Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 51

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 21. september 2007 51 tíðindi Góði Nøddabbi Hjartaliga tillukku við 80 ára degnum sunnudagin. Takk fyri alt tú og omma eru fyri okkum. Kærar heilsur vit øll Góðasti Eiri Hjartaliga tillukku við 2 ára føðingardegnum, skatturin. Mamma og pápi elska teg. Jesus pápin verið hjá tær. Ynskja mamma og pápi Góði Eiri Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum. Omman og abbin leingjast altíð so illa eftir tær. Muss frá ommuni og abbanum í Vági Góði Eiri Hjartaliga tillukku við 2 ára føðingardegnum. Nú ert tú ein stórur drongur. Klemm frá ommu og abba í Sørvági Góða fitta Eivør Súsanna Hjartaliga tillukku á 7 ára degnum. Vit gleða okkum at koma í føðingardag. Heilsan Kristina, Jákup og Leika Góða fitta stórasystir Hjartaliga tillukku við 7 ára føðingardegnum. Eg gleði meg til at sleppa í føðingardag, og at hjálpa tær at pakka allar gávurnar upp hihihi. Heilsan lítlasystir Góða fitta Eydna Hjartaliga tillukku við 2 ára føðingardegnum 23. sept. Ynskja omma og abbi á Eiði Góða fitta Saranja Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingardegnum og alt gott ynskir omma tær. Vit gleða okkum til føðingardagin. Góði Rúni gubbi Góði gubbi, eg ynski tær hjartaliga tillukku við 20 ára føðingardegnum, sum var 7. sept. Eg eri so glað fyri tá tú ert heima og vitjar meg. Bestu heilsur frá Saranju Góða Saranja Lukku og gleði á tínum 3 ára degi ynskir gubbi tær. Her ert tú so røsk at hjálpa. Eg gleði meg at koma aftur til tín :-) Góði elskaði babba/ verfaðir og abbi Ja nú er tað 70 ár síðani ein stórhending fór fram í Skopun tá tú bleivst føddur 24. sept. Hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum. Vit vilja takka tær fyri alt, og ynskja tær alt tað besta í framtíðini. Vit elska teg. Kærar heilsanir dóttir tín Kira, Jóanis, Djóni, Linda, Jónas og Rakul