fríggjadagur 21. september 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 183 - 21. september 2007
enn at hava fulla ferð á
arbátarnar í havið. Soleiðis
byrgdu teir uppfyri, at skipið
koppaði av yvirísing og
bjargaðu soleiðis lívinum.
Mortan sigur, at Fiskanes
og Torkil Máni komu at liggja
í Grimsby í senn eftir hendan
túrin, og úr landi fingu teir
umborð á Fiskanesi at vita, at
buglurnar, sum skipið hevði
fingið í skrokkin av ísinum,
máttu rættast uppaftur beinan
vegin.
Við nýbygningum
Tað gekk so væl hjá gamla
Kalsevni, ið pápi Mortan,
Andrias Johannesen, førdi,
at felagið í 1959 læt nýggjan
trolara, Brand Sigmundars
son, byggja í Fredrikshavn.
Hetta var um sama mundið,
sum
portugáltrolararnir
komu til landið.
Tá ið Brandur Sigmund
arsson kom, var eg vorðin
hálvvaksin og slapp við
hesum skipi.
Hann sigur, at seinni í lív
inum plagdi onkur av mann
ingini, sum sigldi nógv ár
við Brandi, at spyrja seg,
um hann mintist, tá ið hann
fylti 18 ár umborð á Brandi
úti á Fyllabanka.
Eg var við Fiskanesi
árini 1958 og 1959 og slapp
síðan umborð á Brand Sig
mundarsson, ið pápi fór at
føra.
Í 1961 læt Tórshavnar
Trolarafelag trolaran Magn
us Heinason byggja í Lissa
bon í Portugál. Magnus var
systurskip til Brand, bygdur
eftir somu tekning.
Eg bað pápa mín spyrja
Aksel Hansen, um eg kundi
sleppa niður við eftir skipin
um. Jú, tað slapp eg, og
hetta var heilt ótrúliga
spennandi hjá mær sum 18
ára gomlum.
Frægastu inntøkur
Hann sigur, at Dávur Poul
sen, sum tá hevði verið
stýrimaður hjá pápa sínum
í eini 10 ár, bæði við Kals
evni og Brandi, fór at føra
Magnus Heinason.
Dávur var ein ógvuliga
raskur, dugnaligur og fittur
maður, og eg var við
Magnusi Heinason í eitt ár.
Mortan sigur, at hesi skip
ini, sum vóru á saltfiski í
Grønlandi og Ný Foundlandi
og á ísfiski undir Íslandi
um veturin, góvu fiskimonn
um frægastu inntøkuna, ið
fekst á sjónum fyrst í seksti
árunum.
Vanligt var, at hesi skip
ini fóru til Ný Foundlands
fyrstu vikuna í januar og
royndu har yviri í januar,
februar, mars – og kanska
út í hálvan apríl. Heimaftur
komin fóru skipini til Grøn
lands, har tey gjørdu einar
tveir
saltfiskatúrar.
Um
heystið var liðugt í Grøn
landi, og síðan varð farið á
ísfisk undir Íslandi tað, ið
eftir var av árinum.
Í 1962 fór Mortan av Magn
usi Heinasyni og umborð
aftur á Brand Sigmundarsson,
og um heystið hetta árið fór
hann á skiparaskúla.
Illa løstaður
Árini 19621966, tá hann
fekk sína sjóvinnuútbúgv
ing, stríddist Mortan eisini
við stóran skaða, sum hann
fekk í eini ferðsluvanlukku
á motorsúklu sum 20 ára
gamal. Málið endaði í rætt
inum, og Mortan var púrasta
fríkendur frá allari skuld í
vanlukkuni.
Eg vil siga, at eg bleiv
pettaður sundur og var ikki
arbeiðsførur aftur tey fyrstu
fýra árini. Serliga var tað
vinstra beinið, sum var brot
ið í fleiri støðum, og soleiðis
endaði eg á høkjum í langa
tíð.
Í hesi tíðini fekk Mortan
so sína sjóvinnuútbúgving
og í 1964, meðan hann gekk
í skúla, giftust hann Ruth.
Liðugur við skúlan í
1966 fór eg umborð aftur á
Brand Sigmundarsson sum
stýrimaður hjá pápa, og vit
kunnu siga, at her byrjaði
mín ”karriera” sum stýri
maður og seinni skipari.
Í skiparastólin
Tað var í juni í 1970, tá
hann var 27 ára gamal, at
pápin spurdi Mortan, um
hann vildi fara ein saltfiska
túr eystur í Barentshavið
sum skipari.
