týsdagur 15. mai 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 15. mai 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
fangaði ein returbólt úr GÍ-
miðverjuni, og sendi beinan
vegin Una Arge avstað.
Hesin helt móti málinum,
og tá Hallur kom ímóti,
potaði
landsliðsmaðurin
sera hegnisliga bóltin fram-
við málverjanum.
Tað eydnaðist tó GÍ at
avgera alt til egnan fyri-
mun, og aftur hesa ferð var
Helgi L. Petersen upp á
spæl. Staddur úti í vinstru
síður setti hann ferð á, fór
framvið HB verjuni, og tá
knallharða innleggið kom,
nýttist Óli Hansen bert at
seta innaru síðuna á.
Eftir hetta løgdu GÍ-leik-
ararnir mesta dentin á
verjupartin. Kanska ov
nógv, tí fram móti endanum
gjørdist talan í fleiri førum
um sera spentar støður
framman fyir gula málið.
HB flutti nógv fólk niðan,
men hóast onkrir leysir
møguleikar vóru, so gjørd-
ist tað ongan tíð nóg mikið.
Skifti í oddinum
Sostatt eydnaðist GÍ at
vinna ein av torførastu
dystunum á árinum, og við
sigrinum hava teir brádliga
lagt seg á odda í landskapp-
ingini. Hvussu leingi hetta
fer at halda, er sjálvandi ilt
at siga, men kunnu gøtu-
menn halda tørn komandi
vikuskifti, fer knappliga at
síggja heilt gott út hjá
teimum. Tá kemur B36,
sum nú er næstovast á talv-
uni á vitjan, og vanliga er
hetta ein dystur, har GÍ
hevur gott tak á.
HB skal tá á heimavølli
taka ímóti VB, og eftir
ósigurin móti GÍ, hevur HB
ikki ráð at tveita meira
burtur í løtuni. Dysturin
skal snøgt sagt vinnast,
men fortreytin fyri hesum
er, at liðið sýnir spæl á
hægri støði, enn teir gjørdu
fríggjadagin.
HB-GÍ 2-3 (1-2)
1-0: Rógvi Jacobsen 8
1-1: Helgi L. Petersen 27
1-2: Helgi L. Petersen 34
2-2: Uni Arge 67
2-3: Óli Hansen 79
Dómari: Lassin Isaksen
(KÍ)
HB: Bárður Johannesen –
Vagnur M Mortensen, Jóh-
annis Joensen, Hans á Lag,
Janus M. Joensen – Hallur
Danielsen, Rúni Nolsøe,
Rógvi Jacobsen – Allan
Mørkøre, Uni Arge, An-
drew av Fløtum
GÍ: Hallur Joensen – Leiv-
ur Hansen, Bartal Eliasen,
Pól Ennigarð, Henning
Jarnskor – Hans Pauli Pet-
ersen, Magni Jarnskor, Poul
Henning Jacobsen, Sámal
Joensen - Óli Hansen,
Helgi L. Petersen
Landsliðsmenninir báðir,
Sámal Joensen og Rógvi
Jaocbsen, eiga báðir
týdningarmiklar leiklutir á
miðvøllinum, men
fríggjadagin var tað so
avgjørt Sámal, sum stóð
sterkari í myndini
Sjálvur heldur Helgi
L. Petersen, at góða
byrjan hansara skyld-
ast, at hann ikki hev-
ur havt skaðar at
dragast við undan
kappingarárinum
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Einki man vera at ivast í, at
dagsins maður í Gundadali
sunnudagin var runavíking-
urin á GÍ-liðnum, Helgi L.
Petersen. Við tveimum
málum og upplegginum til
eitt triðja, var hann fram
um liðfelagarnar maðurin,
sum søkti HB.
Hetta er nú ikki fyrstu
ferð, at Helgi ger um seg í
føroyska fótbóltsheimin-
um. Fyri nøkrum árum
síðani sýndi hann somikið
góð fótbóltsevni, at Allan
Simonsen tók hann upp á
føroyska A-landsliðið, har
tað tó ongan tíð gjørdist
talan um veruliga dyst.
