fríggjadagur 28. september 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 28. september 2007
13
viðmerkingar
Føroyar hava fingið nýggj
an landsstýrismann í fíggj
armálum, og sigast má, at
hann hevur gjørt vart við
seg við nógvum hugskot
um um, hvussu fíggjar og
búskaparpolitikkurin her á
landi skulu rekast.
Men ikki allir politikarar
eru so glaðir fyri hesi hug
skotini. Løgmaður royndi
fyrst at bera yvir við hon
um og segði, at hann
(løgmaður) skuldi taka sær
av at læra mannin politiska
fakið. Seinni komu aðrir
við sterkari lúti og søgdu,
at um manninum ikki
dámdi “luktin frá bakarí
num”, mátti hann heldur
finna sær annað arbeiði.
Sagt við øðrum orðum, so
skuldi Magni Laksáfoss
velja ímillum at góðtaka
bæði góða og ringa sið
venju, ella kundi hann
pakka saman. Har skuldi
einki broytast.
Úrslitið av hesum er, at
nú fíggjarlógaruppskotið
fyri 2008 er lagt fyri ting
ið, eru nógv av uppskot
unum hjá landsstýrismanni
num feigað av borðinum.
Ella fyri at brúka myndina
av bakarínum, so hevur tað
eydnast at halda nøkulunda
fast við tann gamla, kenda
luktin.
Men nú koma somu
menn og siga við fjølmið
larnar, at útreiðslurnar á
fíggjarlógaruppskotinum
vaksa ov nógv, og avlopið
er ov lítið.
“Bakaravørurnar” smakka
teimum ikki væl, tí smakk
urin minnir ov nógv um
luktin á bakarínum. Teir
hava eftir øllum at døma
funnið útav, at tá vit brúka
fleiri pengar, verður
avlopið minni. Luktur og
smakkur fylgjast at. Tí
bjóða teir seg til at ganga
ígjøgnum alt uppskotið,
konto fyri konto, fyri at
vita um tað ikki ber til at
fáa størri avlop. Teir vilja
broyta smakkin á
bakaravørunum, uttan at
broyta luktin á bakarínum.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum hevði upp
skriftina upp á eitt størri
avlop, men hon bleiv feig
að av borðinum. Men hava
hesir, sum nú stíga fram,
eitt veruligt ynski um
størri avlop á landsins
fíggjarlóg (eitt avlop, sum
ikki hvørvur aftur í eyka
játtanum), so kann eingin
hava nakað ímóti tí. Men
teir mugu vera fyrireikaðir
til, at hetta í seinasta enda
kann geva ein øðrvísi lukt
á bakarínum.
Lukturin frá bakarínum
Helgi
AbrAHAmsen
Tann 9. september sendi
Kringvarp Føroya sjón
varpssendingina “Svik
við upphitingini av jarð
arknøttinum”, sum upp
runaliga varð framleidd
til enska Channel 4 í vár.
Hendan sendingin gongur
beint ímóti galdandi
uppfatan av orsøkini til
veðurlagsbroytingarnar í
heiminum í dag. Í dag
vilja tey allarflestu vera
við, at veðurlagsbroyt
ingarnar koma av manna
ávum. Sendingin hjá
Channel 4 vildi vera við,
at talan er um aðrar
høvuðsorsøkir.
Viðurkendi granskarin
Bogi Hansen hevði hvass
liga at Kringvarpi Føroya
fyri at hava sent send
ingina, fyrst í viðmerk
ingum í Sosialinum tann
10. September, og síðani
aftur í lesarabrævi í sama
blaði tann 20. september.
Høvuðssjónarmiðið hjá
Boga Hansen er, at Sjón
varpið als ikki skuldi sent
sendingina, tí tey eru so
fá, sum í dag taka undir
við uppáhaldinum, at
veðurlagsbroytingarnar
ikki koma av manna
ávum. Harafturat vóru
bæði feilir og grovar
skuldsetingar í sendingini
smbrt. Boga.
Atfinningarnar hjá
Boga Hansen eru bæði
prinsipiellar og áhuga
verdar. Í viðmerkingum í
Sosialinum tann 10. sept
ember førdi eg fram, at
ein av høvuðsuppgávu
num hjá Sjónvarpinum er
at lata fólk koma til orð
anna. Í hesum føri mugu
vit staðfesta – um okkum
dámar tað ella ikki – at
tað finnist ein minniluta
bólkur av granskarum,
sum hevur eina aðra
frágreiðing um fyribrig
dið enn Bogi Hansen, Al
Gore og meirilutin
annars. Hesi fólk kunnu
ikki bara tigast burtur.
Tað er heilt einfalt av
alstórum týdningi fyri
fólkaræði, at ein ‘public
service’ stovnur sum
Kringvarpið loyvir fólk
um, sum hava aðrar nið
urstøður enn tær til eina
og hvørja tíð ráðandi, at
sleppa framat.