Eg hevði bæði verið ann
ar og fyrsti stýrimaður undan
hesum, og hetta var ein
ógvuliga spennandi uppgáva.
Prísirnir á saltfiski vóru upp
gangandi um hetta mundið,
og í pengum fiskaðu vit hend
an túrin størsta virði, sum
nakar føroyskur trolari tá
hevði ført til lands eftir ein
um túri. Hetta kom væl við
einum einum ungum manni,
sum tá bæði hevði fingið
konu og børn, sigur Mortan.
Eftir hetta sigldi hann
bæði sum fyrsti stýrimaður
og av og á sum skipari við
Brandi.
Í 1972 byggir KGH eina
røð av nútímans hekkutrol
arum í Fredrikshavn, og
Mortani stendur nú í boði
at fáa skiparakjans við ein
um av hesum bátum.
Hetta førdi til, at eg
flutti yvir til Grønlands at
búgva við konu og børnum.
Allir yvirmenninir vóru før
oyingar
og
dekkararnir
grønlendingar.
Mortan sigur, at tey
høvdu eina ógvuliga góð
tíð í Grønlandi, har tey
eisini komu at kenna menn,
sum Simon Olsen, ið seinni
gjørdist grønlendskur fiski
málaráðharri, eins og Mos
es Olsen, ið seinni gjørdist
fólkatingslimur.
Enn er samband okkara
millum av og á, sigur hann.
Aftur til Føroya
So hvørt, sum børnini vuksu,
og skúlin í Grønlandi gjørdist
ein ávísur trupulleiki, vendu
Mortan og Ruth eygunum
heimaftur til Føroya.
Mær stóð nú í boði skip
arakjans við Mýlingi, sum
Kymbil hevði leigað úr
Noregi, men tá eg var komin
heim, vildu norðmenn hava
skipið aftur. Nú hevði eg
bert tveir møguleikar. Annar
var at fáa annan kjans í
Føroyum – ella at fara yvir
aftur til Grønlands.
Hetta var um tað mundið,
tá Jákup í Lopra bygdi polar
borgirnar, og Mortan ringdi
til hansara og spurdi um
kjans.
Jú, Jákup segði beinan
vegin, at kjans skuldi eg fáa.
Mortan sigldi nú hjá
Jákupi í hálvt annað ár, og
tað gekk ógvuliga væl.
Jákup var ein góður reið
ari, sum eg kann bera alt
gott. Hann segði tingini
beint út, men tað var ong
antíð nakað, sum legði seg
ímillum hjá okkum báðum.
Bróður Mortans, Sonni,
gjørdist eisini skipari hjá
Jákupi í Lopra. Teir førdu
nú hvør sína Polarborg.
Fyrst Suðringur...
Ein dagin, meðan Mortan
sigldi hjá Jákupi, og hann
var á veg norður um Suður
oyarfjørð við Smyrli, fór
hann upp á brúnna at práta
við Óla Hammer, skipara.
Teir kendust sum óvitar, og
teir gingu eisini á Føroya
Sjómansskúla saman.
Atli P. Dam, táverandi
løgmaður, var eisini á
brúnni hesa løtu. Hann kem
ur yvir til mín og spyr meg,
hvat eg haldi kann gerast á
Tvøroyri, so fiskavirkið har
suðuri fær nóg mikið av
ráfiski. Eg lovaði honum at
hyggja upp á hetta og fara í
holt við at kanna málið.
Úrslitið gjørdist, at Mort
an og Tvøroyrar kommuna
fór undir verkætlanina við
djúpvatnstrolaranum Suðr
ingi, ið kom sum nýbygn
ingur til landið í oktober
1977.
Vit fiskaðu í Íslandi og
førdu fiskin heim til Tvør
oyrar. Hetta gekk ógvuliga
væl. Sonni, bróðir, avloysti
meg onkuntíð sum skipari,
sigur Mortan, sum var heili
átta ár við Suðringi.
Síðan Rankin...
Fá ár seinni tosaði Mortan
aftur við Tvøroyrar komm
unu um møguleikan at
byggja eitt skip aftrat, og
aftur hesaferð var kommun
an ógvuliga positiv.
Í 1981 kom so Rankin,
ið Sonni fór at føra. Rankin
hevði ikki íslandsloyvi. Teir
fiskaðu tískil undir Føroy
um, mest á Munkagrunnin
um og á leiðunum við Før
oyabanka. Hetta gekk eisini
óføra væl, og í 1983 fiskaði
Rankin yvir 3.000 tons.