Skaðafríður
Skaðar og í fleiri førum
leikbann hava tó forðað
fyri, at talan síðani hevur
verið um støðugt spæl á
høgum støði, men byrjanin
upp á kappingarárið í ár
hevur tó víst, at Helgi
veruliga aftur er farin at
gera um seg. Fimm mál í
trimum teimum fyrstu dyst-
unum, hava sent hann ovast
á máltindin, og sjálvur ivast
Helgi ikki í, hví hann í ár
hevur fingið somikið góða
byrjan.
- Hetta er fyrstu ferð í
fleiri ár, at eg havi fingið
alla grundvenjingina við.
Áður hevur altíð okkurt
verið galið, og tí havi eg
kanska ikki havt tað sein-
astu orkuna, sum krevst,
fyri veruliga at sláa til.
Hesa havi eg nú, og hetta er
helst týdningarmesta frá-
greiðingin.
- At eg so eisini havi
fingið nógv mál, er bara
heilt stuttligt. Eg havi ong-
antíð roynt at spælt áleypari
fyrr, men higartil hevur tað
gingið framúr væl. Eg havi
kanska havt eini seks
møguleikar,
og
fingið
fimm mál, so í løtuni er
sjálvsálitið í topp. Eg kenni
tað soleiðis, at alt, sum eg
royni, riggar.
Spurdur,
um
verandi
oddasessurin fær gøtumenn
at droyma søtar gulldreym-
ar, flennir Helgi bara.
- Nei. Kappingin er
akkurát byrjað, so at tosa
um gull, er so slettis ikki
aktuelt. Vit taka ein dyst í
senn, og sum tað gongur í
løtuni, so seta vit bara fulla
ferð á. So fáa vit at síggja,
hvussu langt tað ber, sigur
Helgi L. Petersen at enda.
Eingir skaðar
Magni Jarnskor var
ikki í iva um, at bólt-
urin alla tíðina var
inni, tá GÍ legði seg á
odda móti HB
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Fleiri av viðhaldsfólkunum
og leikarunum hjá HB
mundu vera illa við, tá GÍ
legði seg á odda 2-1
fríggjadagin. Upptaktin til
málið var nevnliga ein
bóltur, sum HB-leikararnir
hildu vera úti, og sum teir tí
ikki fóru eftir.
Tað gjørdi Magni Jarn-
skor hinvegin, og tá vit eftir
dystin spurdu hann, um
bólturin var inni ella úti, iv-
aðist hann ikki.
- Har var líka sum ein lítil
kulla við síðulinjuna, og
bólturin at kalla lá í hesari.
Eg helt ikki, at bólturin var
úti, og tá linjuverjin so
heldur ikki vinkaði, var tað
bara at fara avstað, heldur
Magni um hetta.
Tað kann kanska skoytast
afturat, at júst hendan
hendingin kanska eisini
sýndi tann munin, sum er á,
tá leikararn eru royndir ella
óroyndir. Nærmasti maður
at bóltinum var uttan iva
Vagnur M. Mortensen hjá
HB, men hann átók sær
leiklutin sum áskoðari,
meðan Magni fór spelandi
avstað við bóltinum. Ein
meira royndur leikari hevði
kanska
givið
bóltinum
seinasta skumpið av síðu-
linjuni, men tað er so ein
hypotetisk
støða,
vildi
onkur kanska sagt.
Hann var inni
- Bólturin var alla tíðina
innanfyri, segði Magni
Jarnskor um støðuna, sum
viðførdi málið til 2-1
- Hetta er fyrstu ferð í fleiri
ár, at eg havi fingið alla
grundvenjingina við, sigur
Helgi vera størstu orsøkina til
góða spælið í løtuni
22
Nr. 91 - 15. mai 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
C
M
Y
K
Mest avgerandi leik-
lutin í oddadystinum
millum HB og GÍ
mundi Jóhan Nielsen
hava, tá hann sera
skjótt lagaði liðið til
dystarstøðuna. Einsa-
mallur var hann tó
ikki um sigurin, og
serliga fekk hann
hjálp frá einum væl
uppløgdum Helga L.
