hósdagur 20. september 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 20. september 2007
31
lýsingar
HEILSUSKÚLI FØROYA
á Tvøroyri
søkir eftir fólki at avloysa lærara í barnsburð
arfarloyvi frá 1. november 2007 til 31. oktober
2008.
Lýsing av starvinum
Starvið er á brøki 0,75, sum er 30 tímar um
vikuna.
Starvið fatar um undirvísing av heilsurøktara
næmingum, fyrireiking og tilrættalegging í
sambandi við undirvísing, samábyrgd av at
gera útbúgvingar og undirvísingarætlanir og
at skipa fyri royndum.
Undirvísingin er løgd til rættis sum toymisarbeiði
og sum verkætlanir í tøttum tvørfakligum sam
starvi við hinar lærararnar á skúlanum.
Útbúgvingarnar eru í støðugari menning. Sum
lærari á skúlanum ert tú við í menningararbeiði
num og fært soleiðis ávirkan á útbúgvingina og
lærarastarvið.
Faklig krøv
Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
Førleikakrøv
Námsfrøðiligar royndir ella onnur eftirútbúgving,
skeið v.m., umframt royndir innan psykiatriska
sjúkrarøkt, geva fyrimun.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar.
Upplýsingar
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til
deildarleiðaran á Heilsuskúlanum, Susanne
Høgh Olesen, á telefon 22 48 55.
Umsóknir verða sendar til
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
Jónas Broncks gøta 25
FO-100 Tórshavn
att.: Súsanna M. Mortensen, v. rektara
og skulu vera Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum í hendi
í seinasta lagi 01.10.2007
Merk umsóknina: »Starv á Heilsuskúlanum«
SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA
Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250
fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo
DEILDARLEIÐARI
til Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya
Starvið sum deildarleiðari á Sjúkrarøktarfrøði
skúlanum er leyst at søkja. Setanin tekur við 1.
november 2007.
Starvið
Deildarleiðarin vísir til rektaran og hevur undir
sær lærararnar á skúlanum. Deildarleiðarin er
vararektari og røkir rektarastarvið, tá rektarin
er burturstaddur.
Ábyrgdarøki
Deildarleiðarin hevur dagligu, fakligu og náms
frøðiligu leiðsluna av útbúgvingini til sjúkra
røktarfrøðing um hendur og hevur undirvísing
arskyldu. Deildarleiðarin hevur ábyrgdina av,
at útbúgvingin samsvarar galdandi lógum,
kunngerðum og reglum og teimum krøvum, ið
løggildingin ásetur.
Deildarleiðarin er rektaranum til hjálpar í øllum
spurningum um samstarv millum deildirnar báð
ar, Heilsuskúlan og Sjúkrarøktarfrøðiskúlan, og
í málum viðvíkjandi útbúgvingini.
Faklig krøv
Sjúkrarøktarfrøðingur við viðkomandi víðariút
búgving á master ella kandidatstøði.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. verður at senda til:
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
Jónas Broncks gøta 25
FO-100 Tórshavn
att.: Súsanna M. Mortensen, v. rektari
og skal vera Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum í hendi
í seinasta lagi mánadagin 01.10.2007
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja 352
250 ella 215 990 ella við at senda teldupost
til susanna.m.mortensen@skulin.fo.
Sí annars heimasíðu skúlans: www.srfs.fo
Merk umsóknina: »Deildarleiðarastarv«
SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA
Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250
fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo
Lesið Sosialin - so eru tit við
Fiskivinnuroyndir 2008
Lýsing eftir umsóknum
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimála
ráðnum, sum stuðlar gransking og menning
innan fiskivinnu:
Verkætlanir innan fylgjandi høvuðsøki hava
fyrimun:
• Fiskiskapur við ábyrgd
• Royndarveiða, framleiðsla og søla
• Virðisøking av fiski
• Búskaparlig og samfelagslig menning
av fiskivinnuni
• Heilsa, trygd og umhvørvi
Innanfyri høvuðsøkini verður aftur í ár lagdur
dentur á at fáa verkætlanir, sum kunnu:
• Lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at
fáa alla veiðu til høldar (fisk, livur, rogn
innvølir vm.).
Serligur dentur verður lagdur á, at
• vinnan tekur lut í verkætlanini
• eginfígging ella onnur fígging er verulig
• samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum og/ella uttanlands.
Fyritøkur, almennir stovnar og einstakling
ar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnu
royndum.
Víst verður á, at møguleiki er hjá vinnuni at
søkja um stuðul til setan av vinnugranskara
innanfyri omanfyrinevndu økir.
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í samband
við samskiparan um hetta.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í
fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
mánadagin 15. okt. 2007 kl. 12.00.
Meira fæst at vita:
Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar
og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu
okkara www.fvg.fo
Áhugað eru vælkomin at venda sær til
Jákup Mørkøre, samskipara við møgulig
um spurningum.
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2008.
Jákup Mørkøre, samskipari
tlf.: 35 30 30 / 35 32 48
fartel.: 55 32 48 (fyrr 21 73 69)
tpost: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Heykavegur 6
FO110 Tórshavn
Fiskimálaráðið