Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 • 28. september 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Miðvís undir­ vísing um kristna lívið Klaksvík: Í vetur hava tey í KFUM&K sett sær fyri at undirvísa fólkini í samkomuni um, hvat kristna trúgvin og kristna lívið bera í sær. Skeiðini verða hildin triðja hvørt miku­ kvøld, og verða skipað sum undirvísing og bólkaarbeiði. Byrjað varð 1. september við at siga frá, hvør Gud er, og síðani verður hildið á út í apríl mánað komandi ár. Tey seinastu skeið­ ini taka upp evnir, sum til dømis felagsskapin og náðigavur, og sum kunnu ávirka kristna lívið og meinigheitslívið hjá tí einstaka. Næsta skeiðið verður mikukvøldið 3. oktober. Stuðul til verkætlan fyri børn Blái krossur: Seinastu 3 árini hevur felagsskapurin arbeitt saman við Klaksvíkar kommunu og felagskommununi í Vágum við fyribyrgingarverkætlanini “Børn í Vanda”. Nú er av álvara skapt fíggjarligt grundarlag fyri víðari arbeiðinum: Menta­ málaráðið hevur játtað 50.000 kr. í ár og 150.000 um árið frá 2008 til 2010. Almanna­ og heilsumálaráðið hevur játtað Bláa Krossi 130.000 kr. til verkætlanina í ár. – Hesin stuðulin er avgerandi fyri, at hetta átakið kann halda fram, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari. Føroysk luttøka á donskum oktober­møtum Indre Mission: Fyrstu dag­ arnar at oktober mánaði skipar Indre Mission í Danmark fyri møtum kring alt landið við heitinum “Alle tiders Jesus”. Her verða nýttir talarar sum henda missiónsrørslan vanliga brúkar í sínum arbeiði. Millum hesar teljast tveir føroyingar, sum eisini fara at luttaka við fleiri av tiltøkunum. Heri Elttør úr Aulum verður við á møtunum í Ringkøbing, meðan Suni Johannesen luttekur við møtini á Nykøbing Falster. Ætlanin er at halda fram við hesum møtunum komandi tvey árini um somu tíð. Statt upp! Eisini eg sjálvur eri ein menniskja! Ápostlasøgan kap. 10, 26. Fyrimyndir geva okkum íblástur og motivasjón – serliga, um tey hava gingið á somu gøtum sum vit. Tað er gott at virða tey og seta tey høgt. Men í somu løtu sum vit seta tey á ein stabba, missa vit fatanina av, hvat hevur týdning. Um vit víga lív okkara til at líknast einum og øðrum, er vandin tann, at vit bara vilja liva sum kopi’ir. Minst til, at okkara hetjur hava eisini veikar síður at berjast við. Hetta mátti sjálvt Paulus sanna, tá hann lýsir seg sjálvan soleiðis: “Tí at eg eri hin ringasti av ápostlunum, og eri ikki verdur at verða kallaður ápostul, við tað at eg forfylgdi Guðs kirkjuliði”. Og so leggur hann aftrat: “Men av Guðs náði eri eg tað, sum eg eri, og náði hansara móti mær hevur ikki verið til ónýtis; nei, eg havi arbeitt meira enn teir allir, tó ikki eg, men Guðs náði við mær”(1. Kor. 15, 9­10). Soleiðis var eisini við Pæturi, tá Kornelius sendi boð eftir honum: “Men tá ið tað nú bar so til, at Pætur gekk inn, kom Kornelius móti honum og fell honum til fóta og tilbað hann. Men Pætur reisti hann upp og segði: »Statt upp! Eisini eg sjálvur eri ein menniskja!« (Ápostl. 10, 25­26). Tíverri eru ikki øll, ið vit síggja upp til, eins eyðmjúk. Vandin við hetjudyrkan er, at ein lætt kann seta sín individualitet til viks og missa vegin burtur, sum Gud ætlaði at vit skuldu ganga. Helst vil Gud læra okkum tað sama, men endamálið hjá øðrum, ferðing og tíðarbil vísa seg fullkomuliga øðrvísi enn títt egna. Tað kann til dømis hugsast, at ein vinur byrjar eina fyritøku og forvinnur nógvan pening, men um tú sigur teg úr starvi fyri at gera tað sama, fert tú av knóranum. Ella ein starvsfelagi er í klæðum, sum rigga væl, og tá tú so letur teg í somu klæði, líkist tað einum sekki, sum er samanbundin um miðjuna. “Tí at Harrin, Guð tín, er oyðandi eldur, vandlátur Guð” 5. Mós. 4,24. orsøkin til hetta er ikki, at hann er smáligur ella revsandi. Men hann ynskir at verja okkum ímóti øllum sum kann taka sermerkið frá okkum, ella hótta viðurskifti okkara við hann. Vit