fríggjadagur 21. september 2007síða 53
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 21. september 2007
53
Vinnu- og miðnámsskúladeildin
Starvið:
Nú deildarstjóri okkara fer úr starvi er eitt áhugavert,
spennandi og fjølbroytt starv sum deildarstjóri
leyst at søkja í Vinnu- og miðnámsskúladeildini í
Mentamálaráðnum.
Høvuðsuppgávurnar hjá Vinnu- og miðnáms-
skúladeildini eru m.a. at:
• Fyrisita hægru umsitingina av vinnu- og
miðnámsútbúgvingum
• Leggja til rættis og menna útbúgvingarnar á økinum
• Ráðgeva landsstýrismanninum, aðalstjóranum o.ø. og
vegleiða í spurningum innan økið,
• Tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a.
• Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar deildir,
stovnar og áhugabólkar
• Fremja samstarv við vinnulívið o.o., ið varða av økinum
• Standa fyri dygdarmenning og KT í skúlaverkinum
• Stíla fyri leiðslumenning og -skeiðum
Deildarstjórin er leiðari í Vinnu- og miðnámsskúladeildini,
og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini
av deildini og teimum útbúgvingum og stovnum, ið
eru og koma á økinum. Deildarstjórin skal tryggja,
at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum
fakligum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í
samsvari við nútímans krøv. Deildarstjórin er partur av
leiðsluni í Mentamálaráðnum. Deildarstjórin luttekur í
norðurlendskum skúlasamstarvi og hevur ábyrgdina av
skúlabygging innan økið.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarar hava:
• Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla
• Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata
arbeiðsmarknaðinum
• Góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi
leiðslustíl
• Førleika til at menna samstarvið við vinnulívið og aðrar
áhugabólkar
• Vilja og evni til at royna nýggjar leiðir, serliga nú
starvsøkið stendur fyri stórum avbjóðingum
• Áhuga fyri avbjóðingum
• Góðar málførleikar, serliga í føroyskum,
norðurlendskum og enskum
Mentamálaráðið mennist alsamt og verður tú sjálv/sjálvur
í stóran mun við til at skapa starvið.
Vit bjóða:
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti inn- og úteftir, umframt uttan lands-
samstarv.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møgu-
leikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru
góðir.
Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða í einum spenn-
andi umhvørvi tætt saman við politisku myndugleikunum
og stovnum innan undirvísing, gransking og mentan.
Mentamálaráðið arbeiðir við visjónum og hevur týðandi
leiklut í visjón 2015.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 37. lønarfl okki hjá Tænastu manna-
felag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv.
Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini
og Løgmansskrivstovuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella mmr@mmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
24. september 2007, kl. 16.00. Starvið verður sett frá
1. november 2007 ella eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til Petur
Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, á tlf. 55 50 51.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í Vinnu- og miðnámsskúladeildini eru Studentaskúlar, HF-skeið, Handilsskúlanir, Teknisku skúlarnir, Fiskivinnuskúlin, Vinnuháskúlin og Yrkisdepilin (lærlingaútbúgvingar). Deildin stílar fyri KT og
dygdarmenning í undirvísingarverkinum.
Deildarstjóri til Vinnu- og miðnámsskúladeildina
sansir.fo
Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum deildarstjóra
at standa á odda fyri vinnu- og miðnámsútbúgvingunum
lýsingar
Miðvágur
Høllin á Giljanesi
Mán. 24 sept. Kl. 19
Runavík
Ítróttarhøllin
Týs. 25. Sept kl. 19
Klaksvík
KÍ-høllin
Mik. 26. Sept. Kl. 19
Vágur
Vágs-høllin
Hós. 27. Sept. Kl. 19
Tvøroyri
Høllin í Trongisvági
Frí. 28. Sept. Kl. 19
Tórshavn
Badmintonhøllin
Ley. 29. Sept. Kl. 14 + 18