mikudagur 3. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 191 - 3. oktober 2007
Kongaligt brúdleyp fyri framman
Sambært donskum miðlum, fara Joachim prinsur og unnusta hansara Marie Cavallier
at trúlova seg.Púra óvæntað luttók danski Joachim prinsur í dag á einum ríkisráði á
Christiansborg Slotti saman við kongshjúnunum og Fríðriki krúnprinsi. So nú sigst
lítil ivi um, at 38-ára gamli prinsurin fer at trúlovað seg við 31-ára gomlu Marie
Cavallier. Danska blaðið Se og Hør sigur, at hendingin fer alment fram á einum
tíðindafundi á Fredensborg Slot, har smáu synirnir, Felix og Nikolai, eisini vera til
staðar.
- Vit eru hvørki
ábyrgdarleys ella
orðloysingar, men tað
er landspolitikarar,
sum leggja so stórar
byrðar á okkum, at
tað tvingar okkum
til at brúka nógvar
pengar, sigur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn
Fíggjarpolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
- Vit hava ikki brotið nakað
lyfti til landsstýrið. Hinveg-
in eru tað landspolitikararnir
sjálvir, sum tvinga okkum í
hesa støðuna.
Heðin
Mortensen
er
borgarstjóri í Havn og hann
hevur rættiliga staðið fyri
skotum seinastu dagarnar.
Síðani hann legði uppskot
fyri Tórshavnar Býráð um
fíggjarætlanina fyri næsta
ár, hava atfinningar frá
landsins hægstu monnum
heglað niðuryvir býráðið í
Havn.
Eftir uppskotinum skulu
íløgurnar økjast 101 millión
upp í 256 milliónir og rakstr-
arútreiðslurnar økjast góðar
50 milliónir, upp í 485
milliónir.
Hetta er stór øking aftur-
ímóti í ár og bæði landsstýr-
ismaðurin í fíggjarmálum
og í innlendismálum siga,
at hetta er brot á semju
millum
landsstýrið
og
kommunurnar, sum hevði
til
endamáls,
at
tálma
búskapin. Landsstýrismað-
urin í fíggjarmálum hevur
beinleiðis
kallað
hetta
ábyrgdarloysi og vil hava
landsstýrið upp í.
Sletta vatn á gás
Men
atfinningarnar
eru
sum at sleppa vatn á gás, tí
Heðin Mortensen vísir bæði
staðiliga aftur at hann er
ábyrgdarleysur og at hann
hevur brotið eina avtalu.
Tvørturímóti
eru
tað
landspolitikararnir sjálvir,
sum hava skyldina av, at
Tórshavnar Býráð má brúka
so nógvar pengar.
- Tað eru landsstýrið og
løgtingið sjálvi, sum hava
lagt støðið í samfelagnum,
sigur borgarstjórin.
Hann sipar til, at løgtingið
og landsstýrið hava lagt so
stóra ábyrgd yvir á komm-
unurnar, at skulu tað slepst
ikki undan at brúka nógvan
pening, skulu krøvini gang-
ast á møti.
Annars sigur, at hann at
av
íløgunum
eru
150
milliónir sett av til arbeiði,
sum longu eru farin ígongd
og bara 100 milliónir eru
nýíløgur.
Hann nevnir nøkur dømi:
- Tað verða eisini stór
krøv sett til skúlabygningar,
til serhøli, matstovu og
ymiskt annað og tað ger
skúlarnar
øgiliga
dýrar.
Bara skúlin í Hoyvík kostar
150 milliónir krónur
- Áðrenn 2010 skulu allar
Føroyar liggja í kloakk og
bara hetta kostar Tórshavnar
Kommunu 80 milliónir.
Tað slepst heldur ikki
undan at gera innkoyringar-
vegirnir til Havnar, serliga
nú ferðasambandi batnar
við undirsjóvartunlum. Vit
skulu hava nýggjan Glyv-
ursveg fyri at bøta um
ferðsluviðurskiftini í sam-
band við bygging á Argjum
og úteftir. Harafturat skulu
vit hava nýtt tyrvingarpláss
og bara kravið um at øll
skulu hava reint vatn, kostar
Tórshavnar
Kommunu
einar 100 milliónir.
- Men vit skulu heldur
ikki gloyma eldraøkið, sum
er eitt mál, sum landið hev-
ur forsømt upp á tað
grovasta í nógv ár, men her
noyðast kommunurnar nú
sjálvar at taka um endan,
hóast talan er um landsmál.
Sostatt tvíheldur borgar-
stjórin um, at tað mesta,
sum Tórshavnar Kommuna
byggir út, slíkt, sum landið
at kalla hevur álagt okkum
við lóg og tí heldur hann, at
tað er hugstoytt at standa
modell til ákoyringar frá
landspolitikarum “afturfyri
at vísa ábyrgd og lýða lands-
ins lógir og fyri at nøkta
tørvin, sum borgarin setir”.
