Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 3. oktober 2007 27 bilar Í nýumvældum høl­ um var almenn mót­ tøka hjá Super Dekk Service við Hoy­víks­ vegin í Havn fríggja­ dagin 28. september. Móttøkan varð hildin í sam­ bandi við at dekkfyritøkan nú er vorðin sjálvstøðugur partur av stóra samtakinum First Stop, sum telur 1600 dekk­ og billutahandlar í øll­ um Evropa. First Stop er eitt partnara­ skapssamtak, ið umfatar sjálvstøðugar dekksølur, sum bjóða tænastu á sera høgum støði. Bæði privat­ og vinnukundar kunnu fáa ráðgeving um dekk, bilrøkt og billutir frá royndum sølu­ fólki. Undir móttøkuni vórðu røður hildnar av Fríðriki Bláhamar, stjóra á Super Dekk, og Kenneth Saust, stjóra á First Stop í Danmark. Mót­ tøkan varð júst 25 ár eftir at bygningurin við Hoyvíks­ vegin var liðugt umbygdur og alment tikin í nýtslu. Tann 29. september 1982 skriv­ar Dagblaðið um mót­ tøkuna, sum var í húsinum fyri politikarum, umboðum fyri peningastovnum, bila­ sølum og bløðunum. Super Dekk varð stovnað í 1972 í Vestmanna av Sám­ ali Bláhamar. Árið eftir flut­ ti hann fyritøkuna til Velba­ staðvegin í Havn. Fyritøkan var tann fyrsta í landinum, ið kundi avbalansera hjólini á bilum. Í 1974 lat Super Dekk upp nútímans dekkverkstað í Jekaragøtu í Havn (har sum Fragd & Fimi heldur til í dag). Har var so virksemi felagsins, til flutt varð í egnan virkis­ bygning við Hoyvíksvegin. mg Super Dekk partur av First Stop Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Super Dekk, saman við Brian Lund, sølustjóra (v.m.), og Kenneth Saust, First Stop stjóra í Danmark Móttøkan var í nýumvældu hølunum hjá Super Dekk við Hoyvíksvegin F.v.:Terkel Spangbo frá Motor-magasinet, Sámal Bláhamar, stovnari av Super Dekk, og Claus Christensen frá Würth Føroyar Fríðrikur Bláhamar fær gávu frá First Stop