hósdagur 20. september 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 182 - 20. september 2007
Sosialurin hevur bið
ið tvey fyrrverandi
fjølmiðlafólk, sum
hava skriva nógv um
leiklutin og ábyrgdina
hjá fjølmiðlunum, um
eina viðmerking til
ákærurnar, sum Bogi
Hansen setur fram
í opnum brævið til
Ivan Niclasen í Sosi
alinum í dag
FJØLMIÐLAR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Public-service
treytirnar
eru ikki fylgdar, tá sjónvarp-
ið ikki kannar virði í tí, sum
sent verður, heldur Birgir
Kruse, sum fyrr í ár gav út
lærubók um miðlar og sam-
skifti. Men sjónvarpið gev-
ur heldur ikki kjakinum eitt
heimligt kjølfesti, heldur
hann. Uni Arge, journalistur,
saknar eisini perspektiver-
andi tilfar, ið gevur fólki
innlit og orsøk til eftirhugs-
an.
Birgir Kruse sigur, at
hann undraðist, tá sjónvarp-
ið setti sendingina ”Svik
við upphitingini av jarðar-
knøttinum á skránna. Hann
hevði sæð sendingina á DR
og hugsaði um onki fragari
var at velja úr skránni hjá
DR1 og DR2. Men sam-
stundis heldur hann ikki, at
tað ber til at siga, at sjón-
varpið gjørdi nakað skeivt,
tí vit vita ikki hvat alterna-
tivið er.
- Vit síggja tað sum kem-
ur á skránna og einki annað.
Vit kunnu ikki grípa inn í
sendingina,
tíansheldur
kjakast um hana. Kringvarp-
ið gevur ikki rúm fyri hes-
um. Tá umræður slíkar
sendingar, eigur eitt kjak at
verða fyriskipað, har lokal
heimildarfólk sum Bogi
Hansen sleppa framat. Sum
eg skilji public service tank-
an er teirra fremsta uppgáva
at geva almannavarpinum
heimligt
kjølfesti,
sigur
Birgir Kruse.
Uni Arge, fyrrverandi
jour vísir á, at tey einastu,
ið kunnu fyriskipa orðaskifti
og perspektiverandi send-
ingar á føroyskum, eru før-
oyingar sjálvir. Men alt ov
lítið verður perspektiverað í
føroyskum fjølmiðlum.
- Føroyskir fjølmiðlar
kappast næstan bara um at
bera tíðindi. Hvør klárar
fyrst at umseta tíðindastubb-
arnar á tekstvarpinum hjá
DR ella BBC, tykist ofta
vera
høvuðsendamálið.
Hvørki
sjónvarpið
ella
útvarpið vinna hesa kapp-
ingina, tí tað ger internetið.
Nógv fólk hava langt síðan
hoyrt og sæð alt, sum
útlendskir fjølmiðlar skriva,
áðrenn Kringvarpið kemur
við tí. Tí eigur Kringvarpið
at spyrja seg sjálvt, hvussu
tað kann gera veruligan
mun, og tað kann tað við at
perspektivera alskyns viður-
skifti úr einum heimligum
sjónarhorni.
Fjølmiðlaetikkur
Sendingin um at veðurlags-
broytingar ikki eru manna-
skaptar var fyrst send í DR,
men Birgir Kruse heldur
ikki at sjónvarpið kann
verja seg við, at ein sending
er í lagið, tí danska sjón-
varpið
sendir
hana.
- Eg haldi at Kringvarpið
ikki neyðvendigvís nýtist at
senda nakað, sum DR send-
ir. Eins og flestu føroyingar,
síggi eg alt, sum DR1 og
DR2 senda – beinleiðis. Tá
vit møtast til arbeiðis tosa
vit um “Deadline” og tey
tíðindi, har eru. Sjónvarpið
sum tíðindareferansa fær
minni og minni týdning, tá
umræður altjóða kjak og tíð-
indi. Tí eigur føroyska sjón-
varpið at leggja seg eftir at
skapa føroyskt sjónvarp.
Tað ger eingin annar, sigur
Birgir Kruse.
Uni Arge heldur, at argu-
mentið, at øll sjónvarmið
skulu sleppa framat, ofta er
umbering hjá journalistum
fyri ikki at seta seg inn í
substansin í málum.
