týsdagur 25. september 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 185 - 25. september 2007
Við hesum verður søkt eftir kokki til Strandfaraskip Landsins at seta í fast starv skjótast
møguligt
Viðkomandi skal byrja umborð á Teistanum,
men kann til eina og hvørja tíð verða fl uttur
umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum
Landsins.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í
mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið
ein er settur umborð á.
Starvið fevnir um
Høvuðsuppgávan hjá kokkinum er at
matgera til manningina, og at hava
sølubúðina um hendi.
Kokkurin hevur ábyrgd av:
• At reinføri er eftir galdandi ásetingum
• Tryggja at trygdin umborð er í samsvari
við altjóða krøv
• Tryggja gott samstarv við myndugleikar
og aðrar samstarvsfelagar
Førleikakrøv
• Vinnubræv sum skipskokkur
• Trygdarskeið
• Heilsuprógv
• Góð samstarvsevni
• Góðan røkjuskap
Vit bjóða
• Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv
• Fakligar avbjóðingar
• Eitt starv sum tú sleppur at skipa og
menna
• Gott samanhald
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og
møguligum ummælum skulu sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 8. oktobur 2007,
kl 12:00
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Jan Haldansen,
deildarleiðara, á tlf. 34 30 00 lokal 3041, ella
e-post: jah@ssl.fo
Kokkur
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í
fi mm deildir: Samferðslu-, Sjó-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild.
Við hesum verður søkt eftir einum skips-
eletrikara/maskinmeistara at seta í fast
starv umborð á “MF Smyril”. Arbeiðs- og
vaktarskipanin er fyriskipað sum 1-1.
Arbeiðs- og vaktarskipanin kann til eina og
hvørja tíð verða fyriskipað í mun til galdandi
ferðaætlan, eins og skips-eletrikarin/
maskinmeistarin kann verða fl uttur á annað
skip og aðra arbeiðs- vaktarskipan.
Starvið fevnir um
• Skips-eletrikarin/maskinmeistarin skal
vera við til at tryggja, at maskinaríð og allar
el-instalatiónir eru í so góðum standi at
øll, bæði manning og ferðafólk, kunnu
kenna seg trygg
• Tryggja at lógir og reglur á økinum verða
fylgdar
• Veita ein eff ektivan dagligan rakstur
• Tryggja, at arbeiðsgongdir eru í tráð við
málsetningin hjá fyritøkuni
Skips-eletrikkari/maskinmeistarin skal eisini
vera við til at:
• Tryggja ein støðugan rakstur av skipinum
• Seta upp mannagongdir fyri
viðlíkahaldsarbeiði
• Hava eftirlit við maskinarínum, el-
instalatiónum o.l.
• Samstarva og tryggja gott samstarv við
myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar
Førleikakrøv
• STCW áteknað vinnubræv sum
Maskinmeistari
• Galdandi heilsuprógv
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• Sløkkileiðaraprógv
• Roykkavaraprógv
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Umsóknir
Umsóknin skal, saman við avriti av
vinnubrævið, prógvum og møguligum
ummælum, sendast til:
Strandfaraskip Landsins
Att.: Starvsfólkadeildin
Boks 88
110 Tórshavn
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 8. oktobur 2007,
kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Jan Haldansen, sjódeildin, tlf.
343000, ella við e-posti: jah@ssl.fo
Skips-eletrikari/maskinmeistari til
Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í
fi mm deildir: Samferðslu-, Sjó-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild.
Við hesum verður søkt eftir einum stýrimanni
at seta í fast starv umborð á “MF Sam”.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað sum
1-1.
Arbeiðs- og vaktarskipanin kann til eina og
hvørja tíð verða fyriskipað í mun til galdandi
ferðaætlan, eins og stýrimaðurin kann
verða fl uttur á annað skip og aðra arbeiðs-
vaktarskipan.
Starvið fevnir um
Stýrimaðurin skal vera við til at tilrættaleggja
ein eff ektivan dagligan rakstur, og at tryggja,
at arbeiðsgongdir eru í tráð við málsetningin
hjá fyritøkuni.
Stýrimaðurin skal eisini vera við til at:
• Tryggja at trygdin umborð er í samsvari við
altjóða krøv
• Tryggja at skipið verður lastað í samsvari
við altjóða krøv
• Meta um viðlíkahaldstørvin umborð
• Seta upp mannagongdir fyri
viðlíkahaldsarbeiði og dokking
• Samstarva við myndugleikar og aðrar
samstarvsfelagar
Førleikakrøv
• STCW áteknað vinnubræv sum skipari við
handilsskipum
• STCW áteknað GMDSS, GOC prógv
• Galdandi heilsuprógv
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• Sløkkileiðaraprógv
• Roykkavaraprógv
Herumframt vænta vit, at tú arbeiðir
sjálvstøðugt, ert ábyrgdarfullur og ágrýtin,
hevur góð samstarvsevni og góðan røkjuskap.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og
Navigatørfelag.
Umsóknir
Umsóknin skal, saman við avriti av
vinnubrævi, prógvum og møguligum
ummælum, sendast til:
Strandfaraskip Landsins
Att.: Starvsfólkadeildin
Boks 88
110 Tórshavn
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 8. oktobur 2007,
kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Jan Haldansen, sjódeildin, tlf.
343000, ella við e-posti: jah@ssl.fo
Stýrimaður til Strandfaraskip Landsins