Tað er løgið, at hvørki
Birgir Kruse ella Uni
Arge, sum eisini gera
viðmerkingar til málið í
Sosialinum tann 20.
september hava eygu fyri
eini so grundleggjandi
skyldu hjá einum ‘public
service’ miðili. Tí onki
kjak kann byrja, fyrr enn
fólk við ymiskum mein
ingum eru sloppin til
orðanna. Hetta eru eisini
høvuðsgrundgevingar hjá
Channel 4 fyri at lata
sendingina framleiða, og
hjá DR2 fyri at vísa
sendingina.
Bogi Hansen setir
spurningin, um Sjónvarp
ið við hesi sendingini er á
veg út á eina hálkubreyt,
har bæði fjølmiðlaetikkur
og fjølmiðlapolitikkur
verða givin upp til skutil
fyri at tekkjast hyggjarum
við alsamt fleiri gølukend
um sendingum. Birgir
Kruse er inni á sama
leisti, tá hann tosar um, at
Sjónvarpið hevur mist sín
leiklut sum høvuðsveitari
av tíðindum og undirhaldi
samstundis sum, at stovn
urin skal tryggja sær
hyggjarar.
Sjónvarpið vísti ikki
sendingina “Svik við
upphitingini av jarða
rknøttinum” fyri at undir
halda ella tekkjast hyggj
arum. Tað eru fleiri ár
síðani, at vit sleptu ta
strategi at stremba eftir
høgum hyggjaratølum
fyri útlendsku sending
arnar. Hetta hendi sam
stundis, sum fólk sóu
alsamt fleiri rásir um
fylgisvein. Hinvegin gera
vit eina fjølbroytta skrá
bæði til fjøldina og til tey
fáu. Og tey, sum fylgja
við í útlendska tilfarinum
í sjónvarpinum vita eisini,
at her er talan um bæði
populerar sendingar og
um smalar sendingar, har
dygd er í hásæti. Her er
eisini rúmd fyri umstrídd
um sendingum, og soleið
is fer tað eisini framhald
andi at vera.
Eftir stendur so, at vit
hava sent eina sending,
sum nógv fólk í heimi
num kjakast um. Og her
áttu vit at borið okkum
øðrvísi at. Í blaðum
mælinum av sendingini
skuldu vit havt sagt frá, at
sendingin var umstrídd og
víst til kjakið, sum stóðst
av henni. Á henda hátt
hevði hon ikki staðið
einsamøll sum ein vísinda
sending, soleiðis at fólk
fingu ta fatan, at hetta var
einasta boð uppá sannleik
an. Og vit kundu, sum
bæði Uni Arge og Birgir
Kruse vísa á, lagt upp til
kjak, har t.d. Bogi Hans
en tók lut. Men kjakið um
veðurlagsbroytingar og
avleiðingar heldur fram,
og tað kemur als ikki
uppá tal at tiga nakran
part burtur.
Veðurlagsbroytingar
í Kringvarpinum
Programmleiðari,
Sjónvarpið
ivAn
niclAsen
I den seneste tid har færø
ernes største avis, Dimma
lætting, bragt et par gruop
vækkende historier om
færøske lægers sjusk med
deres kræftpatienter. Med
henblik på, at jeg som så
mange andre færinger, har
haft disse mennesker inde
på livet, føler jeg stor
smerte og sorg i mit hjerte,
når jeg læser disse beretn
inger. Her tænker jeg ikke
kun på den kræftramte,
men også på de pårørende.
Jeg er imidlertid kommet
i den tvivlsomme situation,
at jeg er kommet i besidd
else af nogle dokumenter,
der ifølge en færøsk
advokat, er så belastende
for det færøske sygehus
væsen, at de for alt i verd
en ikke må komme ud til
offentlig beskuelse. Derfor
har jeg selvfølgelig tænkt
mig at offentliggøre dem.
Men inden jeg går i
offensiven, har jeg følg
ende spørgsmål til lands
lægen Høgni Debes Joen
sen, socialministeren Hans
Pauli Strøm, overlæge Jan
Jespersen, ledelsen på
sygehuset i Torshavn,
Tværø og i Klakksvig:
Hvordan kan det være, at
antallet af kræftpatienter,
der dør årligt, er stigende?
Hvor mange har fået stillet
diagonosen kræft i period
en 1999 til september
2007? Er samarbejdet
mellem sygehusene på
Færøerne og Rigshospitalet
forbedret? Kører patalo
gisk afdeling med 100%
kapacitet? Hvor mange
pataloger var ansatte på
patalogisk afdeling i 1999,
0000, 2001, 2002, 2003,
2004, 2005, 2006 og frem
til september 2007?
Et sidste spørgsmål: Er
Færøernes Ulykkeforsik
ring ophørt med at eksis
tere, eller er det Almanna
stovan (Socialforvaltn
ingen), der styrer Fær
øernes Ulykkeforsikring I
dag? Hvem er hoveds
ansvarlig for Færøernes
Ulykkeforsikring?
I nærmeste fremtid vil
jeg som sagt offentliggøre
nogle dokumenter, der
beviser, at der efter al
sandsynlighed foregår et
systematisk lægesjusk i det
færøske sundhedsvæsen, et
sjuskeri, der er så groft, at
det ikke tåler dagens lys.
