týsdagur 25. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 185 - 25. september 2007
Ein tann størsti
trupulleikin, sum
føroyska ferðavinnan
hevur at stríðast við,
er vánalig kunning
til ferðafólk og møgu
leikarnir hjá ferða
fólkunum sjálvum at
kunna seg. Harafturat
eru serliga kamping
og tjaldingarmøgu
leikarnir út av lagi
vánaligir
Ferðavinna
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Størsta avbjóðingin í ferða
vinnuni nú er at fáa ferða
fólkastreymin støðugari alt
árið. Hetta heldur ein bólkur
samansettur av høvuðsaktør
unum í ferðavinnuni, sum
Tórshavnar kommuna hev
ur sett at lýsa ferðavinnuna
og at gera tilmæli um,
hvussu hendan vinnan kann
mennast.
Bólkurin vísir á, at um
ferðavinnan í kommunini
skal mennast, so er brúk
fyri ógvuliga fjøltáttaðum
tiltøkum. Summar uppgávur
kunnu verða loystar við
stuttum skotbró og við lítl
um arbeiði, meðan aðrar
taka langa tíð, skulu ígjøg
num drúgt fyrireikingar
arbeiði og kunnu bara verða
loystar
við
støðugum
arbeiði í mong ár.
Í summum førum er talan
um varandi arbeiði við stór
ari orku í fyrstani, men síð
an sum arbeiði, ið javnar
má endurskoðast.
Tiltøkini, sum bólkurin
heldur vera neyðug at seta í
verk, um so er, at ferðavinn
an skal vaksa, fullmennast
og gerast ein av okkara høv
uðsvinnum, far at kosta
ógvuliga ymiskt.
Eisini er ymiskt, hvør
hevur ábyrgdina av teimum
arbeiðsuppgávum,
sum
bólkurin hevur tikið fram
um aðrar. Í nøkrum føri er
greitt, hvar ábyrgdin liggur;
ávikavist hjá landi, komm
unum ella vinnuni.
Niðurstøðan hjá bólki
num, ið er samansettur av
umboðum fyri Greengate,
Smyril Line, Vinnuhúsið,
Hotel Føroyar og Hotel
Tórshavn,
Atlantsflog,
Norðurlandahúsið og Tórs
havnar kommunu, er, at før
oyska ferðavinnan dregist
við trupulleikar av, at kunn
ingin ikki er nóg góð.
Stundum er hetta kunning
á ymsum plássum, ófull
fíggjað málslig kunning til
ávísar ferðafólkabólkar og
vánaligar ella ódagførdar
heimasíður hjá bæði privat
um og almennum aktørum í
ferðavinnuni. Hetta gevur
eina vánaliga mynd av Før
oyum og ein varhuga av, at
tilboðini er nógv færri, enn
tey í veruleikanum eru.
Fleiri heimasíður eru bara á
føroyskum, sum útlendingar
sostatt onki fáa burturúr.
Bílleggingarskipanir on
line eru eisini ein stór mang
ulvøra, vísir bólkurin á.
Bæði at kunna bíleggja ferð
ina og leggja hana til rættis
heimanífrá; altso áðrenn
ferðin byrjar.
Ein annar trupulleiki er
atgongdin til internet hjá
teimum ferðandi. Sum er,
er bert á nøkrum fáum gist
ingarhúsum, at til ber at
sleppa á netið eftir afturlat
ingartíð um kvøldið. Hetta
eigur at verða broytt, so
ferðafólk hava møguleika
at logga seg á alla tíðir á
døgninum.
Sera vánalig
kampingpláss
Ferðafólkini verða eisini alt
ov lítið kunnaði, tá tey
koma til landið. Bæði á flog
vøllinum og á bryggjuni í
Havn. At kunning vantar
ger eisini um seg, bæði tá
Norröna kemur inn, og onn
ur ferðamannaskip koma á
Havnina.
Úrslitið er, at ongin ella
vánalig samskipan er mill
um tilboðsveitarar og flutn
ingsfeløgini ella cruise
veitararnar. Eisini er vant
andi skelting í Havn og úti
um landið ein trupulleiki.
Kampingplássini
eru
vánalig. Ikki minst tað í
høvuðsstaðnum
úti
við
Strond.
Bólkurin staðfestir, at eitt
nútímans
tjaldingar
og
kampingpláss
á
høgum
støði við øllum hentleikum,
sum til dømis grillstaði og
spæliplássi í einum náttúru
vøkrum umhvørvi, hevði
bøtt nógv um umstøðurnar,
sum vit hava at bjóða teim
um nógvu ferðafólkunum,
ið ferðast til Føroya á hend
an hátt. Nógv av ferðafólk
unum eru júst av slíkum
slagi.
Umstøðurnar, sum Tórs
havnar kommuna bjóðar
teimum, eru á einum ógvu
liga lágum altjóða stigi, og
úrslitið er, at steðgurin í Før
oyum oftani gerst ein vána
lig uppliving. Tí fáa Føroyar
hvørt einasta ár nógva nei
liga umtalu úti í heimi,
orsakað av vánaligu kamp
ing og tjandingarmøguleik
unum.
Bólkurin aftanfyri tilmæl
ið vísir á, at hesi ferðafólk
leggja nógv meira eftir seg,
enn tað sigst, tey gera. Tí
heitir bólkurin á Tórshavnar
kommunu um at bøta um
karmarnar hjá hesum ferða
fólkabólki.
Vælvitjað fyritøka
Herfyri fingu fyritøkurnar undir Rodmundi Nielsen í Saltangará,
nýtt navn. Tær eita nú Borg. Talan er um Højgaards Handilsvirki,
Klement Petersen, Klaksvíkar Timburhandil og KN, sum stendur
fyri Knudsen og Nielsen. Borg hevur deildir í Runavík, Saltangará,
Fuglafirði og Klaksvík. Í sambandi við navnabroytingina og nýggja
samleikan høvdu allar deildirnar hjá Borg opid síðasta leygardag frá
klokkan 0818. Hendan dagin bjóðaði Borg øllum til eitt stórt
familjutiltak. Umleið 1800 fólk vitjaðu deildirnar, og ein rúgva av
børnum komu at lurta eftir Trølla Pæturi, Ommuni og Ommudiddi.
Tannrøkt í felag
14. september 2007 var felag stovnað fyri
tannrøktarar. Felagið fekk heitið Tannrøktarafelagið.
Felagið skal virka fyri fakligari førleikamenning og
lønarligu áhugamálunum hjá limunum. Í felagnum
eru 25 limir, sum starvast bæði í privatari og
kommunalari tannrøkt. Í nevndini sita: Herborg
Foldbo, Berghild Gullaksen, Jonnhild
Reynholdsdóttir, Laila Nielsen og Ada Kristina
Petersen.
Ferðavinnan stríðist við
vánaligar umstøður
Ein bólkur samansettur
av høvuðsaktørunum
í ferðavinnuni finst at
vánaligari kunning til
útlendsk ferðafólk og
sera vánaligar kamping-
og tjaldingarmøguleikar
í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang