fríggjadagur 28. september 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 28. september 2007
21
tíðindi
Føðingardagsvikan
fer ikki framvið uttan
hóvasták, nú Vágs
Kommuna fyllir 100
ár. Frá sunnudegnum,
og eina viku fram, eru
tiltøk á skránni
100 ár
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Vágbingar
halda
fyrtsu
vikuna í oktober 100 ára
dagin hjá Vágs Kommunu.
Ein hópur av tiltøkum er á
skránni og skráin sæst á
nýggju
heimasíðuni
hjá
Vágs Kommunu, www.
vagur.fo
Úr skránni kann nevnast,
at sunnudagin 30. septem
ber er familjuguðstænasta
klokkan 14. Eisini eru fram
sýningar av ymsum slag
við list og avrikum hjá bæði
vaksnum og børnum og
Sang og fyrilestrakvøld er,
eins og framsýning við
gomlum myndum hjá Ellen
Dahl byrjar.
Morgunsvimjing
Hvønn dag í føðingardags
vikuni er morgunsvimjing
við heitum hyli í svimji
høllini í Vági millum kl. 7
og 9.
Mánadagin eru framsýn
ingar á skránni og t.d. eru
myndir av borgmeistarum
at síggja í Pretty Payal og
skótar hava sølu og skúla
ungdómar framføra í Fram
tíðini.
Týsdagin avdúkar býráð
ið gávu til Vágs bý og har
syngja eisini dagstovnabørn.
Framsýningar halda fram
og onnur tiltøk eru eisni.
Dagurin endar við tónleika
café í Pretty Payal, har
tónleikanæmingar framføra
og Hjalmar og Dagfinn
spæla.
Mikudag er opið hús á
spunavirkinum hjá Sirri,
Hvistan hevur firmastafett
og barnarenning og modell
skip eru í svimjihylinum.
Handlarnir hava opið til
klokan 21.
Hósdag halda Jóan Páll
Joensen og Rodmundur
Nielsen
fyrilestrar
um
vinnulív í Stóra Pakkhúsi,
eldratiltak er á Eldrasam
býlinum og á kvøldi hevur
Vágs Býráð døgurða fyri
innbodnum.
Fríggjadagin
framførir
tónlistaskúlin í Pretty Payal
og í Billardhúsinum og á
kvøldi er stór kirkjukonsert
við Magna Christiansen,
Heina Lutzen, Lisu Fred
eriksberg og tónleikarum.
Eisini syngur og spælir
Hjalmar Magnussen og við
sær hevur hann Trónd Enni
og Dagfinn Olsen.
Beint eftir konsertina í
Vágs Kirkju er sangcafé í
Frelsunarherinum. Spunar
kapping verður um Vágs
søgu í Stóra Pakkhúsi og
møguleiki verður eisini at
spæla paintball.
Leygardagin er Vágshøll
karmur um ymiskt fra
klokkan 9 til 15. Klokkan 9
er stórt morgunmatarborð
og undirhald, so sum hoppi
borgir og skemt, har Trølla
Pætur og Bakkens Pjerrot
taka lut. Annað á skránni er
t.d. dagrøktin sum hevur
framsýning, kvøldseta við
skemti, manskóri og felags
sangi. Dansur er við bæði
Trio og harmonikum í
høllini og All That Rain í
VB Húsinum.
Sunnudagin 7. oktober
skipar Vágs Kappróðrar
felag fyri ymiskum, t.d.
rógving við oldboys og old
girls úr Vági og av Tvøroyri
og skúlaungdómar rógva
eisini. Eisini verða vatnskí
og speedbátar á fjørðinum.
Øll tiltøk eru ókeypis og
nærri sæst á www.vagur.fo
Stákast
Nú um dagarnar, hava menn
hjá
kommununi
stákast
óført omanfyri deildina hjá
Suðuroyar
Sparikassa
í
Vági, har teir hava sett upp
eitt spælipláss, ið komm
unan letur borgarum sínum
týsdagin í komandi viku.
Umframt hetta, so sóust í
dag menn frá Tangavirkinum
í Vági ið bert er 25 ár
yngri enn sjálv kommunan,
seta upp haldarar, ið vóru
settir á ljóssteyrar í bygdini.
Ætlanin við hesum haldar
um, er at teir skulu flagg
prýðast, nú føðingardagurin
er, og annars nýtast, tá ser
lig tiltøk og hendingar eru í
bygdini.
Fríggjadagin sóust menn frá Tangavirkinum í Vági seta upp haldarar, ið vóru settir á ljóssteyr
ar í bygdini. Ætlanin við hesum haldarum, er at teir skulu flaggprýðast, nú føðingardagurin
er, og annars nýtast, tá serlig tiltøk og hendingar eru í bygdini
(Mynd; Finn Johannessen)
Suðurafrikanski erki
biskupurin Desmond
Tutu vitjar í Svøríki í
hesum døgum. Har er
hann høvuðsnavnið
á størsta norður
lendsku bókamessuni
”Bok og bibliotek” í
Göteborg.
Av Arnbjørn Ó. Dalsgarð
Stóra árliga bóka og bóka
savnsstevnan
Bok
&
bibliotek lat upp í Göteborg
hósdagin 27. september.
Við
sínum
fleiri
enn
100.000 vitjandi og nærum
1000 framsýnarum árliga
er hon nógv tann størsta
bókastevnan
í
Norður
londum. Á hvørjum ári er
eitt høvuðstema á stevnuni,
og í ár er tað Estland, við
denti á estiskar rithøvundar
og estiskar bókmentir.
Hetta umframt eru hópin
av øðrum tiltøkum um eina
ørgrynnu av evnum. Høv
uðsnavnið á stevnuni í ár er
suðurafrikanski erkibiskup
urin Desmond Tutu, sum
fekk friðarheiðursløn Nob
els í 1984. Ein nýggj stór
ævisøga er júst skrivað um
hann, og leygardagin fer
Desmond Tutu so at siga frá
hendingaríku søgu sínari
um fátækadrongin úr rak
býlinginum, sum gjørdist
fyrsti litti erkibiskupurin í
Suðurafrika og ein av heims
ins fremstu stríðsmonnum
fyri mannarættindum.
Bok & bibliotek heldur
fram til sunnudagin 30.
september.
Desmond Tutu á størstu
norðurlendsku bókamessuni
Vágbingar spenna seg
út til 100 ára hald