hósdagur 20. september 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 182 - 20. september 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Í morgun var hugna
lig samkoma í Lista
skálanum í Havn,
har kunnað varð um
tríggjar heiðurslønir,
sum gávugrunnurin
Jacob Gade´s Legat
fer at handa á
konsertini hjá Føroya
Symfoniorkestri í
Norðurlandahúsinum
leygarkvøldið
Heiður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tey, sum standa aftanfyri
konsertina leygarkvøldið,
eru Føroya Symfoniorkest
ur, Norðurlandahúsið, Ja
cob Gade’s Legat og Tórs
havnar Musikkskúli.
Á samkomuni í morgun
beyð leiðarin fyri Tórshavn
ar Musikkskúla, Bo Isholm,
vælkomin, og síðan læt
hann orðið til formannin
fyri gávugrunnin, Holger
Bisgaard, sum greiddi frá
søguni
aftanfyri
danan,
Jacob Thune Hansen Gade
(18791963), sum grunnurin
er uppkallaður eftir.
Áhugaverd søga
Pápi Jacob Gade hevði ein
lítlan handil, har hann seldi
ljóðføri og nótar. Hann
lærdi evnaríka sonin at
spæla á trompet og seinni
violin, og longu sum 5 ára
gamal spældi Jacob í bólk
inum hjá pápanum, sum var
við til ymisk høvi, eitt nú
brúdleyp, veitslur og jarðar
ferðir í Vejleøkinum.
Skjótt noyddist pápin at
síggja í eyguni, at sonur
hansara fór at náa nógv
longri á tónleikaøkinum
enn hann sjálvur. Hetta tók
hann við blandaðum kensl
um, stoltleika og sjalusi.
Pápin setti seg upp ímóti,
at sonurin kom á konserva
torii, tí hann helt, at sonurin
longu var nóg dugnaligur
við
ljóðførunum.
Hetta
førdi til, at Jacob Gade
longu sum 15 ára gamal
rýmdi heimanífrá, tí hann
vildi til Keypmannahavnar
at gerast kapelmeistari og
tónleikasmiðjur.
Hetta var tó lættari sagt
enn gjørt, tí kappingin á tón
leikaøkinum var hørð, og
hann var so blaðungur.
Sum árini gingu gjørdist
Jacob Gade ein umtalaður
kapelmeistari og tónleika
smiður.
Eftir fyrra heimsbardaga
fór hann til Ameriku, har
hann gjørdist partur av New
Yorks
Philharmoniska
Orkestri.
Søgan um Jacob Gade er
long og áhugaverd, og tá
hann kom heimaftur til Dan
markar úr USA í 1921,
gjørdist hann kapelmeistari
í Palads Teatrinum, sum tá
varð rópt ”filmens konge
lige teater”.
Jacob Gade er ikki minst
kendur fyri tónleikastykkini
Tango Jalusie og Tango
Tzigane (sigoynartango), ið
teljast millum mest spældu
verk í heiminum.
Eitt blástempul
Tað eru fimm fólk, sum sita
í nevndini í Jacob Gade´s
Legat, og á ferðini í Føroy
um eru fýra teirra við.
Á samkomuni í Listaskála
num tosaði eisini Toki Lund
Christiansen, sum eisini er í
nevndini í gávugrunninum.
Hann vísti á, at slíkar
virðislønir, sum grunnurin
letur, eru eitt blástempul til
ungar og evnaríkar tónleik
arar og tað umhvørvi, sum
hesir eru vaksnir upp í.
Slíkar virðislønir kunnu
styrkja evnaríku næmingar
nar bæði inneftir og úteftir.
Tær kunnu lata upp hurðar
til til nakað meira og størri,
og tær kunnu eisini vera
startskotið til, at aðrir grunn
ar vilja stuðla ungu tónleik
arunum til uppaftur størri
framburð, segði Toki.
Hann legði aftrat, at tað
er uppgávan hjá gávugrunn
inum at fylgja við, hvørjir
tónleikarar gera seg gald
andi og hava eina framtíð á
sínum øki.
Eg havi varhugan av, at
musikkskúlarnir í Føroyum
hava ein ótrúligan stuðul í
fólkinum, segði Toki Lund
Christiansen.
Heiðrun og Mia
Jacob Gade´s Legat hevur
hesaferð gjørt av at heiðra
ungu føroysku tónleikaru
num, Heiðrunn Petersen
(16), sum spælir violin og
Miu Káradóttir (20), sum
spælir floytu.
Virðislønirnar, sum verða
lætnar á konsetini hjá Før
oya Symfoniorkestri leygar
kvøldið, eru upp á 15.000
krónur hvør.
Triðja virðislønin, sum er
upp á 50.000 krónur, verður
latin
Føroya
Symfoni
orkestri fyri framhaldandi
arbeiði at menna ungar tón
leikarar, sum hava røtur sín
ar í musikkskúlunum kring
landið.
Sum nakað nýtt, hevur
nevndin aftanfyri Jacob
Gade´s Legat gjørt av at
læna Tórshavnar Musik
skúla eini 45 ljóðføri, sum
tey fáa handað í Norður
landahúsinum leygarkvøld
ið.
Bo Isholm, leiðari fyri
Tórshavnar
Musikkskúla,
sigur, at talan er um kostnað
armikil ljóðføri, sum koma
sera væl við hjá skúlanum.
Tað er soleiðis, at ljóð
førini skulu ikki berast aftur
– uttan so, at Tórshavnar
Musikkskúli heldur uppat.
Ljóðførini, sum skúlin,
eru fagot (træblási ljóðføri),
obo (træblási ljóðføri) og
bratsch, ið er ein tvør
floyta.
Ein viðurkenning
At grunnurin letur Tórs
havnar Musikkskúla hesi
ljóðføri, tekur Bo Isholm
sum eina viðurkenning av tí
arbeiðið, sum skúlin og
skúlarnir kring um í Føroy
um gera á tónleikaøkinum.
Tað var í fjør, at gávu
grunnurin stovnaði so
nevnda Ljóðføristovnin Ja
cob Gade, Bikuben, tí
Bikubenstovnurin læt gávu
grunninum eina peninga
gávu.
Ljóðføristovnurin,
sum
nú letur ljóðføri til Tórs
havnar Musikkskúla, hevur
til endamáls at læna ungum
og evnaríkum tónleikarum
á landsins tónleikaskúlum
ljóðføri.
Við løtuna í Listaskúla
num spældu Heiðrunn Peter
sen (violin) og Elisabeth
Westenholz
(tangentar)
Tango Jalousie.
Gávugrunnur heiðrar tónleikarar
Formaðurin fyri Jacob Gade’s
Legat, Holger Bisgaard,
sigur nøkur orð um Jacob
Thune Gade og gávugrunnin.
Av fimm nevndarlimum,
eru fýra í Føroyum í
sambandi við handaninar
í Norðurlandahúsinum
leygarkvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Ungu føroysku tónleikararnir, Heiðrunn Petersen (16), ytst til høgru, sum spælir violin og Mia Káradóttir (20), sum spælir floytu saman við dirigentinum í Føroya Symfoniorkestri, Bernhardi
Wilkinson
Mynd: Álvur Haraldsen