mikudagur 26. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 186 - 26. september 2007
Arbeiðið uppá nýggju
kirkjuna í Hoyvík
gongur sum tað skal.
Vígsludagurin verður
um slakar seks vikur,
og alt talar fyri, at
arbeiðið verður liðugt
til ásetta dag
KirKja
Orð og myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hoyvík: Seinnapartin í gjár
kom í øllum førum ein týð
andi lutur uppá pláss, nevni
liga tann gott 1 tons tunga
kirkjuklokkan.
Hon er stoypt hjá einasta
norska
klokkustoyparí’i
num Olsen Nauen Klokke
støperi í Tønsberg.
Á klokkuni standa skrivað
hesi orðini eftir Gunnar
Hoydal: ”Um bygdan haga,
vík og dal, í ljósins verki eg
ljóða skal”.
Í framtíðini fer henda
klokkan at kalla hoyvíkingar
og onnur til gudstænastur.
Í kirkjurúminum verður
pláss fyri eini 400 fólkum.
Verður hinvegin tørvur á
enn meiri plássi, kann eitt
tilhoyrandi rúm takast uppí,
soleiðis at eini 600 fólk
kunnu sita her.
Vígslan av kirkjuni verð
ur sunnudagin 4. nov.
Ringir um
bygdan haga
Arbeitt verður av øllum
alvi at fáa kirkjuna
lidna til tíðina. Tað
fer uttan iva eisini
at eydnast. Her eru
menn í ferð við at seta
benkurnar upp
Klokkan verður hivað uppá sítt pláss. Her skal hon kalla fólk til gudstænastur
Runavík
Ítróttarhøllin
Týsdagin 9. okt.
Kl. 19
Tórshavn
Ítróttarhøllin á Hálsí
Mikudagin 10. okt.
Kl. 19
Klaksvík
Ítróttarhøllin
Hósdagin 11. okt.
Kl. 19
Forsøla av agongumerkjum í
og við dyrnar ein
tíma undan sýningunum.
www.arena.dk