fríggjadagur 28. september 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Nr. 188 • 28. september 2007
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
eirikur@sosialurin.fo
Syng ein sang...
Ikki hissini nístarí av læraru
num, nú mentamálaráðharrin
hevur heitt á skúlarnar um at
syngja meira. Ávísur fjølmiðil
setti hesi songynski upp
ímóti vantandi skúlabygging
– og lærarafelagið gav ráð
harranum sekkin fyri hetta.
Well...
Tað er ótrúliga vánaligt, at
okkara kosnu fólk ikki megna
at játta meira pengar til skúlan.
At tey ikki megna at játta
pengar til skúlatilfar – alt frá
bókum til teldur. At tey ikki
megna at skapa lærarunum
virðiligar karmar, so teirra
arbeiðsumstøður kundu mint um
minstukrøvini til slíkar í privatu
vinnuni.
Fólkaskúlalærarar hava ikki
so frægt sum ein stól at sita á,
sum teir kunn kalla sín egna.
Ikki eitt rúm at seta seg í, einki
skrivaraborð, onga telefon ella
teldu.
Tað er altso langt úti.
Tey fáa ikki eitt klovið oyra
fyri at brúka egnar fasilitetir
til arbeiðið. Pengar verða ikki
játtaðir til eitt nú orðabókagerð,
so vit kunnu flyta okkara móður
mál til onnur heimsins mál
– eisini við nútíðar tøkni.
Men tað minnir ikki sørt um
ómegd, bara at geva Lakju
manninum ábyrgdina av hesum.
Tí her er talan um totalt visjóns
loysi gjøgnum alla ta politisku
skipanina, alt frá andstøðu til
løgmans. Soleiðis gjøgnumgang
andi visjónsleyst. At gera tunlar
fyri milliardir, tað er bara nakað
man ger eina politiska semju
um. Men ikki skúlin! Hann
kostar for nógvar pengar, verður
sagt...
Hinvegin ER tað ein veruleiki,
at sangskatturin er við at
gleppa okkum av hondum. Tað
ER ein veruleiki, at tað verður
næstan einki sungið í skúla
num longur – og einki lært
uttanat. Og eg taki undir við
fyrrverandi dómorganistinum í
Havnar Kirkju, Oddvør Johan
sen, sum mælir til at 1., 2. og
3. flokkarnir syngja ein sang
um dagin í trý ár! Tað kunnu
blíva einir 600 sangir – og
uttanatslæra í hesum sambandi
er fín og stimbrandi og eggj
andi og alt møguligt, so tá
Páll næstformaður mælir til
at sekkja Lakjumannin av hesi
orsøk, so verður miðað og høgt.
Í øllum førum hevur Jógvan á
Lakjuni prógvað sínar dygdir
sum eitt av okkara bestu tóna
skøldum, so hann má í øllum
førum ikki koyrast frá fyri at
syngja!
Tummas Andreassen, sum
er ættaður av Viðareiði,
men búsitandi í Kunoy, hev
ur siglt øll árini, síðan hann
fór úr barnaskúlanum 14
ára gamal. Eitt, sum ser
merkir tíðina hjá honum á
sjónum, er, at hann øll hesi
árini hevur fiskað við línu
Eg havi ongantíð roynt við
øðrum enn línu og kenni tískil ikki
til annan veiðireiðskap, sigur 35
ára gamli, Tummas Andreassen.
Eftir at hava verið við fleiri av
línuskipunum, sum eru heima
hoyrandi í Klaksvík – og eisini við
saltfiskalínuskipinum Sigurfara,
hevur hann seinasta árið róð út
saman við Hans Paula Purkhús.
Hans Pauli drívur 38 fót stóra
útróðrarbátin Brattaskorð, sum
Osmund Olsen, ættaður úr Svín
oy, búsitandi í Klaksvík, eigur. Eg
var saman við Hans Paula tað
mesta av einum ári. Vit báðir vóru
umborð, og annar maður skipaði
fyri egningini á landi.
Tummas sigur, at teir hava egnt
línuna upp á tann “gamla” mátan,
sum hann tekur til.
Ta fyrstu tíðina, meðan eg var
við Brattaskorð, egndu vit sauri,
kúfisk og høgguslokk, men tíðliga
í fjør vetur fóru vit at blanda gág
gu upp í agnið.
Hann sigur, at báturin eigur
gággurúsur, men teir drivu útróð
urin so hart, tá líkindi vóru, at
hugsingur var ikki um at fiska
gággu eisini.
Tá ið viðraði fylgjandi dagar,
og vit vóru á útróðri, hevði tað
verið ov møtumikið, um vit eisini
skuldu fiskað agnið sjálvir. Men
í desember í fjør fóru vit so at
keypa feska gággu frá Comet,
sum burtur av fiskar gággu til
útróðrarflotan.
Tummas sigur, at leiðirnar, teir
serliga hava roynt við Bratta
skorð, eru leiðirnar norður úr Kall
inum og millum Kallin og Nakkin.
