Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 188 - 28. september 2007 Formaður Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna søkir eftir einum formanni til gartnara- liðið. Dentur verður lagdur á evnir at samskipa, samskifta og leita eftir kunnleika. Fakligur førleiki er vælkomin, men ikki avger- andi. Tú mást hava hug at arbeiða úti. Liðið, sum telur 3-4 fólk, tekur sær av grønum økjum runt um í Havn, Hoyvík og Argjum. Nógvur grassláttur er; lúking, rudding og hamping, men eisini planting og røkt av gøtum og mangar aðrar uppgávur. Umleið 125 støð eru at røkja, umframt gøturnar, ið eru umleið 120 gøtustrekki. Vit rokna við, at tú kanst hava gott yvirlit yvir nógvar uppgávur runt í øllum býnum. Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini at samstarva, tá neyðugt er, og hevur gott tol. Setanarviðurskifti Starvið er tímalønt fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umframt grundlønina verður latin formansviðbót. Umsókn við upplýsing um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 19. oktober 2007. Merkið umsóknina „gartnaraliðið“. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til røktarleiðaran, Jógvan Olsen, ella býargartnaran, Tóra í Hoyvík, tlf. 30 20 10. Porkeris kvøldskúli Treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning myndugleikanna, verða hesi skeið í Porkeris kvøldskúla 2007/2008. Lærugrein Lærari Tíð Telefon Hondarbeiði Sonja Frederiksen Tórsdag 19-22.30 373 740 Teldulæra á byrjunnarstigi Torgir Strøm Mánadag 19.30 - 21.10 373 176 Eisini við ættarkanningarforriti Seyming Anna A. Poulsen tíð eftir avtalu 373 829 Postalínsmáling Irena Remmer tíð eftir avtalu 373 185 Tekning Hans J. Remmer tíð eftir avtalu 373 185 Luttøkugjaldið er 300 kr – tó telduskeið 150 kr. Goldið verður, tá undirvísingin byrjar. Luttekur næmingur á fleiri skeiðum, verður gjaldið 150 kr fyri hvørt skeiðið, sum kemur afturat. Tilmelding sum skjótast. Porkeris kvøldskúli · telefon 373 185 lýsingar Massagu- stólur til sølu vegna flyting Nýprísur: 28.000 kr. Selist fyri 10-12.000 kr. Einki brúktur Ring á tlf. 31 41 55 ella 21 41 55 VW Passat 1.9 TDi diesel Highline – luksus útgáva 110 hk – árg. 1998 – 158.000 km. Sera væl hildin, við servicehefti og ongum rusti. Highline-útgáva við leðursetrum, sóltaki, antispin. Er ógvuliga økonomiskur – koyrir 18 km/l. Prísur: 110.000 kr. Tlf 22 19 10