Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 186 - 26. september 2007 tíðindi Ikki færri enn trý feløg gera í løtuni seismiskar kanning­ ar á føroyska land­ grunninum við tilsam­ ans trimum skipum SeiSmikkur Jan Müller jan@sosialurin.fo Myndir: Jan Müller Skulu vit ganga eftir áhug­ anum fyri at gera seismiskar kanningar á føroyska land­ grunninum, har ikki minni enn trý skip í løtuni skjóta seismikk á einum stórum øki, so má sigast, at vónir­ nar til at finna olju og gass í undirgrundini framvegis eru til steðar. Ja kanska entá góðar. ­ Tað er gott fyri leitingina á landgrunninum, at fleiri feløg vilja gera seismiskar kanningar her, og hetta kann eisini vera sera gott fyri 3. útbjóðingina, sum verður seinni í ár sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi. Hann heldur, at tað nógva seismiska kann­ ingarvirksemið í løtuni bendir á, at føroyska økið framvegis er áhugavert fyri oljufeløgini. Meðan tvey av seismisku feløgunum gera sokallaðar “Spec” kanningar, tvs. kann­ ingar, sum tey sjálvi gjalda fyri og síðani selja víðari til oljufeløgini ella sum onkur klientur, tvs. oljufelag, hev­ ur goldið fyri men vil halda loyniligt, so ger triðja felag­ ið eina bundna uppgávu fyri Chevron, Statoil, Dong og OMV, sum hava fingið tillutað loyvi bæði í føroysk­ um og bretskum øki, báðu­ megin markið. Talan er um seismikkskipið Malene Øst­ ervold, sum norska felagið Wavefield eigur. Skipið hev­ ur ligið á Havnini í nakrar dagar og bíðað eftir betri veðri. Tað skal gera 2 D kanningar báðumegin mark­ ið. Glen Reuter, geofysikari hjá Chevron er við skipinum og hevur til uppgávu at tryggja, at kanningarnar ganga eftir ætlan. Hann sig­ ur, at talan er um sera týdn­ ingarmiklar kanningar, tí tær skulu vera grundarlagið undir komandi avgerðum hjá Chevron at fara undir at bora á føroyska landgrunn­ inum komandi árini. Kann­ ingarnar skulu vara í einar 10 dagar og brúka teir rætti­ liga framkomna útgerð. Skotið verður føroysku meg­ in markið og síðani verður farið yvir á bretskt øki eis­ ini. Hetta er nærhendis Rosebank oljukelduni, ið Skiparin á Malene Østervold valdi heldur at koma á Havnina at gera ymsar umvælingar enn at fara til Onglands. –Eg eri sera væl nøgdur við arbeiðið, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevur gjørt Seismisk innrás á Fiskivinnan eigur lívið í okkum. Nú royna seismikkskip at rudda slóð fyri eini oljuvinnu, so búskapurin kann fáa fleiri bein at standa á. Her Malene Østervold á Havnini og bíðar eftir líkindum