll, vórðu sj­álvandi flutt út um gyrðingina, men har fingu hvirlurnar fatur á málinum. Úrslitið varð, at tríggir av bilunum hj­á B36­ spælarunum fingu nakrar snuddir. Ein av bilánar­ unum var Fróði Benj­a­ minsen, men hann helt ikki, at orsøk var at gera stórvegis háva burtur úr hesum. ­ Bilurin hj­á Hanusi Thorleifsson fekk nakrar buglur á takið, og eisini fingu bilarnir hj­á mær og Jóan Paula Jakobsen nakrar skeinur, men nakr­ an álvarsligan skaða var talan tó ikki um, sigur hann. -mørk Drillo skal venja Irak Norski Egil Drillo Olsen, sum av mongum varð hataður fyri sína fótbólts­ fatan, men sum sam­ stundis leiddi Noreg móti altj­óða hæddunum, skal nú virka sum lands­ liðsvenj­ari í Irak. Mánadagin skrivaði hann nevnliga undir ein trý ára sáttmála við irakska fótbóltssamband­ ið. Sum skilst, so vóru trygdarviðurskiftini hj­á venj­aranum sj­álvum størsta forðingin, men eftir at hava fingið vissu fyri hesum, valdi Drillo at skriva undir sáttmál­ an. Fyrr í ár vann Irak asi­ atiska meistaraheitið í fótbólti eftir finalusigur á Saudiarabia. Í kvøld verða fyrstu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League spældir. Og longu fyrsta kvøldið tykist talan verða um krás fyri fótbóltshyggjarar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Síðani finaludystin í vár millum Milan og Liverpool hevur europiska meistara­ kappingin mest sum ligið í dvala. Gaman í hava undan­ kappingardystir verið á skránni, og har hava før­ oysku meistaranir eisini tik­ ið lut, men tað er ikki fyrr enn nú, at spenningurin gerst heilt veruligur. Verða tað milliardirnar hj­á Abramovich, sum loks­ ins sigra, ella verða tað heldur meira siðvandu Barcelona, Real Madrid, Milan, Liverpool ella Man­ chester United, sum um átta mánaðir standa við steypin­ um við stóru oyrunum? Tað er kanska týdningarmesti spurningurin av øllum, men eisini undan tí eru nógvir spurningar at svara. Og teir fyrstu av hesum verða altso svaraðir í dag og í morgin, tá fyrsta umfarið av bólkaspælinum verður spælt. Tey stóru aftur á skíggjan Dystirnir í 1. Umfari - Týskvøldið Porto­Liverpool Marseille­Besiktas Chelsea­Rosenborg Schalke04­Valencia Olympiakos­Lazio Real Madrid­Werder Bremen Milan­Benfica Shakhtar Donetsk­Celtic Mikukvøldið Barcelona­Lyon Rangers­Stuttgart Roma­Dynamo Kiev Sporting Lissabon­Manch. Utd. Fenerbache­Inter PSV Eindhoven­CSKA Moskva Arsenal­Sevilla Slavia Prag­Steaua Bucharest Formulaliðið hesa vikuna Í fjør gjørdist Inzaghi stóri maðurin, tá hann skoraði bæði málini hjá Milan í finalusigrinum á Liverpool Mynd: Polfoto Sosialurin mannar Formula-liðið við spælarunum, sum stóðu seg best í 22. umfarinum av Formula-kappingini