Ligeledes vil disse
dokumenter bevise, at det
kort sagt er dødens farligt
at være kræftpatient på
Færøerne.
Email: hanstyson@
hotmail.com
PS.: Fortsættelse følger.
Systematisk lægesjusk I.
9850 Hirtshals
sofus HAnsen
Kravið frá Sambandsflokk
inum var ein tálmandi fíggj
arlóg hetta eydnaðist
okkum hóast Fólkaflokk
urin ikki kom við einum
uppskoti um sparingar í
rakstri, nøkrum boði uppá,
hvussu íløgurnar skuldu
raðfestast ella meining um,
hvat avlopið á fíggjarlógini
skuldi vera.
Í blaðgrein í Dimmu,
týsdagin 25. september
2007, nevnd “Føroyafólk
vann við Fólkaflokkinum”
finst Jógvan við Keldu,
løgtingsmaður, at førda
fíggjarpolitikkinum hjá
landsstýrismanninum við
fíggjarmálum. Eisini rósar
hann sínum egna flokki
fyri lutin í fíggjarlógararb
eiðinum.
Landsstýrismaðurin
mælti til at strika skattalætt
an komandi ár, fyri á tann
hátt at tálma hitaða búskap
inum. Hetta hevði merkt
eina meirinntøku til lands
kassan upp á 104 mió. kr.
og hevði samstundis verið
við til at tryggja landskassa
num neyðuga yvirskotið,
uttan at seta aðrar inntøku
gevandi skipanir í verk.
Men Fólkaflokkurin vildi
ikki hoyra talan um hesa
loysn, tíansheldur koma
við boði uppá, hvussu
landskassin skuldi fáa neyð
ugu inntøkurnar. Fólka
flokkurin vildi heldur ikki
hoyra talan um sparingar á
málsøkjum, sum teirra
landsstýrismenn umsita.
Fastlæsta støðan
Fólkaflokkurin var í sam
ráðingunum at líkna við
eina øðu, ið ikki fekst at
lata skelina upp. Landsstýr
ismaðurin við fíggjarmál
um fekk tí umsitingina at
koma við uppskotum og
tilmælum um, hvussu inn
tøkur kundu fáast á annan
hátt, fyri at tryggja nøkt
andi avlop og fyri at leggja
trýst á Fólkaflokkin.
Fíggjarmálaráðið vísti á
fleiri møguleikar at útvega
inntøkur til landskassan.
Uppskotini vóru løgd fyri
flokkarnar, so støða kundi
takast til, um undirtøka var
fyri onkrum av teimum.
Nú hoyknaði Fólkaflokk
urin í skattalættaspurn
inginum. Men við tað, at
Javnaðarflokkurin tíverri
helt seg tætt uppat skatta
politikkinum hjá Fólka
flokkinum, slapst ikki
undan at koma við upp
skotum um onnur hægri
avgjøld á m.a. søtmeti og
leskidrykkir, fyri at tryggja
neyðuga avlopið. Haldi tað
vera óheppi við slíkum
avgjaldshækkingum, tí at
nógvar sukurvørur kunnu
metast sum neyðsynjar
vørur, og tí at leskidrykkir
verða framleiddir í Før
oyum. Avgjøld á føroyska
framleiðslu er í sjálvum
sær skeiv gongd. Vit eiga
heldur at gera alt fyri at
stuðla føroyskari framleið
slu. Heilsupolitiskt eru hesi
uppskot heldur ikki rætt
gjøgnumførd. Seinnu árini
eru eftir mínum tykki alt
ov nógvar avgjaldshækk
ingar ella óbeinleiðis skatt
ingar lagdar á borgaran.
Hetta rakar jú øll, eisini
tey, ið hava ov lítið
frammanundan.
Samanumtikið
Tað eydnaðist okkum at
gera eitt tálmandi fíggjar
lógaruppskot, har minstifor
vinningurin er hækkaður,
og har skattalættin til fiski
menn og rentustuðulin til
sethúsabygging er varð
veittur. Sambandsflokkurin
umsitur hesi mál í
samgonguni.
Fari tó at enda við at
heita á Jógvan við Keldu,
løgtingsmann, í sambandi
við viðgerðina av fíggjar
lógini at virka fyri, at ætl
aðu avgjøldini á søtmeti og
leskidrykkir verða strikað,
fyri heldur at stramma
skattalættan so mikið, at
avlopið á fíggjarlógini verð
ur tað sama. Slík loysn
rakar sosialt rættari, tí vil
Sambandsflokkurin stuðla
henni. Hetta átti eisini at
hóska betur nýggju sosi
alliberalistisku kósini, sum
Fólkaflokkurin hevur boð
að frá við formansskifti
num, nú Anfinn Kallsberg
er givin.
Nei, eg eri sannførdur
um, at hesaferð vann Før
oya fólk ikki við Fólka
flokkinum. Føroya fólk var
heilt víst betur farið uttan
Fólkaflokkin.
Føroya fólk betur farið uttan Fólkaflokkin
landsstýrismaður
bjørn KAlsø