fríggjadagur 21. september 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 183 - 21. september 2007 ]
Við – ikki við
Skaddur: Morten Overgaard
(knæskaði)
Ivasamur: Hanus Jacobsen (rivjabein)
Leikbann: Allan Mørkøre og Christos
Patsamaris
Ivasamur: Bergur Midjord
(vøddaskaði)
Við aftur: Sylla D. Ahmed
(burturstaddur seinast)
Við aftur: Eirikur Poulsen (eftir
leikbann)
Skaddur: Zsolt Szekeres (knæskaði)
Ivasamur: Ronnie Samuelsen
(knæskaði)
Leikbann: Hans Pauli Samuelsen
Skaddur: Sámal Joensen (knæskaði)
Ivasamur: Hans Jørgen Djurhuus
(heilaskjálvta)
Við aftur: Sverri Jacobsen (eftir
leikbann) og Tomasz Sajdak (eftir
leikbann)
Formuladeildin
Sunnudagin 23/09
KÍ – GÍ
Páll Augustinussen
NSÍ – AB
Jens Petur Brattalíð
HB – EB/Streymur
Petur Reinert
VB/Sumba – B71
Eiler Rasmussen
Mánadagin 24/09
B36 – Skála
Lars Müller
1. deild menn
Leygardagin 22/09
TB – SÍ
Jan Skoradal
HB – LÍF
Jón Kári í Brekkuni
FSV 04 – ÍF
Dagfinn Olsen
B36 – B68
Rói Jacobsen
KÍ – NSÍ
Bárður Mortensen
1. deild kvinnur
Leygardagin 22/09
GÍ – KÍ
Bjarki Danielsen
AB – B36
Jóhan P. Michelsen
2. deild menn
Sunnudagin 23/09
EB/Streymur – Fram Marner Olsen
MB – B68
Andrass Weihe
GÍ – ÍF
Johnleif Gerðisá
FSV 04 – KÍ
Valdemar á Løgmansbø
B36 – Skála
Laurits í Króki
Men talan verður
neyvan um beinleysa
avgreiðsluuppgávu, tá
ið AB, sum spælir fyri
lívinum, fer at vitja í
Runavík
NSÍ-AB
Jákup Mørk
Tað líður ímóti endanum á
hesum
kappingarárinum.
Tað sæst eitt nú aftur í, at
NSÍ sunnudagin fer at
spæla fyri triði síðstu ferð í
ár á heimavølli.
Gulldreymurin er størri
enn nakrantíð, og tað er
gulldeymurin eisini. Síðsta
sunnudag stóðu teir gulu og
svørtu eina tí torførastu
royndina á tronga vegnum
ímóti FM trónuni. Tí hevði
tað verið heilt burturvið,
um NSÍ sunnudagin kiksaði
á heimavølli ímóti AB, sum
hevur ryggin ímóti múri
num.
Vit fokusera upp á eina
avbjóðing í senn, og tað hev
ur áður víst seg at vera
torført ímóti AB í Runavík,
verður sagt í NSÍ.
Sipað verður til heima
dystin ímóti argjamonnum
í 9. umfari. Hann endaði
við 21 heimasigri, men AB
var væl við, og fram ímóti
dystarenda stríddust teir
fyri at javna.
Á Argjum kendu teir seg
sunnudagin við 31 heima
sigri á KÍ at fáa um endan
aftur í stríðnum fyri at
sleppa undan niðurflyting.
Men treytirnar eru harðar.
Um AB einki fær við úr
Runavík, og um B71 sam
stundis vinnur í Vági, so
verður sannlíkið fyri niður
flyting ógvuliga stórt longu
undan fýra teimum síðstu
umførunum.
Tá ið NSÍ 12. august var
á Argjum, vunnu gestirnir
20.
Tað verður neyvan nakar
lættur dystur hjá oddaliðnum
NSÍ, tá ið AB vitjar
sunnudagin. AB hevur fyrr
í ár givið NSÍ ein skarpan
gang, og við sigrinum ímóti
KÍ mánadagin hevur AB økt
um møguleikarnar at vera
veranda í bestu deildini.
Mynd: Álvur Haraldsen
Eigur ikki at
kiksa hjá NSÍ
Felags fyri báðar
partarnar, sum
hittast á Vágseiði,
er, at úrtøkan síðani
summarsteðgin hevur
verið sera soltin
VB/SUMBA-B71
Jákup Mørk
Eftir tvær ferðirnar seks
mál ímóti sær á útivølli
eigur VB/Sumba hesa ferð
heimavøll. Vánirnar fyri at
bjarga sessinum í Formula
deildini eru lítlar ella rættari
ongar. VB/Sumba hevur
burtur úr 223 dystum vunn
ið 11 stig. Tað eru 12 stig
fram til triði aftasta plássið,
og eingin – heldur ikki tey í
VB/Sumba – halda tað vera
realistiskt, at tað skal bera
til at bjarga sær.
Men vit skylda okkum
sjálvum, viðhaldsfólkunum
og øllum øðrum at leggja
tað fyri, sum vit megna,
verður sagt úr Vági.
Um talan skal verða um
bjarging, so er tað B71,
sum fatur skal fáast á. Takið
hjá sandoyingum er fyrst og
fremst at renna undan AB,
sum er seks stig aftanfyri.
Við úrtøku á Vágseiði
kunnu sandoyingar næstan
tryggja sær rættin eisini
næsta ár at spæla í fremstu
røð.
Felags fyri bæði VB/
Sumba og B71 er tað, at
úrtøkan síðani summar
steðgin hevur verið ógvuliga
lítil. B71 hevur burturúr
seks umførum vunnið tvey
stig. Annað vunnu teir í mál
leysum heimadysti ímóti
júst VB/Sumba, og hitt
vunnu teir síðsta sunnudag
á Skála. Tá var aftur mál
leysur javnleikur.
B71 hevur síðani í summ
ar havt stórar trupulleikar at
skjóta mál. Í seks dystum er
málmunurin 312!
Hjá VB/Sumba gekk tað í
fyrstu
umførunum
eftir
summarsteðgin illa at finna
mótstøðumálið. Tvær tær
seinastu ferðirnar hava teir
í VB/Sumba skorað ávika
víst trý og tvey mál á úti
vølli, meðan tað í verjuparti
num hevur gingið illa. Mál
munurin seks tær seinastu
ferðirnar hevur verið 718,
og úrtøkan hevur verið eitt
stig!
B71 kann bjarga sær
Dómarayvirlit
Magnus Olsen og
B71 kunnu næstan
tryggja sær lívið í
bestu deildini, um
teir fáa fult á útivølli
ímóti VB/Sumba
sunnudagin.
Mynd: Álvur Haraldsen