Petersen
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Tað var fyrsti veruliga
oddadysturin á árinum,
sum var á skránni, tá HB og
GÍ hittust í Gundadali dýra
biðjudag. Saman við VB
høvdu bæði HB og GÍ fult
stigatal undan dystinum, og
vildi ein møguligur vinnari
tí fáa ein kanska avgerandi
fyrimun í oddastríðnum.
Tað var eisini sjónligt, at
tey
hjá
heimaliðnum
royndu at gera nógv burtur
úr dystinum. Undan dystin-
um varð lýst við, at bila-
framsýning fór at vera í
hálvleikinum, og tá spælar-
arnir komu á vøllin var eis-
ini ein maskottur at síggja
teirra millum. Talan var um
hina væl kendu HB-haruna,
og sambært leikskránni var
ein ov orsøkunum, til at HB
hevur haruna sum maskot,
at hon ber eydnu við sær.
Óvæntað uppstilling
At byrja við var eisini líkt
til, at talan skuldi gerast um
enn ein HB-dag í Gunda-
dali. Ikki minst takkað ver-
ið einum sera óvæntaðum
taktiskum trekki frá Ion
Geolgau. Síðani hann kom
til HB, hevur rumenin at
kalla uttan undantak nýtt 4-
4-2 spæliskipanina, har ein-
staki leikararnir hava eina
sera væl defineraða arb-
eiðsuppgávu. Nakað, sum
ofta hevur givið bonus.
Hesa ferð hevði Ion tó
tikið gøtumenn á bóli.
Spæliskipanin var broytt til
4-3-3 við Allan Mørkøre
heilt uppi í álopinum, og
fyrstu løtuna av dystinum
gav hetta eisini gøtumonn-
um alstórar trupulleikar.
Við at beina bóltin út í síð-
urnar, royndi HB at leggja
trýst oman móti GÍ-málin-
um, og tað gekk heldur ikki
long tíð, áðrenn úrslit
spurdist burtur úr hesum.
HB uppspæl endaði hjá
Una, sum var farin nakað út
í vinstru síðu. Við draging-
ini hevði hann tikið alla
miðverjuna hjá GÍ, og tá
bólturin so varð sendur inn
í tómrúmið, kom Rógvi
Jacobsen við fullari ferð og
stútaði bóltin niður í gras-
líki og í málið.
Styrkin hjá Jóhan
Beint eftir málið gav GÍ HB
eina álvarsliga hóttan, men
Bárður hevði eina framúr
góða bjarging, tá Bartal
stútaði
knallhart
eftir
hornaspark. Hóast hetta, so
tóktist tað, sum hevði HB
tamarhald á dystinum. Ikki
minst takkað verið óvænt-
aða upplegginum frá Ion,
sum Jóhan Nielsen tóktist
hava ilt við at gjøgnum-
skoða fyrstu løtuna.
Jóhan verður tó ikki
mettir sum ein besti venjar-
in í landinum uttan orsøk.
Eftir fyrsta korterið hevði
hann sæð nóg mikið, og frá
skiftisbeinkinum fór hann í
holt við at umskipa liðið.
Umskipa er kanska heldur
nógv sagt, tí talan var í
veruleikanum bert um eina
veruliga broyting. Hendan
gjørdi hinvegin somikið
stóran mun, at GÍ brádliga
byrjaði at koma alt meira
við í dystin. Við at flyta ant-
in Helga ella Óla – men
ongantíð báðar – oman á
vinstra miðvallarplássið, tá
HB hevði bóltin, fekk GÍ
nú tamarhald á miðvøllin-
um. Hetta viðførdi, at alt
fleiri bóltar vórðu vunnir,
áðrenn HB veruliga slapp í
álop, og so er tað eisini
styttri at byggja álop frá
miðjuni, heldur enn úr egn-
um brotsteigi.
Spakuliga trýstu gøtu-
menn spælið niðan móti
HB málinum, og tá farið
var um miðjan hálvleikin,
gav hetta eisini úrslit. Gøtu-
menn spældu róligt upp í
vinstru síðu, har Henning
hevði dittað sær framvið.
Uttan at verða órógvaður
serliga nógv, sendi hann ein
innskrúvaðan bólt móti HB
málinum, og í fullari ferð
kundi Helgi stýra bóltin í
handara horn, meðan Bárð-
ur í HB-málinum var fang-
aður á skeiva beininum.
