Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 183 • 21. september 2007 Navn: Eivy Sumberg Olsen Aldur: 30 ár Bústaður: Havn Feløg: Róðrarfelagið Knørrur Bátar: Jarnbardur Søga: Róð í 11 ár. 48 FM-sigrar, 7 FM-heiti, 1 DM-heiti, umframt 4 ferðir luttøku á Scillyoyggjunum við góðum úrslitum í A-bólkinum Starv: Arbeiðir sum sjúkrarøktarfrøðingur á psykiatrisku deild, deild 1 Annar ítróttur: Gjørt fimleik við Havnar Fimleikarfelag í yvir 20 ár Fakta slíkar gularøtur, sum at sleppa uttanlands at rógva? - Fyri meg persónliga hevur tað stóran týdning at fáa nýggjar avbjóðingar. Og tað trúgvi eg, at tað hevur fyri teir flestu vandu rógvararnar. Tá tú ert nýggjur rógvari, er tað øgiliga stórt at vinna FM. Men heimliga kappingin kann gerast eitt sindur einstáttað eftir nøkrum árum. Tá er tað gott at hava aðrar avbjóðingar eisini. - Hevur tú nakrantíð kent, at tú hevur mist nakað orsaka av kappróðrinum? - Nei! Jú, kanska onkuntíð, tá eg havi verið á veg til venjing, og eg havi møtt onkrum, sum skuldi uttanlands á feriu. Men nei, eg haldi, at kappróðurin hevur givið mær nógvar ferðir meir, enn eg havi mist. Í 1998 róði eg ikki, og tá stóð eg á keiini og hugsaði um alt, sum eg misti, tí eg ikki róði. Eg haldi, at eg havi nátt alt, sum eg droymdi um, tá eg byrjaði. Fleiri ferðir eisini. … um at gerast 30 - Aaaaa, “Eg eri 30 ár”. Eg havi faktisk ongantíð sagt tað fyrr enn nú. Eg eri slett ikki komin yvir tað enn. Eg fylti 12. september, og eg havi ikki hildið føðingardag enn, so tað er kanska tí, at tað ikki er gingið upp fyri mær enn. Men tað er veruliga eitt mark at skula fara um. Kanska havi eg eisini pískað tað upp, og gjørt tað til meir enn tað í veruleikanum er, men jú, eg haldi avgjørt, at tað er eitt mark. … um at vinna -Tað er ræðuliga lekkurt. At fáa gull fyri alt stríðið. Tá følir man veruliga, at tað var tað vert. Tað er ein deilig kensla, sum eisini er góð fyri sjálvsálitið. Og man gerst ongantíð troyttur av tí, heldur ikki tá man vinnur sín 48. FM róður. Eg eri altíð bangin fyri at tapa, og tí njóti eg hvønn einasta sigur. Men um eg ikki var við einum vinnandi báti, so haldi eg ikki at eg hevði hildið á í kappróðri so leingi. Tað er sigurin sum ger tað vert. Mynd: www.rk.fo Eivy Olsen sæst her venja í innriggaranum undan kappingini í Danmark. Sum kunnugt, vunnu jarnbardakvinnurnar eisini gull í hesi kapping Mynd: www.rk.fo