Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 185 - 25. september 2007 tíðindi FerðaFrásøgn Annika Hedegaard Isfeldt studentaskúlanæmingur Fríggjad. 7. sept. ’07 kl. 14.28. So siti eg endiliga saman við øllum hesum langhærdu OD’aru­ num úr Keypmannahavn í hesum serliga OD­bussinum á veg til Middelfart, har aktivitets­viku­ skifti byrjar um smáar tveir tím­ ar. Danska sólin streymar inn gjøgnum mítt vindeygað í bussi­ num, og lagið herinni er gott. Seinasta ár, tá ið eg var heilt nýggj í OD­umhvørvinum, var eg eisini í Danmark í septembur mánaða til aktivitets­vikuskifti. Tá gekk OD­verkætlanin út uppá at hjálpa suðurafrikanskum krimi­ nellum úr vandamikla umhvørvi­ num, teir vóru í, og geva teimum ein møguleika at fáa eina útbúgv­ ing og harvið eina framtíð, ið ikki innibar rúsevnir og fongsul. Í ár skulu vit so sum sagt til Middelfart at hoyra um, hvussu vit sum OD­bólkur kunnu gera okkara arbeiði betur og harvið savna enn fleiri pengar inn til í ár at hjálpa boliviansku guaraní­ indiánarunum úr teirra træla­ haldi. Bussurin er nú eitt sindur uttan fyri Keypmannahavn og vøkur stór trøð byrja at flúgva framvið okkum, meðan OD­prátið gongur lívligt fyri seg herinni. Eg vil tó ikki júst siga, at føroyski OD­ bólkurin ger nakað serligt um seg í løtuni, tí vit allar hava verið tíðliga uppi í morgun fyri at náa bussin til flogvøllin kl. 06.00 av Farstøðini. Christa úr parallel­ flokkinum hjá mær (3.a) situr yvir av mær og lurtar eftir tón­ leiki í sínum ipodi, meðan hon liggur og hálvsvevur á buss­ setrinum og aftan fyri meg sita Ragnhild og Heiða, ið ganga ein árgang undir okkum (í 2.a), og sova við høvdunum ímóti hvørjari aðrari. Eg haldi eisini, at eg fari at royna at fáa mær ein lítlan blund, so eg verði frísk og væl fyri til allar aktivitetirnar í kvøld. Leygard. 8. sept. ’07 kl. 11.35. Geeeisp! Hóast klokkan er við at vera rættiliga nógv og vit hava verið uppi í 3 tímar, haldi eg, at vit allar 4 enn eru nokkso móðar. Men tað er kanska heldur ikki nógv at siga til tað, tá ið man hevur brúkt náttina á einum ultra­tunnum liggiundirlagi í einari klassastovu, har 15 aðrir OD’arir eisini sova. Tá ið vit í gjárskvøldi komu við bussinum til Strib Skole í Middelfart, vórðu vit móttikin av nøkrum sponskum hacienda­ eigarum og stillaðu upp í tveim­ um raðum. “¡Silencio! ¡Silencio, por favor!” varð leingi rópt eftir okkum og vit vórðu býtt upp í bólkar alt eftir, hvussu væl vit vóru fyri kroppsliga. Eg endaði saman við Christu, Heiðu og Ragnhild í markini, har vit næstu 15 árini skulu arbeiða, inntil vit hava goldið okkara skuld aftur til haciendaeigarirnar. Hugskotið aftan fyri hesari móttøkuni var sjálvandi at geva okkum eitt innlit í, hvussu guaraní­indiánarir­ nir dagliga verða viðfarnir. Eftir at vit vóru komin ordiligt uppá pláss á skúlanum og høvdu funnið eitt stað at sova, sóu vit tað árliga diashowið og diashow­ uppleggið, ið sekreteriatsarbeið­ ararnir alt heystið skulu runt og vísa fram fyri øllum miðnáms­ skúlanæmingunum. Hetta er fyri at opna eyguni hjá næmingunum og vísa teimum, hví júst tey skulu fara út at arbeiða og savna pengar inn til Bolivia á OD­ degnum 1. november. Tað, sum var eftir av kvøldi­ num í gjár, brúktu vit uppá at fáa meiri grundleggjandi kunning um OD og at læra hinar OD­ bólkarnar betur at kenna. Seinni sama dag, leygard. 8. sept. ’07 kl. 19.34. Longu nú haldi eg, at vit byrja at føla, at vit hava fingið nógv nýggj og frísk hugskot og nýggj­ ar kreftir at taka við okkum heim aftur til Føroyar og vónandi brúka alt hetta til at gera ta bestu OD­kampagnuna í Føroyum nakrantíð. Vit hava brúkt dagin í dag uppá at fara runt hvør sær til ymiskar “workshops”, har vit hava havt kreativar fyrilestrar um Bolivia. M.a. hevur Ragnhild hoyrt um gass­kríggið, meðan Heiða hevur verið við til at gjørt ein kreativan OD­reklamufilm, ið kemur inn á youtube.com skjótast gjørligt. Eftirsum at vit 4 føroyingar næstan bert hava sæð hvørja aðra í steðgunum í dag, hava vit, hvørja ferð vit hava møtst, disku­ tera nýggju frísku hugskotini, vit hava fingið í okkaru ymisku Vikuskifti 7.-9. september vóru fýra umboð fyri OD-bólkinum úr Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum á aktivitets-vikuskifti í Middelfart í Danmark fyri at verða informerað um arbeiðið hjá Operatión Dagsverk í Bolivia í ár Við Dagsverk í Danmark Eitt stuttligt og áhugavert vikuskifti í Danmark er nú um at vera liðugt. Her liggja vit allar fýra og hvíla okkum meðan vit njóta septembersólina Ragnhild, Heiða og Christa eru her farnar at keypa inn í Fakta, meðan steðgur er í OD- tiltøkunum. Tað var eisini akkurát tíð til at ringja heim til familjuna í Føroyum