Heðin Mortensen sigur,
at allar hesar útbyggingarnar
eru neyðugar fyri at fram-
tíðartryggja vegir, skúlar og
aðrar tænastur til borgaran
langt fram í tíðina.
- Vit verða hunddálkað
fyri at geva skúlabørnum
barakkir at vera í, men tá ið
vit so loysa tann trupulleik-
an, verða vit kallað ábyrgd-
arleys.
Hann vísir eisini á, at
Tórshavnar Kommuna held-
ur seg væl og virðiliga inn-
anfyri kommunulógina og
er skuldarfrí.
- Tí skal ongin í landsstýr-
inum
steðgja
okkara
útbyggingum,
staðfestir
Heðin Mortensen.
Ikki brotið
nakra avtalu
Annars hava bæði Magna
Laksáfoss og Jacob Vester-
gaard sipað til eina semju
við kommunurnar um at
tálma kommunalu útreiðsl-
unum, men at tit í Tórs-
havnar Býráð hava brotið
hesa semjuna.
Men eisini hesum vísir
borgarstjórin í Havn aftur.
Hann ásannar, at samband
hevur verið ímillum lands-
stýrið og kommunurnar um
útreiðslukarmin næsta ár.
Men eftir hansara tykki,
heldur hann ikki, at komm-
unurnar hava bundið seg til
nakað.
- Í hesum sambandi boð-
aði Magni Laksáfoss frá, at
kommunurnar kunnu sleppa
at hækka fíggjarætlanirnar
næsta ár 5%, góðtaka tær
samstundis, at mvg aftur-
beringina verður skerd úr
75% niður í 33% og at ein
kommunal
útjavningar-
skipan verður sett í verk.
- Vit boðaðu heilt greitt
frá, at tað góðtóku vit ikki.
- Men tað næsta, vit
frætta er, at ætlanin er at
taka alla mvg afturberingina
aftur og tí halda vit ikki, at
talan er um nakra semju
sum so, sigur borgarstjórin
í Havn.
Men hvussu ber tað so til,
at bæði Magni Laksáfoss
og Jacob Vestergaard sita
við eini fatan av, at ein
semja er millum landsstýrið
og kommunurnar?
- Tað var ein einvegis frá-
boðan frá Magna Laksáfoss.
Tað einasta, vit avtalaðu, var
at kunna hvønn annan, men
hann helt ikki tað avtaluna,
tá ið hann mælir til at skerja
mvg afturberingina, sigur
Heðin Mortensen.
Skjýtur við skørpum eftir landsstýrinum
Vit hava ikki brotið nakra avtalu, sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn
Borgarstjórin í
Havn vil nú hava
greitt at vita frá
løgmanni um hann er
samdur, tá ið Magni
Laksáfoss kallar
fíggjarpolitikkin
hjá Tórshavnar
Kommunu
ábyrgdarleysan
Búskaparpolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Stríðið ímillum Tórs-
havnar Býráð og landsstýrið
um útbyggingarnar í høv-
uðsstaðnum
næsta
ár,
harðnar alsamt.
Tórshavnar
Býráð
spennir bogan so hart næsta
ár, at landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum kallar tað
ábyrgdarleyst og vil hava
landsstýrið upp í.
Men nú vendir borgar-
stjórin í Havnini kanónini
við og krevur at fáa løg-
mann upp í.
- Eg fari at venda mær til
løgmann, tí eg vil hava at
vita um hann og landsstýrið
annars, taka undir við
Magna Laksáfoss, tá ið
hann kallar okkum í Tórs-
havnar Býráð ábyrgdarleys,
sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn.
- Løgmaður hevur ábyrgd-
ina av landsstýrismonnun-
um og tí mugu vit hava at
vita, um løgmaður er samd-
ur við landsstýrismannin í
fíggjarmálum.
- Vísir tað seg, at Magni
Laksáfoss bara talar egna
vegna, kunnu vit arbeiða
víðari við okkara ætlanum.
Heðin Mortensen vil kort-
ini ikki siga um hann vil
hava løgmann at geva Magna
Laksáfoss eina átalu, tí tað
er ikki hansara borð.
- Men vit mugu hava at
vita hvørjum vit eru uppi
ímóti, antin tað er Magna
Laksáfoss
einsamøllum,
ella um tað er alt lands-
stýrið, sum tað er, leggur
borgarstjórin afturat.
- Vísir tað seg, at lands-
stýrið er samt við Magna
Laksáfoss, er tað ein nýggj
støða og so eigur løgmaður
at gera okkum havnarborg-
arum tað greitt og so vita
vit,
hvat
vit
hava
at
fyrihalda okkum til, sigur
hann.
Vil hava greið boð frá løgmanni