Ein stórur partur av veiðini
hevur verið hýsa, men tá vit fóru
at blanda gággu upp í agnið,
fingu vit munandi meira av toski,
eisini á vanligu leiðunum, har
hýsa vanliga plagdi at vera tann
størsti parturin.
Hann sigur, at teir róðu út við
36 stampum um summarið og
4045 stampum um veturin, tá
líkindi vóru.
Orsøkin til, at vit høvdu meira
línu við um veturin, er, at í vetrar
hálvuni eru dagarnir vanliga ikki
so samanhangandi, og tí ráddi um
at hava eina hampiliga stóra setu
við sær.
Tummas letur væl at tíðini,
hann var saman við Hans Paula
Purkhús umborð á Brattaskorð.
Um veturin kann vera harð
balið at rógva út, men hetta var
ein góð tíð, og vit tjentu væl.
Brattaskorð er ein ediligur bátur,
sigur hann.
Fyri fyrstu ferð, síðan hann fór
til skips fyri 20 árum síðan, hevur
Tummas nú lagt seg upp á land at
arbeiða.
Eg fekk í boði eitt arbeiði á
Høvdavirkinum í Leirvík í summar,
og her havi eg verið síðan í
juli mánaða. Mín uppgáva er
at standa við eina maskinu á
virkinum. Eg arbeiði sjey dagar
um vikuna frá 8 á morgni til 20 á
kvøldi, og síðan havi eg frí í eina
viku. Næstu vikuna arbeiði eg frá
klokkan 20 á kvøldi til klokkan 8
morgunin eftir. Og sleiðis rulla
vaktirnar, sigur hann.
Tummas sigur, at honum dámar
hetta arbeiði væl, og fortjenastan
er í lagi.
Vit fregnaðust, um hann í
dag kanska angrar, at hann ikki
legðist uppi fyrr og fann sær eitt
arbeiði uppi á landi.
Nei, tað geri eg ikki. Mær hev
ur altíð dámt væl at siglt. Eg havi
havt nógvar góðar løtur á sjónum.
Onkrar hava kanska verið minni
góðar, men tíbetur hava vit tann
eginleika at fortreingja tær minni
góðu løturnar.
Tummas sigur, at svágur hansa
ra hevur maskinbát, og í frívikuni
dámar hon væl at sleppa á flot.
Tá tú hevur siglt í so nógv ár,
og hugurin til sjógvin er góður, er
tað ikki so lætt at leggjast uppi at
arbeiða, men nú fáa vit at síggja,
hvussu verður.
Fyrsti túrur hjá Tummasi sum
14 ára gamal var við Pison í 1987.
Eg var bara ein túr við Pison
í hesum umfari. Síðan fór eg
umborð á Sigurfara, og her var eg
við tveir saltfiskatúrar.
Eftir túrarnar við Sigurfara, fór
hann umborð á Polarstjørnuna, og
her var steðgurin langur. Tummas
var við Polarstjørnuni árini frá
1988 fram til miðskeiðis í nítiár
unum.
Eftir hetta róði eg út í umleið
eitt ár og fór síðan umborð aftur á
Pison, sum eg í hesum umfari var
við í níggju ár.
Tummas sigur, at heystið 2003
gjørdist besta tíðin til inntøku,
sum hann nakrantíð hevur uppliv
að á sjónum.
Hetta var ein serlig tíð – ein
tíð, tú helst bara eina ferð uppliv
ir í lívinum.
Pison gjørdi fleiri roktúrar á
Føroyabanka á heysti 2003.
Í tveir mánaðir gjørdu vit fýra
túrar á Føroyabanka, og hesar
báðar mánaðirnar tjenti eg heili
226.000 krónur, sigur Tummas.
Spurdur, um hann ongantíð hev
ur verið í skúla aftur síðan barna
skúlan, sigur hann, at einasta
prógvið, hann hevur fingið síðan
tá, er koyrikort.
Eg havi ikki havt ambitiónir
um at farið í skúla aftur og slopp
ið mær upp á brúnna. Vit hava
tíbetur havt nóg mikið av fólki til
tær uppgávurnar, sigur hann.
Tummas og konan, Annika,
fluttu í nýggj hús í Kunoy í 2003.
Frammanundan høvdu tey leigað
eini eldri hús í bygdini í seks ár.
Eg helt, at tá ið eg sigldi, kun
du vit eins væl búgva í bygdini,
haðani konan er. Mær dámar væl
í Kunoy, sigur Tummas Andreas
sen, sum saman við Anniku eigur
børnini Atla, ið er 10 og Ránnvá,
sum er 5 ár.
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Tíðin við línuskipinum Pison á heysti 2003 var ein serlig tíð – ein tíð, tú helst bara eina ferð upplivir í lívinum. – Vit
gjørdu fleiri roktúrar á Føroyabanka, og í tveir mánaðir tjenti eg heili 226.000 krónur, sigur Tummas Andreassen, sum
her er umborð á útróðrarbátinum Brattaskorð
Mynd: Snorri Brend
Hevur bara fiskað
við línu
Hevur bara fiskað
við línu