mánadagur 1. oktober 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 189 - 1. oktober 2007
Sosialurin
Stórfingin vitjan
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Harra forseti
Hjartaliga vælkomin til land okkara. Hetta, at
tygum vitja okkara land, er ein heiður fyri okkum
øll, sum her búgva. Vit halda, at tað er stórtøkið
av tygum at taka tygum tíð til hesa vitjan, og
tað skal ikki vera nakað loyndarmál, at vit vænta
okkum sera nógv av vitjan tygara í allar mátar.
Land okkara er lítið, tá vit hugsa um landaøki,
men taka vit hav okkara við er landið stórt. Havið
er avgerandi fyri lív okkara her. Havið myndar
støðið undir okkara búskapi, og alt okkara
materiella lív og øll mentan okkara er dæmd av
og treytað av tætta sambandinum við havið. Men
havið er meira enn okkara lívsgrundarlag. Havið
kring Føroyar – havið, ið fevnir Útnorður, hevur
avgerandi týdning fyri veðurlagið í heiminum og
fyri tær veðurlagsbroytingar, ið nú tykjast vera
eygsýndar.
Er sjálvt landaøki okkara lítið, so er tjóðin, sum her
býr, stór. Her hava vit búleikast í út við halvtannað
ártúsund. Mentan okkara er sterk og sermerkt,
runnin úr tí jørðildi, sum forfedrar okkara koma
av, nevniliga av Vestlandinum í Noregi og úr
keltiska mentanarøkinum fyri sunnan okkum,
Írland, oyggjarnar fyri norðan Skotland.
Ein orsøkin til, at vit hava kunnað og framvegis
kunnu liva her á nøkrum klettum mitt úti í
Norðuratlantshavi, er at vit hava megnað at
kombinera tað besta úr tí gamla siðbundna
við alt tað nýggja, sum eyðkennir modernaða
heimin í dag. Tann veruleiki, at vit hava varðveitt
okkara mál og okkara gomlu mentan, samstundis
sum vit taka til okkum alt tað nýggja, sum
útheimurin bjóðar, hevur givið okkum styrki til at
takla globalisering og internationalisering. Við
okkara sterka samleika kunnu vit loyva okkum
at taka globaliseringina til okkum. Vit meta
globaliseringina sum eina avbjóðing við ótaldum
møguleikum heldur enn sum eina hóttan móti
mentan og búskapi okkara.
Vit halda í allari beskeðinheit, at vit hava ikki so
lítið at bjóða heiminum. Tí ríka og framkomna
heiminum kunnu vit bjóða eitt óvanliga reint
hav- og landaumhvørvi. Vit liva í stóran mun av
at framleiða mat, serstakliga mat úr havinum,
sum jú er tiltikin sunnur matur. Vit byggja okkara
matframleiðslu úr havinum á burðardygga veiðu
og ein veiðihátt, sum er við at gerast fyrimynd
hjá øðrum fiskiveiðitjóðum. Hartil hava vit eina
sera vakra náttúru við einum serstakliga ríkum
fuglalívi. Vit hava okkara egna universtitet og
eina røð av granskingarstovnum, sum øll virka á
hægsta altjóða stigi.
Tað besta vit tó hava at bjóða er, at gestir
uttaneftir kunnu møta okkum sum menniskju
við tí sera ríku mentan og list, sum vit heldur
enn fegin bjóða øllum heiminum at nýta gott av.
Føroyar eru sostatt eitt land, sum hevur nógv at
geva heiminum. Hartil kemur ein sera áhugaverd
plasering í einum geografiskum øki, ið bæði sum
nevnt hevur áhuga hjá klimagranskingini og
annars hevur søguligan áhuga.
Undir kalda krígnum lógu Føroyar í einum
havøki av stórum strategiskum týdningi fyri
sovæl NATO sum fyri Warzawasamgonguna. Nú
er Norðuratlantshavið vorðið eitt friðarinnar
hav. Tað mátti tí verið upplagt, at ein komandi
amerikanskur forseti tók stig til at lagt einhvønn
altjóða toppfund í Føroyum.
Harra forseti
Tá tygum gjørdust forseti tørvaði demokratiska
partinum av heiminum leiðslu í ólukkumát.
Bæði sum guvernørur í Arkansas og sum forseti
í heimsins sterkasta stórveldi sýndu tygum
framúr leiðsluevni bygd á stórar visjónir fyri
friði, demokrati og vælferð. Arkansas gjørdist
undir tygara leiðslu ein av fremstu statum í
USA. USA átók sær undir tygara leiðslu sum
forseti bæði tann ómetaliga týðandi leiklutin
sum verji fólkaræðisins og sum friðarskapandi
og friðarvarðveitandi faktorur í heiminum.
Eftirfylgjandi hava tygum nýtt nógva orku til
tess at stríðast móti nógvum av teimum vansum
og vandum, sum hótta heilsu og vælferð kring
heimin.
Harra forseti
Tygum vitja heimsins elsta og minsta fólkaræði,
hvørs parlament gongur heilt aftur til 825 eftir
Krist. Vitjan tygara er ein stórur heiður fyri
Føroyar og fyri føroyingar. Vit vóna, at tygum
fara at gleðast yvir uppihaldið her, og at tygum
fara at hava góð minni frá ferðini. Vit ynskja
tygum góða eydnu og einaferð enn siga vit
hjartaliga vælkomin til land okkara. Skuldi tað
eydnast konu tygara Hillary Clinton einaferð at
vitjað okkara vøkru oyggjar, so skal hon vera
hjartaliga vælkomin. Vit fara eisini at nýta hetta
einastandandi høvi at heita á tygum um at bera
eina heilsan til tygara góða vin, Nelson Mandela
og vegna Føroya fólk at bjóða honum at vitja
friðsælu Friðaroyggjarnar í Norðuratlantshavi.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330