týsdagur 2. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 190 - 2. oktober 2007
Allir seyðalitir á blað
Gudmund Niclasen í Miðvági fer í næstum at geva út bók við øllum seyðalitum í. Hann
byrjaði at skriva upp fyri seg sjálvan, men fekk fleiri áheitanir um at gera eina bók við llum
seyðaltum á og úrslitið er ein bók upp á 120 síður við nógvu myndum av seyði og frágreiðing
um, hvussu litirnir eita. Bókin fer at kosta einar 200 krónur. Í hesum sambandi hevur hann
ferðast víða um landið, har hann hevur tosað við jarðarbrúkarar um, hvussu teir nevna ymsar
litir. Mett verður, at skulu seyðalitirnir festast á blað við litmyndum, er hetta við at vera síðsti
møguleiki, tí hetta við at neva seyð eftir liti er við at fella burtur, alt sum fólk meiri og meiri
brúka tað at hongja spjaldur um hálsin á seyði, ella geva seyði klips í oyrað.
- Fyri mær at síggja,
hevur Tórshavnar
Kommuna ikki hildið
semjuna, sum varð
gjørd við landsstýrið
í summar. Men tað,
sum ørkymlar meg
upp aftur meiri, er
at ójavnin ímillum
miðstaðarøkið og
útjaðaran verður
størri og størri, sigur
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í
innlendismálum
Búskapar
politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Fìggjarkarmurin hjá Tórs-
havnar Býráð verður nógv
størri enn eg haldi, at vit
høvdu avtalu um.
Jacob Vestergaard, lands-
stýrismaður í innlendis-
málum heldur ikki, at
Tórshavnar Kommuna hev-
ur hildið seg til semjuna,
sum varð gjørd í summar
ímillum
landsstýrið
og
kommunurnar, tí íløgurnar
eru væl omanfyri tað, sum
avtalan var.
Eisini hann heldur, at
fíggjarætlanin hjá Tórs-
havnar Kommuna veksur
so nógv næsta ár, at hann
ivast í um tað ber til at seta
alt í verk, sum ætlanin er.
- Tá ið so nógv verður
lagt fyri, er tað harafturat
tann vansin, at stýringin
ikki verður nóg neyv.
Hinvegin ásannar hann
eisini, at tað er onki, sum
landsstýrið kann gera nakað
við málið, soleiðis, sum
Magni Laksáfoss leggur
upp til í hinari greinini her
á síðuni.
Hinvegin staðfestir hann
samstundis, at tað, sum
ørkymlar hann enn meiri,
er,
at
ójavnin,
ella
“stættarmunurin” ímillum
meginøkið og útjaðaran
bara veksur og veksur.
- Tað, sum órógvar meg
mest, er ikki tað, at Tórs-
havnar Kommuna ger tær
íløgur, hon ætlar sær, tí tað
hevur hon hevur rættiliga
stórt rásarrúm at gera íløgur
uttan at fara útum karmarnar
í kommunulógini. Tað, sum
órógvar meg mest, er, at
munurin
ímillum
økini
alsamt veksur. Eitt nú mátti
Vágs Kommuna biðja um
avdráttarskáa fyri at nøkta
ein grundleggjandi tørv
sum
barnaansingin
er,
samstundis sum Tórshavnar
Kommuna hevur speedaran
í botni.
- Tí er ójavnin ímillum
økini við at skeiklast enn
meiri enn hann longu er
skeiklaður.
Samstundis
endurtekur
hann, at eftir hansara tykki,
er tað ein fortreyt fyri
økismenning, at Suðuroy,
Sandoy, og onnur øki við,
verða ein savnandi eind fyri
at tað skal bera til at gera
heildarloysnir.
- Men skulu økini menn-
ast, er tað eisini neyðugt at
økini hava eitt fíggjarligt
rásarrúm og tí er neyðugt
við eini heildarætlan við
ábyrgdarbýti og útjavning.
Tí heldur landsstýris-
maðurin í innlendismálum,
at tað er meiri átrokandi
enn nakrantíð at fáa eina
endaliga avgerð um upp-
gávu-
og
ábyrgdarbýtið
ímillum landið og komm-
unurnar og at seta eina
útjavningarskipan í verk.
Kortini ásannar hann, at
hetta er ikki á politisku
dagsskránni
hjá
hesi
samgonguni og er tað tor-
ført at taka málið upp nú.
- Og hinvegin kunnu vit
ikki krevja, at Tórshavnar
Kommuna skal seta seg upp
afturá at bíða, til lands-
politikarar eru komnir til
eina niðurstøðu á økinum,
tí henni hava vit bíðað eftir
leingi.
Men hóast Tórshavnar
kommuna hevur tørv á at
gera íløgur, haldi eg, at tey
hava spent bogan rættiliga
hart og tí hevði ein hóvligari
framferð verið ynskilig,
sigur Jacob Vestergaard.
Tórshavnar Býráð brýtur
semju við landsstýrið
Vit kunnu ikki krevja, at Tórs
havar Kommuna skal seta seg
upp aftur á at bíða eftir, at
landspolitikararnir koma til
eina niðurstøðu, sigur Jacob
Vestergaard, landsstýrismaður
í innlendismálum
Landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum sigur,
at Tórshavnar Býráð
hevur brotið eina
semju við landsstýrið
og hann heldur, at
búskaparpolitikkurin
hjá býráðnum er
so ábyrgdarleysur,
at hann ætlar at
taka málið upp í
landsstýrinum
Búskapar
politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Búskaparpolitikkurin hjá
Tórshavnar Kommunu er
so ábyrgdarleysur, at vit
mugu
tosa
um
tað
í
landsstýrinum.
