fríggjadagur 28. september 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 188 - 28. september 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu og sera stórt hjálpsemi, tá ið mamma,
omma, langomma og vermamma okkara
Lisa Dam
doyði og varð jarðað.
Familjunnar vegna
Maud, Arndis, Eydna og Jónhild
Sunnudagin 30. september verður Judy
Jacobsen 60 ár. Hon býr í Florida saman
við føroyska manni sínum, Óla á Grømma
Jacobsen. Hóast hon hevur týskar røtur, og
er fødd og uppvaksin í USA, so eru tað
nógvir føroyingar, sum komast við og
kenna
fryntliga
og
fyrikomandi
føðingardagsbarnið, sum á sín serliga hátt
hevur knýtt seg at Føroyum og føroyingum,
og sum føroyingar hava tikið til sín.
Foreldrini hjá Judy vóru týskarar. Hóast
tað eru mong ár síðani, at tey fluttu úr
heimlandinum, so hevur Judy gott samband
við familjuna í Týsklandi, har hon fram
vegis eigur 21 systkinabørn á lívi.
Mamman, Ann, sum var 87 ára gomul, tá
ið hon doyði í 2002, var ættað úr Harburg,
sum er partur av Hamburg. Hon var trettan
ára gomul, tá ið hon saman við foreldrunum
flutti til USA. Pápi hennara var múrari og
mamman húsmóðir.
Pápin, Otto Mueller, var ættaður úr Göden
storf, sum er lítil býur einar 50 kilometrar
sunnanfyri Hamburg. Pápi hansara var
bóndi, og stórur partur av familjuni hevur
fingist við bóndaskap. Otto var 19 ára
gamal, tá ið hann einsamallur flutti til USA.
Hann var 94, tá ið hann doyði í 2002.
Ann og Otto møttust í Milwaukee í Wis
consin, og tey vóru gift í 67 ár. Ann var
heimagangandi, inntil døtrarnar vóru
stórar. Síðani arbeiddi hon sum húshjálp.
Otto helt amboð við líka á stórari verk
smiðju í Milwaukee, inntil hann var farin
um tey áttati. Tey fingu tvær døtrar. Dorothy
Holmquist, sum er átta ár eldri enn Judy, er
gift manni av svenskari ætt, og so Judy.
Systurin var trúboðari í Brasil, tá ið Judy
– eftir at vera liðug í skúlanum í Milwaukee
í Wisconsin vitjaði hana. Eftir ta ferðina
fór hon á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission
í Waukesha í Wisconsin. Har hitti hon Óla á
Grømma Jacobsen. Tey giftust í januar 1968,
og síðani hava tey arbeitt í trúboðanarfelags
skapinum. Fyrstu seks árini undirvísti Judy,
sum tosar týskt raðið, í sponskum og
portugisiskum, og síðani hevur hon arbeitt
saman við manninum innan leiðslu í NTM,
bæði í Filipsoyggjunum í tíggju ár og í
Florida, har NTM hevur høvuðssæti.
Judy er nágreinilig, nærløgd og miðvís,
og hon er framúr innan umsiting. Óli hevur
ongantíð fjalt yvir, at tað hevði ikki borið
til hjá honum at røkt leiðsluuppgávurnar,
sum honum hava verið litnar upp í hendi,
um hann ikki hevði havt Judy sum ráðgeva,
skrivara og partnara á so mongum økjum í
arbeiðnum.
Judy og Óli eiga tveir synir. Dan (1969)
er giftur Christy, sum er ættað úr Alabama,
og tey eiga fimm børn. Dan arbeiðir nú í
kristiligari tænastu í Alabama. Donny
(1973) er giftur Helenu, og tey eiga trý
børn. Tey búgva í Wisconsin, og Donny
arbeiðir sum leiðandi byggifrøðingur.
Í januar 1970 kom Judy saman við mann
inum fyrstu ferð til Føroya. Ørindini vóru at
siga verfaðirinum, sum 55 ára gamal var
komin til tað síðsta, farvæl. Vetrarveðrið var
buldraligt, og tey vóru veðurføst í Íslandi,
og ferðaðust í kavaódn yvir dalar og fjøll og
ígjøgnum líðir og yvir sund og firðir, áðrenn
tey komu til Klaksvíkar.
Hóast óvon við umstøðurnar á so mangan
hátt, so tók Judy Føroyar og føroyingar at
sær. Vermamman dugdi ikki eingilskt, og
so fór Judy at læra seg føroyska málið. Tað
megnar hon so mikið væl, at hon ikki ber
seg undan at stíga fram í mannfjøld og tosa
á føroyskum. Hon hevur gjørt føroyskar
siðir og mentan á so mongum økjum til
part av sær sjálvari.
Tá ið hon samstundis dugir væl at hitta
og fara við fólki – eldri og yngri – er tað
einki at siga til, at Judy eigur nógvar vinir
kring alt landið.
Seinni í heyst fara Judy og Óli at vitja í
Føroyum. Tey ferðast nógv, og nú lagaði tað
seg soleiðis, at tey halda runda føðingardagin
hjá Judy í Danmark. Vit eru mong, sum
senda føðingardagsbarninum tær hjartalig
astu føðingardagsheilsur. Teldupostadressan
hjá teimum er oli_jacobsen@ntm.org.