Hóast málið var úrslit
yvirtakinum, sum GÍ hevði
vunnið sær á miðvøllinum,
so var tað eisini úrslit av
tveimum grovum mistøk-
um í verjuspælinum hjá
HB. Fyri tað fyrsta fekk
Henning alt ov góðar
stundir at leggja bóltin inn-
fyri, og harafturat varð
Helgi
dekkaður
skeivu
megin, soleiðis at hann
kundi renna beint inn í bólt-
in.
Um GÍ málið skapti øs-
ing ella frustratión millum
HB-leikararnar, er ilt at
siga, men í øllum førum tók
ein støða seg upp, stutt eftir
hetta, sum veruliga setti øði
í leikararnar. Meðan leikar-
arnir bíðaðu eftir, at eitt frí-
spark skuldi sendast í HB
brotsteigin, slerdi Allan
Mørkøre Pól Ennigarð í
búkin, so hesin varð liggj-
andi flatur á vøllinum.
Dómarin lat tó ikki við seg
koma, og eina løtu bóru
áskoðararnir ótta fyri, at
dysturin kundi gerast heilt
ógvusligur.
Soleiðis varð tó tíbetur
ikki, og ein partur av frá-
greiðingini var helst, at
GÍ’arnir skjótt hevndu seg
á best hugsandi hátt.
Eingin vandi tóktist vera
á ferð, tá Magni Jarnskor
takklaði bóltin frá Allani
Mørkøre. Bólturin støkk
langt burtur, og Vagnur M.
Mortensen tóktist halda, at
talan um var um innkast til
HB. Linjuverjin veittraði tó
ikki, og meðan Vagnur og
hinir HB’leikararnir bara
bíðaðu, stakk Magni avstað
við bóltinum. Komin heilt
oman móti málinum fekk
hann í tveimum atløgum
lagt bóltin inn til Helga, so
hesin við einum bleytum
skallara kundi leggja bóltin
í málið.
Veikleikin hjá Ion
Var tað ein fragd fyri eygað
at síggja, hvussu væl Jóhan
Nielsen megnaði at um-
skipa GÍ-liðið, so var tað
hinvegin merkisvert, at HB
at kalla einki mótspæl átti.
Størsta fyrimunin á vøll-
inum áttu GÍ á miðjuni, har
teir alla tíðina vóru í yvir-
tali, men kortini var tað
sera sjáldan, at nakar HB-
leikari kom úr verjuni at
stuðla upp undir miðvøllin.
Hetta hóast GÍ í verjustøðu
bert hevði ein mann á topp-
inum.
HB hevur fleiri frægar
bóltleikarar í verjuni, men
onkursvegna vórðu hesir
alla tíðina hildnir heima, og
tað var ikki fyrr enn Jón
Rói Jacobsen kom inn fyri
ein skaddan Jóhannis Joen-
sen, at hetta hendi. Allar
helst var tað fyri at spara
unga leikaran, at Jón Rói
varð hildin á beinkinum til
dystin, men einki er at ivast
í, at liðið hevði verið sterk-
ari við honum í miðverjuni,
heldur enn Hans á Lag.
Hans byrjaði hetta árið við
at fáa ein álvarasligan
skaða í fótin, og hóast hann
nú er komin fyri seg krops-
liga, so er enn langt eftir á
mál, áðrenn dystarvenjing-
in er, sum hon skal vera.
At HB soleiðis lat GÍ
halda yvirtalið á miðvøllin-
um allan dystin, viðførdi
eisini, at talan var um sera
fá gjøgnumspæld HB-álop
í seinna hálvleiki. Teir
fingu tó strítt seg upp á
javnt, men heldur ikki tá
var talan um nakað gjøgn-
umspælt álop. Rúni Nolsøe
HB-GÍ 2-3 (1-2):
Meistaraverk frá beinkinum
Myndin sigur alt. Gøtumenn
tykjast hava tamarhald á
støðuni, meðan Hallur
Danielsen tykist iðra seg um,
at HB í fyrstu atløtu er tveitt
av fótbóltstindunum