Tað heldur Magni Laksá-
foss, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Hann sigur, at fyrr í
summar hevði landsstýrið
fund við kommunurnar og
tá samdust partarnir um, at
kommunurnar og landið
skuldi ganga saman um at
føra ein politikk, sum tál-
maði búskapin.
- Hesa avtalu hevur lands-
stýrið hildið, tí vit hava
gjørt eitt uppskot til fíggjar-
lóg, sum er tálmandi fyri
búskapin,
sigur
Magni
Laksáfoss.
Tí kom tað dátt við hjá
honum, tá ið meirilutin í
Tórshavnar Býráð í farnu
viku kunngjørdi sítt boð
uppá fíggjarætlanina fyri
næsta ár hjá Tórsjavnar
Kommunu.
- Tað er ein fíggjarætlan,
sum heilt avgjørt ikki kann
kallast tálmandi og sostatt
hevur Tórshavnar Komm-
una brotið semjuna, sum
varð gjørd við landsstýrið í
summar, sigur landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum.
Hann sipar til, at ætlanin
er at hækka rakstrarút-
reiðslurnar hjá Tórshavnar
Kommunu yvir 50 milliónir
næsta ár, úr 431 milliónum,
upp á 485 milliónir.
Men harafturat er ætlanin
at gera byggja út fyri heilar
256 milliónir næsta ár og
tað eru heilar 101 millión
meiri enn í ár, her íløgurnar
eru 155 milliónir.
- Alt tað, vit hava roynt at
tálma á landsins fíggjarlóg,
verður væl og virðliga etið
upp av fíggjarætlanini hjá
Tórshavnar Kommunu.
Hann sigur, at ein natúr-
ligur vøkstur í Havn hevði
verið ein hækking upp á
eini 5%, ella einar 30
milliónir. Men her er talan
um ein vøkstur upp á heili
120 milliónir útyvir tann
natúrliga vøksturin og tað
er ein vøkstur, sum stimbrar
búskapin.
Magni Laksáfoss ásannar,
at tað er neyðugt at byggja
út, men tað er neyðugt at
raðfesta, so at ikki alt
verður gjørt í senn.
- Nú sær út til, at alt skal
gerast í senn. Landið fer í
holt við neyðuga íløgu í
flogvøllin.
Tórshavnar
Kommuna ger risa íløgur og
privata vinnan fer í holt við
Stóru Tjørn og Skálafjarð-
artunnil, umframt alt annað
byggivirksemi.
- Avleiðingin er ein prís-
vøkstur, sum er so stórur, at
vit fáa nógv minni fyri
pengarnar, enn vit annars
høvdu fingið, sigur lands-
stýrismaðurin
í
fíggjar-
málum.
Magni Laksáfoss sigur,
at hetta er ein fíggjarætlan
sum kyndir enn meiri upp
undir føroyskan búskap og
fer at elva til prís- og
lønarækkinar og tað, sum
ein
ferðmikil
búskapur
annars elvir til,
Landsstýrið
upp í leikin
Landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum er so misnøgdur
við framferðina hjá Tórs-
havnar Kommunu, at hann
ætlar at taka málið upp í
landsstýrinum.
Har fer hann at royna at
fáa
landsstýrismannin
í
innlendismálum at taka upp
samband við Tórshavnar
Býráð um fíggjarætlanina
fyri næsta ár.
Hvørjar
møguleikar,
landsstýrið hevur, dugir
hann ikki at siga.
Sjálvandi ber til at fáa
løgtingið at samtykkja lógir,
sum
leggja
bond
á
kommunurnar, men tað er
ómetaliga torført, tí tað ber
altíð til at finna hol í lógini.
- Tað ber til, at geva
kommununum
íløguloft,
men tað hava vit roynt fyrr
og tað einasta, sum hendi,
var, at kommunur fóru at
føra íløgurnar yvir á rakst-
urin. Samstundis kunnu
kommunurnar ikki læna
meiri enn eina álíkning.
- Tað besta hevði verið at
fingið eina semju við ko-
mmunurnar, so at allir part-
ar skilja, hvussu neyðugt tað
er at tálma útreiðslunum.
Men hetta er ikki eydnast
og tí eru hetta viðurskifti,
sum landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum nú fer at reisa
í landsstýrinum.
Ert tú ikki bangin fyri at
gera teg inn á kommunala
sjálvræðið?
- Tú kanst ikki goyma ein
ábyrgdarleysan fíggjarpoli-
tikk aftanfyri kommunala
sjálvræðið. Við kommunala
sjálvræðinum fylgir eisini
ein skylda at vísa ábyrgd og
eisini kommunurnar mugu
taka sín part av ábyrgdini
fyri búsksparpolitikkinum,
sigur Magni Laksáfoss.
Tórshavnar Býráð setir eld í
Magni Laksáfoss er so
ónøgdur við fíggjarpolitikkin
hjá Tórshavnar Kommunu, at
hann vil hava landsstýrið upp
í leikin
Sosialurin í morgin:
Borgarstjórin í Havn
skjýtur við skørpum
Í Sosialinum í morgin sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri í Havn, at
fíggjarlógin hjá Tórshavnar Kommunu, er
ein avleiðing av, at Landið ikki bara hevur
forsømt sínar skyldur á allar grovasta hátt,
men eisini hevur lagt so stór krøv á
kommunurnar, at hjá eini kommunu, sum
tekur landsins lógir í álvara, slepst ikki
undan stórum íløgum.
Men at meirilutin í Tórshavnar Kommunu
hevur brotið eina avtalu við landsstýrið, er
hann ikki samdur í