Jóannes Hansen
Judy Jacobsen 60 ár
Prógv
25 sep. bleiv Heini Dalberg Simonsen,
Tórshavn, útlærdur sum prentari hjá Einars
Prent.
8. juni 2007 hevur Sunniva Joensen, Saltangará,
lokið prógv sum løgfrøðingur (cand. jur.) við
lærda Háskúlan í Keypmannahavn.
70 ár
28. september verður Johanna Lave, Froðba,
70 ár. Hon er burturstødd.
80 ár
Leygardagin 29. september fyllir Minny
Jacobsen, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður
hildin frá kl. 16 hjá dóttrini á Lauritsargøtu 7
Tórshavn. Øll eru vælkomin.
90 ár
Sunnudagin 30. september verður Svanhild
Zachariasen, Tórshavn, ættað úr Hósvík, 90
ár. Tey, ið vilja heilsa uppá Svanhild eru
vælkomin á Lágarveg 28 millum kl. 13 og
18.
60 ár
29. september heldur Thomina Svøðstein,
Klaksvík, 60 ára føðingardag. Opið hús
verður frá kl. 17.00 í húsmøðrafelagnum í
Bøgøtu 3. Øll eru hjartaliga vælkomin.
65 ár
10. august fylti Jonhild Bech, Porkeri 65 ár
og 29. september fyllir maðurin Zacharias
Bech 65 ár. Føðingardagarnir verða hildnir
í skúlanum í Porkeri leygarkvøldið 29.
september frá kl. 18.30. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Føðingar
4. september fingu Sylvia Hansen og Niels
Vilhelmsen, Hvidovre, eina dóttur. Hon var
52 cm long og viga›i 2935 gr.
14. september fingu Annika Helgadóttir
Davidsen og Kári Davidsen, Keypmannahavn,
ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
3370 gr.
19. september fingu Gunnvør Fríðhild Juul og
Jógvan Olivur Kallsoy, Eiði, eina dóttur. Hon
var 54 cm. long og vigaði 4100 gr.
20. september fingu Anna og Brynjálvur
Dalsgaard, Sandur, eina dóttur. Hon var 53
cm. long og vigaði 3800 gr.
21. september fingu Eyðrit Gøthe og Jacob
Martin Jacobsen, Norðragøta, eina dóttur.
Hon var 51 cm. long og vigaði 3550 gr.
21. september fingu Anna Maria og Heini
Ellingsgaard, Tórshavn, ein son. Hann var 55
cm. langur og vigaði 4700 gr.
22. september fingu Ingibjørg og Niels
Winther, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm.
langur og vigaði 4700 gr.
22. september fingu Elisabeth og Jón Thoma
sen, Kvívík, ein son. Hann var 54 cm. langur
og vigaði 3900 gr.
22. september fingu Sølvá og Jóhan Vest,
Oyndarfjørður, ein son. Hann var 52 cm.
langur og vigaði 3450 gr.
24. september fingu Oddbjørg og Johnhard
Klettheyggj, Hoyvík, ein son. Hann var 54
cm. langur og vigaði 3950 gr.
25. september fingu Anna Petra Poulsen og
Christian Eli Zachariasen, Tórshavn, ein son.
Hann var 53 cm. langur og vigaði 3825 gr.
26. september fingu Jenny og Jóhan Danielsen,
Lamba, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og
vigaði 3550 gr.
Brúdleyp
Leygardagin 29. september kl. 10 giftast
í Vesturkirkjuni Ragnhild Guðjónsson og
Jákup Mørk úr Havn. Dagurin verður hildin
á Hotel Føroyum frá kl. 13 til 18.
Leygardagin 29. september kl. 17.00 giftast
í Nólsoyar Kirkju Nicolaj Falck, Nólsoy
og Sonja Herietsdóttir, Vestmanna. Aftaná
vígsluna er vælkomst í Royndarhúsinum í
Nólsoy.
Leygardagin 29. sept. kl. 11.00 giftast í
Elim í Søldarfirði Jytta Sundstein Olsen,
Søldarfjørður og Poul Johannes Nielsen,
Saltangará. Veitslan verður í bygdarhúsinum
í Leirvík kl. 15.00.
Leygardagin 29. september kl. 15.00 giftast í
Fuglafjarðar kirkju Kristfríð Asbjørnsdóttur
Justesen, Tórshavn og Símun Jóhannus
Mikkelsen, Fuglafjørður. Eftir vígsluna verður
kaffi í kirkjukjallaranum. Veitslan verður fyri
innboðin á Hotel Føroyum.
Leygardagin 29. september kl 15.00 giftast
í Vágs Kirkju Majken Sandá og Julius Vest
Joensen, Vágur. Brúdleypið verður fyri
innbodnum á Hotel Bakkanum.
20/907 fekk Vár eina systur, sum var 55 long
og vigaði 3850 gr og hon eitur Vón. Foreldr
ini eru Eva Eliassen og Ansgar Nolsøe
21. sept fingu Marita og Jakob Eckhardt
Tróndheim, Brønderlev, ein son. Hann viga›i
3820 gr og var 55 cm langur.
25. september fingu Margreta og Óli Hammer,
Eiði, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vig
aði 3300 gr.