Mortan sigur, at munurin
millum skipini var, at hann
við Suðringi fiskaði tosk
undir Íslandi, meðan Sonni
serliga fiskaði kongafisk,
blálongu og svartkalva und
ir Føroyum. Sum árini
gingu, fór Suðringur eisini í
størri mun at royna undir
Føroyum, tí nógv var at fáa
av djúpvatnsfiski.
Tað gekk óføra væl hjá
báðum skipunum, og fiska
virkið á Tvøroyri mundi tá
teljast millum tey virkir í
landinum, sum høvdu mest
støðuga ráfiskatilgongd. Ja,
vit kunnu siga, at í samfull
30 ár hevur fyrst Suðringur
og síðan Suðringur og Rank
in verið høvuðsgrundarlagið
undir ráfiskatilgongini á
Tvøroyri.
Bæði skipini eru bygd á
Skála, og sigast kann ikki
annað enn, at hesi hava
roynst óføra væl.
Klandur kom í
Í 1985 hendir tað keðiliga,
at klandur kemur í millum
partarnar á Tvøroyri. Hetta
førdi til, at Sonni trekti seg
fyrst til bakar – og síðan eg
sjálvur. Eg var ógvuliga
keddur um hetta, tí tað hev
ur gingið so óføra væl hjá
báðum skipunum.
Mortan leggur dent á, at
besta fólkið, hann nakrantíð
hevur havt umborð hjá sær,
vóru tvørámenninir, hann
hevði umborð á Suðringi.
Vit drivu tað ógvuliga
hart. Løgdu til brots 2. janu
ar og helmaðu ikki í aftur
fyrr enn tveir dagar fyri
jólaaftan. Síðan lógu vit um
jóla og nýggjárshøgtíðina.
Eftir tíðina á Tvøroyri,
fóru Mortan og Sonni undir
eina verkætlan við svart
kjafti til matna, har teir lótu
nýtt
og
snotuligt
skip
byggja á Langstein skipa
smiðjuni í Noregi.
Andrias í
Hvannasundi
Vit sóu ógvuliga ljóst upp
á hesa verkætlan, og á vári
1986 fingu vit Andrias í
Hvannasundi. Eg vil siga,
at tað gekk væl í eini tvey
ár. Vit høvdu onkrar byrjun
artrupulleikar,
men
teir
komu vit skjótt yvir.
Mortan sigur, at yvir eina
nátt í 1987 hendi nakað, sum
gjørdist byrjanin til endan av
hesum ætlaða ævintýri.
Hetta var, tá hin nógv
umrøddi
filmurin
um
sandmaðk í svartkjaftaflaki
varð vístur í týskum sjón
varpi, har myndir av sand
maðki vórðu vaksnar upp
nógvar ferðir, og sandmaðk
urin sást bæði at hava horn,
klógvar og kjaft.
Spurdur, um hann iðrar seg
um verkætlanina við Andri
asi í Hvannasundi, sigur Mort
an, at tað ger hann ikki.
Vit trúðu upp á hetta, og
vit vildu royna, um hetta bar
til.
Hann ásannar, at hann
hevur fingið nógv skot fyri
bógvin um hesa royndina,
men sum hann tekur til:
Tá ið tað gongur minni
væl, hoyrist tað, men tá tað
gongur væl, hoyrist einki.
Aling og útróður
Tá Mortan gavst at sigla í
1986, fór hann undir aling,
kryvjing og sølu av fiski,
men í ár 2000 fór at kalla
øll tann føroyska alivinnan
fyri bakka.
Í 2001 læt hann útróðrar
bátin Tvíburar byggja hjá
AWIBoats í Runavík, og
síðan báturin varð flotaður
og klárur til fiskiskap, hev
ur hann roynt seg sum
útróðrarmann.
Mær dámar ógvuliga
væl lívið sum útróðrarmaður,
og eg kundi ikki droymt um
nakað annað. Hetta er ógvu
liga spennandi og eitt óføra
gott ítrív hjá okkum, sum
hava balst á havinum alt
okkara góða lív. Eg veit
ikki um annað enn at hava
fulla ferð á alla tíðina. Hetta
er tað, tú ert vanur við, og
tað gongur so leingi, heilsan
er góð, og tú orkar tað, tú
gert, sigur Mortan Johanne
sen at enda.