eru á tryggari grund, um vit gera Jesus til okkara hetju og hann, sum vit søkja leiðbein­ ingarnar frá. (Kelda: ucb.dk) orðið Hóast tey ikki eru so nógv sum vanliga møtast til tiltøkini í missiónshúsinum í Porkeri, hava tey kortini átikið sær at vera andaligt bakland hjá føroyskum trúboðara í Afrika Porkeri: ­ Eg haldi at tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vit kunnu stuðla arbeiðinum hjá Maureen. ­ Tað er gott, at vit eisini kunnu hjálpa til aðrastaðni í verðini, sigur Jóannes Mortensen. Hann er formaður í stýrinum fyri lokala missiónshúsið, sum við ymiskum tiltøkum ynskir at røkka øðrum við gleðiboðskapinum. Maureen Clarke er við manni sínum útsend sum trúboðari í Vesturafrika, og plagar at vitja í Porkeri, tá hon er á vitjan heima í Føroyum. Her í missiónshúsinum hava tey vanliga møtir sunnukvøld og annars tiltøk fyri ymiskar aldursbólkar gjøgnum vikuna. Teirra ynski og vón er framvegis, at fleiri fara at koma til tiltøkini í missiónshúsinum. ­ Vit eru ikki altíð so nógv, men eg má bara siga, at møtini hjá okkum eru óalmindiliga góð, staðfestir Jóannes Mortensen. Missiónshúsið í Porkeri varð vígt á heysti 1933. Syngja og tala Hóast missiónshúsið hevur verið í brúki síðani fyrru helvt av tríati’árunum og hevur egið navn “Karmel”, hevur tað ongantíð verið nevnt annað enn “missións­ húsið”. Stórar vekingar vóru kring landið, og eisini í Porkeri í hesum tíðarskeiðinum. Hetta skapti samstundis eitt ynski um at hava eitt stað í bygdini, har tey kundu savnast til møtir. ­ Teir fóru til ein mann, sum átti eitt gott grundøki mitt í bygdini. Eg veit ikki, um teir vóru so vísir í at fáa játtandi svar, men tað fingu teir altso beinanvegin, sigur Jóannes. Byrjað varð at byggja missións­ húsið tíðliga í 1933, og longu um heystið sama ár, varð tað tikið í nýtslu. Síðani hava verið hildin reglulig møtir í missiónshúsinum. Møtir eru fast sunnukvøld, og sunnudagsskúli fyrr um dagin. Umframt hetta eru ungdómsmøtir og mikukvøld hava tey savnast regluliga til bønamøti. ­ Haraftrat hava vit eitt streingjakór, sum plagdi venja einaferð um vikuna. Eg haldi, at fólk eru sera fegin um møgu­ leikan at kunna syngja soleiðis um Jesus, sigur Jóannes. Oslo: Farna vikuskiftið var stórt hátíðarhald, í samband við at 100 ár eru liðin síðani hvítu­ sunnurørslan sá dagsins ljós. Í samband við hátíðarhaldið var norski krúnprinsurin, Haakon boðin við og fekk hann heiðurs­ sess á stóra tiltakinum leygar­ kvøldið. Tað var upprunaliga norski metodistapresturin Thomas B. Barrat sum byrjaði hesa rørsluna í 1907. Síðani hevur rørslan breitt seg kring allan heimin, eisini til okkara oyggjar. Í Europa roknar ein við at 4 mió fólk eru við rørsluni, umframt eini 700 mió. kring allan heimin. Sambært enska blaðnum “The Economist” er hvítusunnurørslan at meta sum “uppreisnin hjá kristindóminum”, meðan ein norskur fjølmiðil skýrdi rørsluna sum eina “heimsumfevnandi kollvelting”. ­ Í veruleikanum veksur hvítu­ sunnurørslan skjótari enn islam í triðja heiminum, varð sagt í eini framløgu hetta hátíðarkvøldið. Umboð úr 30 londum vóru við til hátíðarhaldið, millum annað úr Kenya her triðingurin av fólkinum eru hvítusunnuvinir. Nevnast kann, at í Guatemala eru 60 % av teimum kristnu hvítusunnukarism atikarar. 2500 týðingar av Bíbliuni Øll Bíblian er nú týdd til omanfyri 2500 mál. Í fjør var øll Bíblian at finna á 429 málum, og er hetta trý mál fleiri enn árið fyri. 1144 mál hava Nýggja Testa­ mentið týtt, meðan 853 mál hava týðingar av ávísum pørtum av Bíbliuni. Íalt hava 2426 mál alla Bíbliuna, Nýggja Testamentið ella bíbliupartar, vísa tøl frá Bíbliufelagnum. 100 ár við hvítusunnurørsluni Missión heima og úti - Møtini hjá okkum eru óalmindiliga góð, hóast vit ikki altíð eru so mong, sigur Jóannes Mortensen, formaður í stýrinum fyri missiónshúsið í Porkeri Mynd: Snorri Brend ” Tað er gott, at vit eisini kunnu hjálpa til aðrastaðni í verðini