- Set tveir ósamdar partar
saman at kjakast um hvat
sum helst, tak ikki støðu til
nakað, og tá partarnir eru
lidnir at keglast, ynskja vit
øllum góða nátt. Men hvør
verður klókari av tí, spyr
Uni Arge.
- Eg haldi, at eitt mál sum
veðurlagsbroytingar er upp-
lagt at perspektivera í einum
upplýsandi kjaki, eins og
sjónvarpið gjørdi við til
dømis bispavalevnunum í
farnu viku. Tað var ein fín
sending, sigur Uni Arge.
Nýtist ikki at
vera keðiligt
Bogi Hansen spyr í sínum
brævi hvørt uppgávan hjá
Kringvarpinum er at upp-
lýsa og menna føroyska
fólki ella bara tryggja sær
so nógvar hyggjarar sum
møguligt. Birgir Kruse sig-
ur, at Kringvarpið hevur
skyldu at kanna virði í tí,
sum tey senda.
- Public service treytirnar
eru ikki fylgdar, tá eingin
kannar virði á tí, ið sent
verður. Heldur ikki tá tað
verður góðkent at senda
eina vánaliga reportasju og
halda seg kunnu bøta um
støðuna við at senda eina
betri reportasju, bara fyri at
tveir partar skulu sleppa
framat. Hetta er ikki andin í
almennari upplýsingartæn-
astu
Men hann heldur ikki at
almenn upplýsing er tað
sama sum turrisligar send-
ingar. Sjónvarpið skal eisini
tryggja sær hyggjarar.
Provokerandi sendingar
eru altíð spennandi. Tann-
leysar og stovureinar send-
ingar eru ikki stuttligar í
longdini. Sjónvarp eigur at
verða merkt av nærveru og
einum listarligum yvirskot-
ið, sum greitt ber brá av
stuttleika og sniðfundigheit.
Tá vinnur sjónvarpið. Send-
ingarnar ”Ymisk Lív” eru
gott dømi um hetta.
Uni Arge heldur eisini, at
tað finst ein millumvegur,
har vitan, perspektivering
og orðaskifti kunnu latast í
ein spennandi ham. Tað er
ikki av ongum, at eitt nú
dokumentarsendingar
og
frásøgumyndir
ofta
eru
bygdar upp eftir somu
spenningskurvu, ið verður
brúkt at gera kriminalfilmar
eftir. Tað er fyri at varðveita
áhugan hjá móttakarunum,
greiðir hann frá.
- Men tráanin eftir at
tekkjast móttakarunum má
ikki gerast so sterk, at alt
kódnar í tómum undirhaldi,
og vanligur fornuftur og
substansur púrasta mugu
víkja, staðfestir hann.
Sjónvarpið mist takið
Trupuleikin hjá sjónvarpi-
num er, sambært Birgir
Kruse, at at tað í ein óhepn-
an mun hevur mist sín
leiklut sum føroyskur veit-
ari av upplýsing og undir-
haldi.
Í dag tykist alt líka mikið.
Sjónvarpið hjá Kringvarpi-
num fær ikki fastatøkur á
fólki. - - Kravið um upplýs-
ing og undirhald er annar-
leiðs í dag og verður nøktað
aðrastaðni enn hjá Kring-
varpinum. Hetta er byrðan
hjá føroyska sjónvarpinum
– at vinna hyggjaran aftur.
- Men hetta gerst neyvan
uttan tær resursir, sum kom-
andi og farandi leiðslur
hava rópt eftir, men fyri
deyvum oyrum, leggur Birg-
ir Kruse herslu á.
Sjónvarpið má stuðla
føroyskum kjaki
- Føroyskir fjølmiðlar kappast næstan bara um at bera tíðindi. Hvør klárar fyrst at umseta
tíðindastubbarnar á tekstvarpinum hjá DR ella BBC, tykist ofta vera høvuðsendamálið. Hvørki
sjónvarpið ella útvarpið vinna hesa kappingina, tí tað ger internetið, staðfestir Uni Arge
Sum eg skilji public
service tankan er teirra
fremsta uppgáva at geva
almannavarpinum heimligt
kjølfesti, og tað gera teir í alt
ov lítlan mun í dag, sigur
Birgir Kruse