Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 21. september 2007 45 lýsingar Innbjóðing til móttøku í sambandi við stjóraskifti Mánadagin 24. september kl. 15 til 17 verður almenn móttøka í Høllini í Hotel Hafnia í sambandi við, at Jón Kragesteen fer úr starvi og Sølvi Reinert Hansen tekur við stjórastarvinum. Ráðið fyri Ferðslutrygd Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Pedagogur til Sambýlið í Pætursgøtu 3 í Hoyvík Pedagogur søkist til Sambýlið í Pæturs­ gøtu 3. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til setan frá 15. oktober 2007 til 30. september 2008. Í Sambýlinum búgva 4 menn við diag­ nosuni Asberger syndrom. Til hetta brek verður brúktur ein skipaður arbeiðs­ háttur. Umsøkjarar, ið hava royndir við arbeiði av hesum slag hava fyrimun. Ítróttur er ein partur av arbeiðinum. M.a. renning, gongutúrar og svimjing. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum eru at taka sær av íbúgvunum og øllum øðrum arbeiði í heiminum. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag. Um pedagogur, ið fram­ manundan er tænastumaður, verður settur í farloyvisstarvið, heldur tænastu­ mannasetanin fram. Um ongin peda­ gogur søkir starvið, verður starvið sett við hjálparfólki. Setanarøkið er Nærverkið við fyribils tænastustaði í Sambýlinum í Pæturs­ gøtu 3. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar hava fakliga vitan og hava góð sam­ starvs­ og innlivingarevni Nærri fæst at vita um starvið frá Annu Johannesen, leiðara á telefon 215540. Umsóknir skulu sendast til: Sambýlið í Pætursgøtu 3 Stílað: Anna Johannesen Pætursgøta 3 FO188 Hoyvík. Umsóknarfreist: 5. oktober 2007. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna­ og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Trivnaðartænastan Tveir pedagogar til Sambýlið og Bústovnin á Rúnarvegi í Runavík Søkt verður eftir tveimum pedagogum til Sambýlið og Bústovnin á Rúnarvegi í Runavík til setan frá 15. oktober 2007. Setanarviðurskifti: Størvini vera sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um ongin pedagogur søkir, verða størvini sett við hjálparfólki. Setanarøkið er Nærverkið, og tænastu­ staðurin er fyribils Sambýlið og Bústovn­ urin á Rúnarvegi í Runavík. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun­, kvøld­, náttar­ og vikuskiftisarbeiði. Vikuskiftisarbeiði er 3. hvørt vikuskifti. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran á tlf. 226121 Umsókn: Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Bústovnurin á Rúnarvegi 6 620 Runavík Stílað: Oddfríða Højgaard, leiðara Umsóknarfreist: 08.10.2007 Trivnaðartænastan Pedagogur til Bústovnin á Eirargarði 16A-16BN Søkt verður eftir pedagogi til setan 1. november 2007 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun­, kvøld­, náttar­ og vikuskiftisarbeiði. Á bústovninum búgva 15 menningartarn­ að fólk, har fleiri teirra hava likamlig brek. Dentur verður lagdur á, at tann, ið sett/ur verður, er likamliga væl fyri og er áhug­ að/ur í at luttaka aktivt í øllum avbjóðing­ um og er opin fyri nýhugsan. Haraftrat er neyðugt at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur, umframt at vera før/ førur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. Løn- og setunartreytir: Starvið verður sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Um ongin pedagogur søkir, verður starvið sett við hjálparfólki. Setanarøkið er Nærverkið og stovnum undir tí við fyribils tænastu á Bústovninum á Eirargarði 16 A/BN. Nærri upplýsingar um starvi fáast við at venda sær til leiðaran á Bústovninum á tlf. 31.5422 ella 315423. Umsókn: Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Bústovnurin á Eirargari 16 A/BN FO­100 Tórshavn Stílað: Leiðarin Umsóknarfreist: 15.oktober 2007.