mikudagur 3. oktober 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 191 - 3. oktober 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Lækni? Lærari? Øko
nomur? Sakførari?
Sálarfrøðingur? Hvat
vilt tú vera, tá tú
verður stór? Hetta var
evnið á Markleysari
útbúgvingstevnuni
fyri miðnámsskúla
næmingum umborð á
Smyrli hósdagin
ÚtbÚgving
Annika Hedegaard Isfeldt
og Sonja Dalgaard Nolsøe
Spurningarnir eru nógvir,
tá ið tað snýr seg um, hvat
man ætlar sær, tá ið man er
liðugur við skúlan.
Hósdagin vóru vit við til
Markleysa
Útbúgvingar
messuna umborð á Smyrli
saman við 450 av elstu
næmingunum úr miðnáms
skúlunum í Føroyum.
Vanliga hava næmingar
nir eina greiða hugsan um,
hvat teir í øllum førum ikki
ætla sær at gerast seinni. Tá
plagi eg at siga við teir: tá
ið tú veitst so nógv um,
hvat tú ikki ætlar tær at
verða, so veitst tú kanska
eisini í verðuleikanum okk
urt um, hvat tú ætlar tær at
verða. Soleiðis byrjar dansk
arin Jakob Lange fyrilestur
sín, sum er settur at vara 14
minuttir.
Hesin fyrilesturin gongur
fyri seg í Restaurant Beini
svørð umborð á Smyrli, har
nógvir næmingar eru savn
aðir fyri at hoyra um útbúgv
ingarmøguleikarnar
í
Danmark. Men, sum heitið
á degnum eisini bendir á,
so
eru
tað
ikki
bert
útbúgvingar niðri, dagurin
snýr seg um. Altjóða Skriv
stovan, ið skipar fyri tiltak
inum, hevur nevniliga valt
at leggja dent á møguleik
arnar at lesa í og uttan fyri
norðurlond.
Leiðarin
á
Altjóða Skrivstovuni í Før
oyum, Holger Arnbjerg, sig
ur, at tað er ein stórur fyri
munur fyri samfelagið at
hava onkran, ið hevur roynt
okkurt øðrvísi enn øll hini.
Í døgurðasteðginum held
ur Guðrið Hansdóttir eina
áhugaverda konsert, ið tykist
at dáma øllum næmingunum
sera væl. Meðan konsertin
er, hava vit eina pausu í tveir
tímar,
meðan
allir
teir
útlendsku
fyrilestrar
haldararnir koyra ein túr runt
á Suðuroynni og hyggja eftir
vøkru náttúruni har. Eftir
steðgin er luftin tíverri við at
vera rættiliga tung umborð á
skipinum og hetta ger, at
konsentratiónsevnini
hjá
nógvum er fallið so nógv, at
tey liggja ymsastaðni runt og
sløðast ístaðin fyri at fara til
fyrilestrar. Men tá ið vit eru
aftur í Havn kl. 16 og útbúgv
ingardagurin er at enda
komin, sita vit eftir við einari
kenslu av, at dagurin umborð
á Smyrli hevur verið heilt
væl eydnaður.
Markleys útbúgving ’07
Lort í býinshow
verður aftur í
komandi viku,
tá Meyla og vinir
hennara framføra
við dansi, sangi
og skemti í
Norðurlandahúsinum
børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
STROK hevur gjørt av at
endurtaka
væleydnaða
brakið frá í fjør, tá fleiri enn
2000 áskoðarar sóu Lort í
býin. Hetta er upprunafør
oyskt undirhald fyri børnini
og familjur teirra, og var
sera væl móttikið í fjør.
Í ár fer Meyla á pallin
saman við tí væl syngjandi
S’marna, yvirklóka Dia
Regin, plágandi Jógvan L.
og mongum øðrum, har tey
fara at syngja, dansa og
skemta sær – og vónandi
eisini áskoðarunum. Evna
ríku dansigenturnar vera
eisini við og fara at seta sín
serliga dám á Lort í býin.
Fløga á veg
Meyla sigur við Sosialin, at
hon hevur ikki bara fingið
nýggjar vinir, hon hevur
eisini fingið fleiri nýggjar
sangir. Sangirnir vera allir
at hoyra á nýggju STROK
fløguni, sum kemur í handl
arnar í november. Men fyrst
skulu teir standa sína roynd
í Norðurlandahúsinum.
Jú vit kunnu lova, at
Lort í býin er blivið eitt ár
størri, eitt ár betri og voksið
við minst einum sentimetri,
sigur Meyla.
Dygdargott føroyskt
undirhald
Sýningarnar av Lort í býin
vera hósdagin 11. oktober
og fríggjadagin 12. oktober,
báðar dagarnar klokkan
19.30. Atgongumerki eru at
fáa í Norðurlandhúsinum
og Kunningarstovunum í
Havn, Runavík og Fugla
firði. Eisini ber til at keypa
atgongumerki á heimasíðuni
www.nlh.fo.
Limir í STROKklubban
um, foreldur teirra og
systkin 100 kr. hvør. Onnur
125 kr.
Stuðlað tiltakinum hava
Tórshavnar
kommuna,
Burger King og Norður
landahúsið.
Til ber at lesa meira um
Lort í býin á heimasíðu
okkara www.strok.net
Aftur Lort
í býin
450 av elstu næmingunum
úr miðnámsskúlunum í
Føroyum vóru við Smyrli
hósdagin, at hoyra um
útbúgvingarmøguleikar í og
uttanfyri norðurlond
Í fjør vóru fleiri enn 2000 áskoðarar og sóu Lort í býin. Nýggj Lort í býin fløga kemur út í november, og fara vit at hoyra nýggju
sangirnir á stórari konsert í Norðurlandahúsinum hóskvøldið og fríggjakvøldið komandi
”
Lort í býin-showið í Norðuranda-
húsinum er ferðmikið, fjølbroytt og
framúr undirhald fyri alla familjuna
Sjúrður Skaale í ummæli av Lort í býin í fjør