fríggjadagur 21. september 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 21. september 2007
13
viðmerkingar
Tað vóru framskygdar
kvinnur og menn sum fyri
50 árum síðani tóku stig til
Dr. Margrethu barnagarðin.
Tey gjørdu tað, tí tey sóu
ein tørv, samfelagið var
byrjað at broytast, mamm
ur fóru nú út at arbeiða.
Henda gongdin hevur stað
ið við líka síðan, og tí hava
vit í dag fleiri vælvirkandi
stovnar og dagrøkt í
Klaksvík.
Hesi fólkini, ið tóku stig
til Dr. Margrethu barna
garðin, høvdu neyvan
væntað, at tað fór at taka
50 ár til vit fingu fyrsta
stovnin bygdan til
endamálið.
Hví tók tað so longi.
Helst eru fleiri orsøkir til
tað, í politikki er tað altíð
ein spurningur um raðfest
ing, hvat skattakrónurnar
skulu nýtast til. Tað hevur
tikið langa tíð at fáa so
nevndu bleytu virðini við í
raðfestingarnar, men tað er
at fegnast um, at alt fleiri
politikarar hava tikið hetta
til sín. Og tað er at fegnast
um at vit standa her í dag.
Vit vita, at Margit Joen
sen, sála var ein eldsál og
brendi fyri hesum barna
garðinum. Hon hevur
mangan staðið einsamøll,
tí Oddbjørg Sólbjørg, ið
var onnur kvinnan í býráð
num tá, var bert inni sum
eykalimur. Arbeiðið hjá
Margit og hinum í byggi
nevndini var so væl úr
hondum greitt, at tekning
arnar kundu nýtast nærum
óbroyttar, tá byggjast
skuldi.
Tað, at vit standa her í
dag og fegnast er eitt tekin
um, hvussu stóran týdning
tað hevur at bæði kynini
eru saman um at taka
avgerðir.
Karmarnir á hesum
stovninum eru av teim
allarbestu, men karmar
uttan innihald eru onki. Øll
tit ið starvast her hava eina
stóra ábyrgd, tit skulu nú
ganga á odda fyri at skapa
eitt innihald fyri tey børn
ið verða latin í tykkara
varðveitslu. Hetta setur
stór krøv, sambært
dagstovnalógini skulu tit:
Menna og menta børnini
Í samvinnu við foreldru
num geva børnunum eina
kristna siðalagsliga
uppaling
Búgva tey so tey kenna
rættindi og skyldur í einum
fólkaræðisligum samfelag
Menna skapandi evni,
samleika, sjálvsvirði og
sjálvkenslu
Tryggja eitt heilsugott og
stimbrandi umhvørvi
Í samstarv við heimi
styrkja barnsins
fjølbroytnu menning –
samspæl við nattúruna
Hetta eru stór og føgur orð,
men eg ivist onga løtu í at
tit, við Hedvig á odda, fara
at megna at lyfta hesa
uppgávu so barnahúsið
Margit verður ein perla hjá
Klaksvíkini.
Eg sigi við vilja ein
perla, tí vit hava nakrar og
kunnu ikki gevast fyrr enn
vit hava eina røð av
perlum, ið tilsamans geva
eitt vakurt perluband innan
barnaansing – tað má vera
málið !
At enda vil eg ynskja
tykkum øllum hjartaliga
tillukku og góða eydnu.
Heilsan til Barnahúsið Margit
limur í sosialu nevnd
Klaksvíkar býráð
Eyðgunn
SamuElSEn
Útvarp Føroya hevði miku
kvøldið sending um Før
oyar sum eitt valdømi. Var
spurdur um ymist í hesum
sambandi av útvarpsmanni,
hetta sum framsøgurmaður
hjá Tjóðveldinum. Hoyrdi
ikki sendingina, men skilji
á lagnum, at fólk tulka tað
eg segði, sum eri eg ímóti,
at Føroyar gerast eitt val
dømi. Tí fari eg at nýta
hetta høvið til at siga, at eg
taki fult undir við, at Før
oyar gerast eitt og sama
valdømi. Orsøkin til mis
skiljingina kann sjálvsagt
vera tann, at eg havi ikki
orðað meg nóg væl og
greitt, tá eg tosaði við
útvarpsmannin.
Ein onnur orsøk kann
eisini vera, at eg svaraði
ikki beinleiðis upp á spurn
ingin, um Føroyar skulu
gerast eitt valdømi, men
meira uppá, hvat eg helt
um neyðsemjuna hjá sam
gonguni og annars sjálvt
uppskotið. Og eg kann
eisini nýta høvið til at end
urtaka, at eg haldi sokall
aðu semjuna vera eitt
neyðaregg uttan meining.
Nýtti í sama viðfangi høvi
til at finnast at, at samgong
an (ella løgmaður) ger
slíkt, uttan at hann roynir
at fáa alt tingið við sær. Og
eisini endurtaka, at eg
haldi tað vera skeivt, at
bæði tingið og Føroya fólk
annars fáa so stutt skotbrá
til at umhugsa og viðgera
eitt so stórt álvarsmál. Og
at enda kann eg siga upp
aftur tað, sum eg segði um
dygdina í sjálvum upp
skotinum, at hon als ikki
stendur mát.
