Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 21. september 2007 37 lýsingar Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo       er sjúklingurin í miðdeplinum eru umleið 200 seingjarpláss eru umleið 20 læknafakligar sergreinir eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknin skal vera Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO 100 Tórshavn Sjúkrarøktarfrøðingur til B6 Eitt fast fulltíðarstarv sum leiðari á nýggju viðgerðareindini »Daglonirnar« á Psykiatriska deplinum verður hervið lýst leyst til setan 1. november 2007 ella eftir nærri avtalu. Daglonirnar er ein nýggj eind, sum skal samskipa og menna eitt framsøkið og dygdargott tilboð til ambulantar og inn­ lagdar sjúklingar innan tað psykiatriska økið. Talan er um nýtt starv, har leiðarin skal uppbyggja og samskipa eindina saman við leiðslu og starvsfólkum á økinum. Leiðarin hevur dagligu fyrisitingarligu­, fíggjarligu­ og fakligu leiðsluna av eindini og hevur ábyrgdina av viðgerð­ artilboðum til innlagdar og ambulantar sjúklingar. Hetta verður í tøttum sam­ starvi við tey tvørfakligu toymini, sum eru undir uppbygging. Í Daglonunum koma at starvast nógvir ymiskir fakbólkar. Vit leita eftir einum persóni, sum kann verða við til • at uppbyggja eindina og samskipa viðgerðartilboð á deplinum • at fyrireika og seta í verk nýtt virksemi • at mynda mennandi starvsfólkapolitikk • at tryggja støðuga fakliga menning og eitt høgt tænastustøði • at tryggja gott samstarv innanhýsis og við aðrar stovnar og samstarvsfelagar • at taka stig inn í framtíðina saman við framsóknum starvsfólki á deplinum Vit kunnu bjóða • eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum • eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • positivt tvørfakligt samarbeiði við nógvum eldsálum • gott læringsumhvørvi við nógvum møguleikum Førleikakrøv Tað verður væntað, at umsøkjarin hevur viðkomandi fakliga útbúgving og royndir innan tað psykiatriska økið. Tað er ein fyrimunur at hava leiðsluútbúgv­ ing, men ikki ein treyt, men so skal hetta takast eftir setan. Skal vera sam­ starvshugaður, hava hug, hegni og árræði at arbeiða sjálvstøðugt. Hava visiónir og duga væl at seta í verk fyri­ skipanir. Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Tormóð Stórá, depilsleiðara, lokal 4100, tost@lsh.fo ella til Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, lokal 4102, bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 5. oktober 2007 kl. 12.00 STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Leiðari til viðgerðareindina »Daglonirnar« á Psykiatriska deplinum Á B6 er eitt fast starv á starvsbrøki 0,8 í skiftandi vaktum leyst at søkja til setan frá 1. november 2007 ella eftir avtalu. Vegna umvælingar á B6 í løtuni eru sjúklingar og starvsfólk flutt á E3/E2 og á B7. Á nýumvælda B6 er ætlanin at hava eina palliativa eind á deildini. Aðrar spennandi avbjóðingar liggja eisini fyri framman við implementering av THS. B6 er ein medisinsk deild, sum tekur móti elektivum og akuttum vaksnum sjúklingum. Deildin hevur vanliga pláss til 15 sjúklingar og hevur hesar ser­ greinar: »gastroenterologi, neurologi, endokrinologi, onkologi og hæma­ tologi«. Arbeitt verður eftir kontakt­ persónsskipanini. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum • røkt og viðgerð til sjúklingar innan áðurnevdu sergreinum Krøv til umsøkjaran • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga innan medisinsku sjúkrarøktina • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samarbeiði • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu Fyrimunir hava umsøkjarar við kliniskum royndum innan sergreinarøktina og viðgerðirnar innan serøkini á deildini. Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á B6, lokal 6067 ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102, asap@lsh.fo Umsóknarfreistin er 8. oktober 2007 kl. 12.00 Ergoterapeutur Umsóknarfreist: 24. sept 2007 kl. 12.00 Leiðandi fysioterapeutur Umsóknarfreist: 24. sept 2007 kl. 12.00 HVS-handverkari Umsóknarfreist: 24. sept 2007 kl. 12.00 Kost- og føðsluatstøðaranæmingar til Køkin Umsóknarfreist: 27. sept 2007 kl. 12.00 Starvsfólk til Psyk. D3 Umsóknarfreist: 28. sept 2007 kl. 12.00 Heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrahjálparar ella sjúkrarøktarfrøðingar Umsóknarfreist: 1. okt. 2007 kl. 12.00 Varaleiðari til B7 Umsóknarfreist: 1. okt. 2007 kl. 12.00 Leiðandi yvirlækni til Skurðdepilin Umsóknarfreist: 10. okt. 2007 kl. 12.00 Sálarfrøðingur til Psykiatriska depilin Umsóknarfreist: 22. okt. 2007 kl. 12.00 Bioanalytikari Umsóknarfreist: 15. nov. 2007 kl. 12.00 Leiðandi yvirlækni til Medisinska depilin Umsóknarfreist: 22. nov. 2007 kl. 12.00 Onnur størv (sí meira á www.lsh.fo) Vit søkja eftir 2 sjúrkarøktarfrøðingum til fast starv á starvsbrøki 0,6 og 0,7 til setan so skjótt sum gjørligt. Arbeiðið fevnir um dagarbeiði gerandisdagar. Frí hvørt vikuskifti og halgidagar. Ambulatoriið fevnir um • skurðambulatoriið Útistovu • dagskurð • ortopediska ambulatoriið Økið er ein heild við fleiri ymiskum funktiónum, og starvssettu koma eftir tørvi at hava ymiskar arbeiðsuppgávur, tó primert innan ortopediska ambula­ toriið og dagliga virksemið á dagskurð. Arbeiðsøkið í høvuðsheitum • dagskurð tekur ímóti sjúklingum, ið skulu hava smærri skurðviðgerðir. Hesir møta fastandi á morgni, verða innlagdir og útskrivaðir aftur seinni sama dag. • ortopediska ambulatoriið er opið 4 dagar um vikuna. Arbeiðið fevnir um skaðaambulatoriið og ortopediskar forkanningar. Vit kunnu bjóða • innleiðslu • eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði • í stóran mun sjálvstøðugt arbeiði • samskifti við nógvar brúkarar og fleiri fakbólkar • góðar samstarvsfelagar • spennandi avbjóðingar í samband við digitalisering av journalskipanini • ljóst og hugnaligt arbeiðsumhvørvi Krøv til umsøkjararnar • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum • áhuga í at kunna og vegleiða sjúklingar • fleksibul og góð samstarvsevni • opin og positiv/ur • vil søkja mennandi avbjóðingar Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava • fakligar royndir innan nevndu øki • minst 2 ára kliniskar royndir Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Margit Stórá, deildarleiðara á G1, lokal 5811, mast@lsh.fo ella til Nainu Túgvustein, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á Skurðdeplinum, lokal 5102, naina@ lsh.fo Umsóknarfreistin er 5. oktober 2007 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til Skurðambulatoriið, primert til dagskurð og ortopediska ambulatoriið