mikudagur 26. september 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 186 - 26. september 2007
tíðindi
Í komandi viku hava vit meira
nýggjheitir úr Frankfurt
Altjóða bilafram
sýningin Frankfurt
Motor Show 2007 var
eitt megastórt show
við øllum tí nýggjasta
innan bilaídnaðin
við serligum denti á
umhvørvisvinarligar
bilar. Umframt allar
nýggjheitirnar vóru
eisini fleiri framtíðar
konseptbilar
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Magnus
Gunnarsson
Saman við umboðum frá
bilasøluni VR Bilum var
bilredaktiónin á Sosialinum
og vitjaði Frankfurt Motor
Show 2007, sum er heimsins
størsta altjóða framsýning
av nýggjum bilum. Í einum
leigaðum Volvo S60 varð
koyrt úr floghavnini í Kast
rup til Frankfurt í Týsk
landi.
Bilaframsýningin í Frank
furt er megastór við yvir 50
bilmerkjum við eini rúgvu
av ymiskum bilmodellum,
sum vóru sýnd fram í ljósi
num av prosjektørum í al
skyns litum. Har vóru bilar
úr so gott sum øllum heims
pørtum, og nógv varð gjørt
burturúr. Umframt allar
nýggjheitirnar vóru eisini
konseptbilar,
sum
vísa
hvussu vit kunnu vænta, at
bilarnir koma at síggja út í
nærmastu framtíð.
Framsýningin í Frankfurt
sær eisini eftir øllum at
døma út til at verða tað heilt
stóra gjøgnumbrotið fyri
hybridbilar hjá fleiri av
evropeisku bilverksmiðjun
um.
Eftir tær stóru veðurlags
broytingarnar seinnu árini
er stórt trýst lagt á bilverk
smiðjurnar um at framleiða
umhvørvisvinarligar bilar,
sum dálka minst møguligt.
Hetta trýst fer ikki at minka
í framtíðini. Í hesum sam
bandi var týski samveldis
kanslarin Angela Merkel á
framsýningini, har hon helt
røðu og greiddi frá, hvussu
týdningarmikið tað er, at
bilaídnaðurin leggur seg eft
ir at gera umhvørvisvinar
ligar bilar.
Framsýningin var opin í
døgunum 13. til 23. sep
tember.
Frankfurt Motor Show 2007
Japanska bilmerki Daihatsu hevði fleiri modell í Frankfurt. Her er konseptbilurin HSC
Ein heilt nýggjur og størri Renault Laguna, ið kemur í marknaðin fyrst í 2008, hevði heimspremieru í Frankfurt
Konseptbilurin Chevrolet Volt hevur alt tað nýggjasta innan el-framdrift hjá General Motors
Kinesisku bilverksmiðjurnar vóru væl umboðaðar í Frankfurt.
Her er Brillance BS2