Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 21. september 2007 39 lýsingar Mentamálaráðið sóknast eftir dugna ligum og ágrýtnum yrkisnevndarskrivara frá 15. oktober 2007 ella skjótast gjørligt. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Yrkisdeplinum við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning við skiftandi uppgávum. Uppgávurnar eru m.a.: • at vera skrivari hjá yrkisnevndunum • at hava skrivligt og munnligt samskifti við lærupláss, lærlingar, yrkisskúlar og onnur innan arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarøkið, og • at arbeiða við øllum vanligum fyrisitingarligum uppgávum Førleikakrøv Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur: • víðari útbúgving, t.d. yrkisakademiútbúgving ella aðra javnsetta útbúgving • royndir, serliga innan fyrisiting og samskifti • góðan teldukunnleika og kunnleika til mál, serliga føroyskt • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt Lønar- og setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt stjórnarráðið og tess stovnar. Vit bjóða Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø skal sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 FO-110 Tórshavn Telefon 355050 – Faks 355055 Ella sum teldupostur til: mmr@mmr.fo Umsóknin skal vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. september 2007, kl. 16.00 Upplýsingar um virksemið í Yrkisdeplinum eru á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum www.yrkisdepilin.fo Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Eyðun Gaard, fyrisitingarleiðara, á tlf. 355061 ella 555066. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt fyrisitur ráðið uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Yrkisdepilin er fyrisiting í Mentamálaráðnum, og hevur ta yvirskipaðu umsitingina av arbeiðsmarknaðar– og yrkisútbúgvingarmálum. Depilin hevur eisini til uppgávu at vera fyrisiting og skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og Yrkisnevndunum. Yrkisdepilin fyrisitur harumframt ávís viðkomandi málsøki í Mentamálaráðnum Yrkisnevndarskrivari til Yrkisdepilin sansir.fo Vilt tú vera við til at styrkja og menna yrkisútbúgvingarnar? Javna veitslan 2007 Verður í Bygdarhúsinum í Leirvík Leygardagin 6. oktober kl. 19:00 Menu Tomatsuppa v/rómafyltum uppbakaðum bollum Oksasteik v/glaseraðum perluleyki, grønmeti, eplum og sós Ísdessert v/jarðberum Á veitsluni verður: Felagssangur, undirhald og burturlutan Gyklari vitjar Orkestrið Ælabogin spælir Dansur: M´as Blues Band Kostnaður: Vaksin kr. 250,- og børn 7 – 14 ár kr. 125,- yngri børn ókeypis Konta nr. 6460 - 153.962.2 í Føroya Banka Tilmelding skjótast – í seinasta lagi 25. septembur. Tlf. 314827 Mánadag – fríggjadag kl.10 –14 Teldupostur: skriv@javni.fo Øll eru hjartaliga vælkomin ØKisnevndin Í eysTurOy Og sTarvsnevndin Tá demens gerst partur av gerandisdegnum Evniskvøld um samspælið millum avvarðandi hjá demenssjúkum og starvsfólk verður í Miðlahúsinum mánakvøldið tann 24. septembur kl. 19.30. Fyrilesturin heldur Birgitte Vølund Birgitte er sjálvstøðugur sjúkrarøktarfrøðingur og master í gerontologi. Tlf 313102 · alzheimer@post.olivant.fo Sandvíkar skúli Lýst verður eftir einum tímalærara til tíðaravmark­ að starv skúlaárið 2007/2008 vegna avlopstímar. Tímalærarin undirvísir 10 tímar um vikuna. Søkt verður eftir einum tímalærara sum: • skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim. • skal vera førur fyri at loysa trupulleikar og at samstarva. • skal eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar­ málaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 21.2 – 30.2. Umsókn saman við prógvi, C.V. o.ø. skal verða Sandvíkar skúla í hendi í seinasta lagi 5. oktober 2007 kl. 16.00. Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar til tímalærara starvið, kunnu ringja til einalæraran Nitu Næs á tlf. 375917.