Men kemur uppskotið
frá Edmundi á aftur ting
borð, og vit fáa høvi til at
atkvøða um tað, so er eing
in ivi um, hvat undirritaði
fer at gera. Eg fari at
atkvøða ja fyri at Føroyar
gerast eitt valdømi.
Føroyar sum eitt valdømi
tingmaður
Finnur
HElmSdal
Ein kunngerð er ávegis úr
Fiskimálaráðnum, sum
hevur við sær, at allur
flotin verður lagdur eina
viku undan jólum til eina
viku eftir ársskiftið.
Hetta er í háárstíð fyri
fiskaprísir. Prísirnir á
marknaðinum eru í toppi,
og bæði fiskimenn og skip
fáa tá mestu úrtøkuna á
árinum.
Ætlanin er at leggja allan
flotan, eisini garnaskipini
og djúpvatnstrolararnar,
sum ikki eru undir
fiskidagaskipanini.
Ætlanin hjá landsstýris
manninum og samgonguni
er ivaleyst at verja toska
stovnin, men herferðin
rakar skeivt og fer at fáa
stórar fíggjarligar avleið
ingar, eitt nú fyri skip, sum
bara fiska svartkalva og
havtasku, sum tey fáa heilt
góðan marknaðarprís fyri
hesa ársins tíð á hvørjum
ári.
Upsaprísirnir eru somu
leiðis stak góðir fyrstu
dagarnir eftir nýggjár, og
eru tað fleiri skip, sum so
at siga bjarga sær árinum
hesa ársins tíð við einum
skjótum túri millum
jólanna.
Hetta verður nú søga.
Samgongan hevur av
órannsakiligum orsøkum
sett sær fyri at knúlva tað
gevandi føroyska útflut
ningsvirðið um nýggjárs
leitið burtur úr hagtølu
num, og at tvinga føroy
skar fiskimenn til at ganga
heima, tá úrtøkan úr sjó
num er upp á tað mesta.
Politiska atsóknin móti
rentabilitetinum í fiski
skipaflotanum liggur langt
uttan fyri vanligt vit og
skil.
Landsstýrismaðurin er á
tingi spurdur, um hann
kann geva løgtinginum og
almenningum eina bara
nøkunlunda skilagóða
frágreiðing upp á henda
skilaleysa fiskivinnu
politikkin, sum nú er í
eygsjón.
Tað kundi hann ikki, og í
samgonguni tóktist eingin
áhugi vera fyri at støðga
hesum skilaloysi.
Atsókn móti rentabilitetinum í fiskiskipaflotanum
HErgEir
niElSEn
Hóast Martin hevur verið nógv
royndur við sjúku og mótgongd,
so kom tað dátt við at Martin nú
var tikin frá okkum.
Martin hevur síðani hann var 5
ára gamal verið sjúkur av
sukursjúku, og hesi seinastu uml.
13 árini hevur sjúkan verið
ógvuliga hørð móti honum.
Hóast ymisk likamlig brek,
hevði hann ein serstaka sterkan
vilja sum fáur.
Umframt at vera virkisleiðari,
pápabeiggi og forrætningsfelagi,
so var Martin ein av mínum
góðu vinum sum stuðlaði mær tá
tað stóð á. Hann hevur altíð
verið sera góður í ráðum og
vísur á nógvum lívsins
viðurskiftum.
Martin hevði eini serstøk evni
at tilrættaleggja framleiðslu, og
verður tað tí ein stórur saknur
hjá okkum á virkinum, nú hann
er farin. Martin dámdi eisini væl
at fáast við framleiðslu, og tey
áhaldandi mál hann setti sær,
legði hann nógv fyri at náða.
Hann var tí serstakliga góður
virkisleiðari, og so mikið størri
verður saknurin.
Martin var sonur Júttu og Jóan
Hendrik Jacobsen, á Bakka her á
Glyvrum. Hann var føddur
25.09.1951 og giftur við Katrin
D. Jacobsen í Tórshavn. Saman
høvdu tey 4 børn, Høgni, Tóra,
Edith og Jóan Pauli.
Martin var útbúgvin matvøru
verkfrøðingur, og hevði hansara
stóra vitan innan hetta øki stóran
týdning fyri menningina av
framleiðsluni sum hann stóð fyri
ein stóran part av hansara lívi.
Hann var við til at menna fleiri
virkir í Noregi, Tórshavn og á
Glyvrum.
Vit fara at sakna Martin
ómetaliga nógv, tað sýnist
ógjørligt at útfylla tað pláss, sum
hann hevur havt bæði í mínum
lívi og í okkara viðurskiftum
annars. Tað verður tungt at lyfta
tær uppgávur, sum hava ligið á
hansara herðum líka til tað
síðsta.
Martin hevði eitt serligt lyndi,
sum helst var ein av orsøkunum
til at hann kundi bera tað tungu
lagnu sum sjúkan gav honum.
Hann gramdi seg ongantíð
viðvíkjandi sínum likamligu
støðu, altíð positivur og sá
møguleikar ístaðin fyri
trupulleikar.
Katrin, Jóan Pauli, Edith, Tóra
og Høgni, Jesus styrki tykkum í
sorgini og sakninum eftir tykkara
kæra manni og pápa.
Æra verið minnið um Martin.
Regin Jacobsen
Minningarorð um Martin Jakobsen
f. 25.09.1951 Glyvrar